hósdagur 27. oktober 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
17
av Tvøroyri, til Vágs til arbeiðis, og
tað tekur honum 17-18 minuttir, og
tá koyrir hann stillisliga og róliga
og brýtur ongi ferðmørk.
– Tað hevur ongan týdning, tí
tað er ikki longri enn tað er at koyra
úr Hoyvík út á Landssjúkrahúsið.
Og um eini trý ár er eisini
nýggjur Hvalbiartunnil komin, og
tá er oyggin enn tættari saman
bundin.
Hinvegin heldur hann ikki, at
tær smáu bygdirnar hava nakað
at stúra fyri.
- Tær smáu kommunurnar eru
so veikar, at tær megna lítið og
onki sjálvar. Men verður øll oyggin
løgd saman, hevði hon havt eina
fíggjarætlan upp á væl yvir 100
milliónir krónur at arbeitt við, og
tað sigur seg sjálvt, at tað gevur
nógv størri frælsi til raðfesta, enn
kommunurnar hava nú.
Eitt dømi, hann hugsar um í hes-
um sambandi, og sum er frammi
beint nú, er mentanarhúsið, Salt,
sum hevur brúk fyri meiri pengum,
fyri at tað kann gerast liðugt.
– Tvøroyrar Býráð hevur stríðst
fyri at útvega tvær milliónir til
endamálið, men hevði øll oyggin
verið ein kommuna, høvdu tvær
milliónir ikki verið annað enn
piparnøtir.
Ein stór kommuna hevði eisini
kunna bøtt um vinnuligu karm
arnar, og tað hevði eisini gjørt sítt
til at lokka vinnulív til oynna.
Ongan týdning
Í sambandi við kommunusaman
legging, eru tað summi, sum leggja
ógvuliga stóran, hvar komm-
unuskrivstovan og høvuðsæti hjá
kommununi skal vera.
Men tað skilir Søren Bruhn ikki
rættiliga.
– Tað hevur ongan týdning,
hvar eitt slíkt høvuðsæti er, tí nú á
døgum er tað ómetaliga sjáldsamt,
at fólk hava persónlig ørindi á eini
kommunuskrivstovu.
– Seinast, eg hevði persónlig
ørindi á eini kommunuskrivstovu,
var einaferð, eg skuldi velja við
brævatkvøðu á einum vali, sigur
hann.
Men tað verður nokk ikki leingi,
so verða øll val talgild, og so sita
fólk heima og velja á telduni, leggur
hann afturat.
Tí heldur hann, at politikarar
eiga bara seta seg saman og lýsa
støðuna fyri fólki, og greiða teim
um frá, hvussu Suðuroy fer at
síggja út eftir eina samanlegging,
hvussu verður skatturin, hvussu
kunnu smábygdirnar eisini føla,
at tær verða ein partur av hesum,
og so víðari.
– Tað snýr seg kanska meiri um
at tosa saman, og um at byggja upp
álit á hvørjum øðrum, heldur Søren
Bruhn.
Hann heldur, at tað er nettupp
ta álitið sum manglar, tí vit hoyra
ofta, at politikarar geva hvørjum
skylduna fyri, at onki spyrst burtur
úr samanlegging í Suðuroy.
- Men tað er vist, at hvørja ferð,
tú peikar ímóti einum øðrum við
einum fingri, peika tríggir fingrar
ímóti tær sjálvum, so tað snýr seg
um at taka í egnan barm og at vísa
stórsinni, heldur enn smásinni
og bara hugsa um sítt egna lítla
kongsríki, sigur stjórin í sparikass-
anum.
– Er ósemja um ymisk mál, so
er at finna semju, og at slúka teir
kamelar, tað er neyðugt at slúka
fyri at finna semjuna, leggur hann
afturat.
Hann tekur nevniliga undir
við Halli Ellingsgaard, sum segði í
Sosialinum seinasta vikuskiftið, at
tað týdningarmesta av øllum er, at
fólk leggja saman í høvdinum og
ikki bara á einum pappíri.
– Ein fólkaatkvøða var í 2012,
men tann dag í dag veit eg ikki, hvat
vit atkvøddu um. Eg haldi heldur
ikki, at vit kunnu brúka úrslitið til
nakað, tí gongdin vísir, at vit verða
noydd at gera broytingar.
Ikki bíligari – men betri
Annars heldur Søren Bruhn ikki,
at tað fer at verða bíligari í rakstri
at leggja alla kommununa saman
í eina kommunu.
Men hann er samstundis
sannførdur um, at vit fara at fáa
eina nógv sterkari, og nógv meiri
professionellari umsiting við fleiri
fakfólkum.
- Vit fara at fáa nógv meiri fyri
teir somu pengarnar, staðfestir
hann.
Hinvegin heldur hann eisini,
at tað er heldur ikki altíð gott,
at almenn fyrisiting er alt ov
nær borgarunum, tí í smáum
samfeløgum, kann tað verða skjótt,
at skeggið verður ov nær høkuni,
og tað er heldur ikki sunt fyri
fólkaræðið.
Og hann heldur eisini, at verður
øll oyggin løgd saman, fara vit at
fáa dugnaligari politikarar. Hann
heldur at tá ið vit skulu velja,
kanska 11 kommunustýrislimir,
í eina kommunu, heldur enn
sum nú, har vit skulu velja 43
kommunustýrislimir
í
sjey
kommunur, eru sannlíkindini
eisini nógv størri fyri at vit fáa
dugnaligari politikarar.
Søren Bruhn sigur, at verður
Suðuroyggin
styrkt,
bæði
umsitingarliga ov vinnuliga, hevði
tað eisini styrkt oynna fíggjarliga.
Sum støðan er nú, fer nógvur
peningur av oynni í samband við
at suðuroyingar keypa vørur og
tænastur aðrastaðni.
Tað merkir at allur vinningurin,
sum kundi verið verandi í Suðuroy,
fer av oynni ístaðin.
- Hetta er við til at drena
keypikraft úr Suðuroynni.
- Og hvat hava tey 1600
fólkini, Fólkatalið er minkað við
seinastu gott og væl hálvu øldina,
ikki kostað Suðuroynni, spyr
sparikassastjórin.
Søren Bruhn heldur tískil, at
kommunurnar eiga at fáa at fáa
ein møguleika at leggja saman
sjálvbodnar.
Men hann heldur eisini, at tær
eiga at fáa eitt evstamark, og hava
tær ikki klárað at lagt saman,
áðrenn ein ávís tíð er farin, verða
tær lagdar saman við lóg.
Hvørja ferð, tú peikar ímóti
einum øðrum við einum fingri,
peika tríggir fingrar ímóti
tær sjálvum, so tað snýr seg
um at taka í egnan barm og
at vísa stórsinni, heldur enn
smásinni, sigur Søren L. Bruhn,
stjóri í Suðuroyar Sparikassa
»Er ósemja
um ymisk
mál, so er
at finna
semju, og at
slúka teir
kamelar, tað
er neyðugt at
slúka«