Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÁKI BERTHOLDSEN E g má siga, at hetta píndi meg inn í sálina! Kári P. Højgaard, ein­ asti tingmaður fyri nýtt Sjálv­stýri, er ikki samdur við meiri­ lutanum í flokkinum um, Sjálvstýri skal taka ímóti fíggjarligum stuðuli úr Danmark. Í løtuni er støðan tann, at ein politiskur flokkur í Føroyum, sum stillar upp til fólkatingsval, og sum fær yvir 1000 atkvøður, hevur rætt til at fáa stuðul úr danska Sosial og Innlendismálaráðnum til tað politiska arbeiði hjá flokkinum. Í dag er stuðulin 30,75 krónur fyri hvørja atkvøðu og nú hevur Kári P. Højgaard fregnast hjá Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmanni, hvussu nógv, teir politisku flokk­ arnir í Føroyum hava fingið í stuð- uli úr danska statskassanum. Og tað vísir seg, at síðani 1998 hava føroysku flokkarnir til­ samans fingið yvir 10 milliónir í stuðuli úr danska statskassanum til tað politiska arbeiðið. Eyðvitað hava fýra teir stóru flokkarnir fingið mest tí bæði Fólka­flokkurin, Sam­bands­ flokk­urin, Javnaðarflokkurin, og Tjóð­veldi, hava fingið yvir tvær milli­ónir í part síðani 1998. Harafturat hevur Miðflokkurin fingið slakar 170.000 krónur og Verkamannafylkingin sum var á sinni, fekk slakar 64.000 krónur til tað politiska virksemi. Bardist ímóti Kári P. Højgaard ásannar, at í Sjálvstýrisflokkinum var stór ósemja um hetta málið og sjálvur var hann píndur inn í sálina av hesum, sum hann tók til. Hann sigur, at tá ið hann for­ maður í Sjálvstýrisflokkinum, bard­ist hann ímóti at flokkurin yvir­høvur stillaði upp til Fólka­ tingsval. Í øðrum lagi vildi hann hava, at flokkurin skuldi boða frá, at fekk hann yvir 1000 atkvøður, skuldi hann kortini ikki søkja um stuðul. Men í báðum førum kom Kári P. Højgaard í minniluta, tí meirilutin í Sjálvstýrisflokkinum vildi bæði stilla upp og taka ímóti stuðlinum. Og Kári P. Højgaard sigur, at flokkurin kom einaferð í ta støðu, at hann fekk stuðul og tá fekk hann 19.169,25 krónur í stuðuli. – Tað hevur riðið okkum sum ein marra, og vit hava nú goldið danska statskassanum stuðulin aftur, og tað eri eg ótrúliga fegin um, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur at í leiðsluni í Nýggjum Sjálvstýri nú, hava tey ta støðu, at tey skulu ikki taka ímóti stuðuli úr danska statskassanum. Hann heldur ikki, at politisku flokkarnir í Føroyum skulu taka ímóti stuðuli úr Danmark, tí skulu vit sjálvi fíggja, sigur Kári P. Høj­ gaard. – Tað politiska arbeiði hjá polit­ isku flokkunum í Føroyum, skal fíggjast í Føroyum, sigur hann. Skulu ikki skammast Kaj Leo Holm Johannesen fyrr­ verandi formaður fyri Sam­ bands­flokkin, heldur ikki, at polit­isku flokkarnir í Føroyum skulu skammast yvir at brúka tey rættindi, teir hava. – Hetta er ein partur av teim­ um rættindum, vit hava í ríkis­ felagsskapinum og tað hava hinir flokkarnir helst eisini ásannað, tí hava teir søkt um stuðulin. Hinvegin heldur hann, at tað er gamaní hjá teimum í Nýggjum Sjálvstýri at vera moralsk og at hava eina greiða støðu í hesum máli, tí flokkurin er so lítil, at hann hevur ikki rætt til stuðul og sostatt hevur hann heldur onki at missa. Ósemja í Tjóðveldi Ingolf Sólheim Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, ásannar, at tað er ósemja í flokkinum um hetta málið. Hann sigur, at spurningurin er til viðgerar í flokkinum, men enn er endalig støða ikki tikin. Hann sigur, at summi í Tjóðveldi eru ímóti at flokkurin yvirhøvur stillar upp til fólkatingsval. Onn­ ur í flokkinum halda, at vit skulu stilla upp, men vit skulu ikki søkja um politiskan stuðul úr stats­kass­ anum. Men so eru tað eisini upp aftur onnur, sum halda, at tá ið flokkurin stillar upp, skulu vit eisini søkja um tann stuðul, vit eiga rætt til, fyri at vera á jøvnum føti við aðrar flokkar, sum stilla upp, sigur hann. Ingolf Sólheim Olsen heldur, at ein máti at avgreiða málið er, at allir flokkarnir í Føroyum semjast um at frásiga sær stuðulin úr danska statskassanum í felag. Men afturfyri kann peningur so játtast á fíggjarlógini hjá Løgtinginum, so at allir flokkar, sum stilla upp til fólkatingsvalið, fingu stuðul, eisini teir flokkar, sum fáa færri enn 1000 atkvøður. Og so vórðu allir flokkar javntsettir, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkin, setir spurning við, hví Tjóðveldi er sinnað at taka ímóti stuðuli frá danska fólkatinginum til at føra politikk fyri, samstundis sum at flokkurin roynir at sannføra okkum um, at danska ríkisveitingin er skaðilig fyri samfelagið. Eisini Kári P. Højgaard vísir á, at tað verður ofta ført fram, at vaskikonur í Danmark skulu ikki rinda fyri vælferðina í Føroyum, men kortini skal hon rinda polit­ isku flokkunum til at føra valstríð fyri. – Eg hevði havt ringan smakk í munninum, hevði eg biðið um danska stuðul at føra politikk fyri, samstundis sum eg royndi at sannføra øll um, at vit hava ikki brúk fyri ríkisveitingini, segði tingmaðurin fyri Nýtt Sjálvstýri. Seinastu árini hava politisku flokkarnir í Føroyum fingið yvir 10 milliónir úr danska statskassanum. Tað pínir summar politikarar í Føroyum, men aðrir halda, at tað er einki at skammast yvir »Eg hevði havt ringan smakk í munninum« Kári P. Højgaard TAÐ PÍNDI MEG INN Í SÁLINA Seinastu árini hava teir fýra stóru flokkarnir í Føroyum, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, og Tjóðveldi, fingið yvir tvær milliónir í part í stuðuli úr danska Sosial og Innlendismálaráðnum, og tað eru tað ógvuliga ymiskar meiningar um POLITISKUR STUÐUL FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 Kári P. Højgaard