Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 SOSIALURIN 124 FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 ÁKI BERTHOLDSEN N ú mugu vit fara til verka. Men tað er sum um at vit bíða eftir onkrum Tað sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa Hinvegin veit hann ikki, hvat tað er, tey bíða eftir, leggur hann afturat. Søren L. Bruhn hevur aldrin dult fyri, at hann heldur, at tað ein­ asta rætta er at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu. Og nú spurningurin enn eina­ ferð er tikin fram uppundir komm­ unu­valið, sum verður um tvær vikur, hava vit skift orð við hann um kommunubygnaðin í Suður­ oynni. Søren L. Bruhn er enn líka sann­ førdur, sum hann altíð hevur verið, um, at tað einasta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Hann vísir serliga á, at fólkatalið í Suðuroy minkar alsamt. – Vit verða færri og færri, og vit verða eldri og eldri í miðal. Vit eru spakiliga, men miðvíst við at doyggja út. Men heldur enn at gera nakað við tað, sita vit bara og tosa um vánaligu gongdina, staðfestir hann samstundis. Í roynd og veru er fólkatalið í Suðuroy minkað væl yvir 1600 fólk hesi seinastu gott 60 árini. Tað er næstan tað sama sum at siga, at øll Vágsbygd, alt Lopra, Akrar og og alt Sumba, ikki vóru til longur. – Tað er ein trupulleiki, vit mugu hava eina støðu til. Í øllum førum vísir gongdin okkum, at hetta kann ikki halda fram. Søren L. Bruhn heldur kortini, at suðuroyingar hava eitt val. Hann heldur, at antin kunnu vit seta okkum hendur í favn og lata oynna spakiliga bløða út, og so kann tann síðsti sløkkja ljósið. Ella vit kunnu taka avbjóðingina upp og venda gongdini. – Og jú fyrr, vit gera tað, jú betri, heldur stjórin í Suðuroyar Spari­ kassa. Og hann ivast ikki í, at tað letur seg gera at venda gongdini, tí hann heldur, at vit hava bæði orkuna til­ feingi til at gera tað. Mugu draga sama veg Men Søren L. Bruhn heldur sam­ stundis, at fortreytin fyri at venda gongdini, er, at øll oyggin verður løgd í eina kommunu, so at øll draga eina línu. – Sum støðan er nú, hava vit sjey kommunur – sjey størri og smærri kongsríki – sum hvør dregur tann vegin, tey halda er best fyri ta ein­ støku kommununa. – Men verður øll oyggin løgd saman í eina kommunu, kunnu vit øll draga sama veg, og tá eru fortreytirnar skaptar fyri at tað skal eydnast. – Onkur av smærri kommun­ un­um eru so veikar fíggjarliga, at flytir bara EIN familja, er tað ein stórur, fíggjarligur smeitur. – Og tá ið størv verða sett, verður eisini hugt eftir, hvar umsøkjarar búgva, tí har fella skattakrónurnar, og sostatt er tað ikki altíð, at tað bara eru teir fakligu førleikarnir, sum eru avgerðandi fyri eina starvssetan. Samstundis heldur hann, at vit síggja mangan, at kommunur kappast ímóti hvørjum øðrum og sostatt gera fleiri kommunur íløgur í sama slag hentleikar. – Ein kommuna fær eina djúp­ havn, so skal ein onnur kommuna eisini hava eina djúphavn. Ein kommuna fær marghøll, so skal ein onnur kommuna eisini hava marghøll, og so víðari, og so víðari. – Vit brúka alt ov nógva orku upp á stríðast ímóti hvørjum øðr­ um, og at sabotera góð átøk, sum kunnu føra til framburð, bara tí tey eru í eini aðrari kommunu. Hann heldur, at ætlaði eftir­ skúlin er eitt dømi um tað. – Tað hevur verið tosað um eftirskúla í Suðuroy í nógv ár, men vit koma ongan veg, og ein trupulleiki er, at vit finna ikki útav, hvar hann skal vera. – Vit hugsa í alt ov lítlum eindum. Vit hugsa ov nógv um kommunur, heldur enn at hugsa um alla Suðuroy, sum eitt felags lokaløki, leggur hann afturat. – Var øll oyggin ein kommuna, hevði tað borið nógv betri til at samskipa íløgurnar, og yvirhøvur at gagnnýtt teir hentleikar vit hava, nógv betri. – Hvussu ofta eru hallir og vøllir og felagshús av ymsum slagi, tóm, tí tað verður ikki gagnnýtt til fuln­ ar, ásannar Søren L. Bruhn. Taka róður í hond Men sjálvur heldur sparikassa­ stjórin, at suðuroyingar eiga heldur sjálvir at taka róður í hond og at stýra oynni burtur úr hesi negativu gongdini við alsamt minkandi fólkatali, heldur enn bara at sita og bíða eftir, at onkur annar kemur okkum til bjargingar. Og tað heldur hann er neyð­ ugt, tí nú á døgum krevja fólk eitt nýmótans samfelag, har útboðið av tænastum og til­boð­um er fjølbroytt, bæði hvat frí­tíðar­ virksemi, mentan, og øðrum, við- víkur. Og hann heldur, at tað átti altíð at verið ein fyrimunur at vit sjálvi taka ábyrgdina fyri at menna oynna, heldur enn at sita og bíða, til onkur annar kanska kemur okkum til hjálpar. Fleiri føra tað fram, at tað ber væl til at samstarva, uttan at leggja saman. Men Søren Bruhn er ikki samdur, tí hann staðfestir, at tað samstarvið, sum er ímillum kommunurnar, er ógvuliga av­ markað. Og harafturat er yvir­ høvur talan um samstarv, sum landið hevur álagt kommununum í sambandi við barnaverndarøki, eldraøkið, og kanska annað við. Suðuroy ímóti restini av verðini Søren L. Bruhn ásannar, at ein grund­geving ímóti at leggja oynna saman, er, at so fara smábygdirnar at detta niðurímillum. Samstundis halda summi, at tað er beinleiðis sunt við kapping ímillum komm­ un­urnar, tí tað mennir alt økið sum heild. – Eg haldi ikki, at vit skulu tosa um at kappast ímóti hvørjum øðrum. Men tað verður neyðugt at øll Suðuroyggin stendur saman um at kappast sum ein eind ímóti restini av verðini. – Verður øll oyggin løgd saman, verður tað kanska onkur, sum skal rinda meiri í skatti og kanska fer ein samskipan at føra til, at hjá summum verður tað longri til ymsar hentleikar. – Men so stór er Suðuroyggin altso heldur ikki, ásannar Søren Bruhn. Sjálvur koyrir hann hvønn dag Eg veit ikki hvat suðuroyingar bíða eftir, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa »Vit brúka alt ov nógva orku upp á stríðast ímóti hvørjum øðrum, og at sabotera góð átøk ... bara tí tey eru í eini aðrari kommunu« »Eg haldi heldur ikki, at vit kunnu brúka úrslitið til nakað« VIT ERU SPAKU­- LIGA VIÐ AT DOYGGJA ÚT SAMANLEGGING FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124