Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 19 ÁKI BERTHOLDSEN – Eg haldi ikki at tað er rætt, at ein politiskur flokkur sum Tjóðveldi, fær stuðul úr danska landskassanum. Tað heldur Páll á Reyna­ túgvu, løgtings­formaður. Spurningurin um fíggj­ arliga stuðulin, flokk­ar­nir, sum stilla upp til Fólka­ tingið, fáa úr danska stats­ kassanum, var til umrøðu í Løgtinginum nú ein dagin. Páll á Reynatúgvu hevur ongar viðmerkingar til, hvat aðrir flokkar gera. Men Páll á Reynatúgvu er ikki bara løgtingsformaður, hann er eisini tjóðveldis­ mað­ur. Og hann heldur, at ser­ liga er tað ørkymlandi, at Tjóð­veldi søkir um fíggjar­ ligan stuðul úr danska stats­ kassanum. Hann heldur, at Tjóðveldi eigur at bera seg at, soleiðis sum flokkurin boðar fyri øðr­um. – Vit royna at sannføra føroyingar um, at virt hava ikki danska ríkisveiting fyri neyðini. Tí haldi grund­ leggjandi at tað er skeivt, at Tjóðveldi søkir um stuðul úr danska statskassanum. Hann heldur, at Tjóðveldi eigur at sópa fyri egnari hurð, so at samanfall er ímillum tann politiska boðskapin hjá flokkinum, og so tað, flokkurin sjálvur ger. Skeivt at Tjóðveldi søkir um pengar úr Danmark Tjóðveldi roynir at greiða fólki frá, føroyska samfelagið hevur ikki brúk fyri danskari ríkisveiting, men Tjóðveldi fær sjálvt pengar úr danska statskassanum Tað verður verri og verri at verða óheftur tinglimur Trúfesti hjá løgtinglimum eigur at vera hjá fólkinum og samfelagnum, og ikki hjá serligum, fíggjarliga sterkum bólkum í samfelagnum, heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður ÁKI BERTHOLDSEN L øgtingslimir eiga at hava so mikið góðar um­ støður at virka, at tey í mesta mun eru óheft av fíggjarligum seráhugamálum. Tað staðfestir Páll á Reyna­ túgvu, løgtingsformaður. Aðrastaðni í blaðnum er stuð­ ulin, politisku flokkarnir fáa úr danska statskassanum til umrøðu, men Páll á Reynatúgvu heldur, at sum heild eru politisku flokkarnir ikki serliga sterkir fíggjarliga. Hinvegin ásannar hann at tað kostar at røkja eitt framkomið fólkaræði. Tí heldur hann, at umstøðurnar hjá tingfólki skulu vera góðar, bæði hvat viðvíkur løn og eftirløn. Men fíggjarligi stuðulin til flokkarnar og politikarar eigur at vera so mikið dyggur, at teir fáa røkt sítt starv í andanum á einum framkomnum fólkaræði. Men hann heldur samstundis, at tað eigur at vera ábyrgdin hjá landskassanum brynja politi­k­ ararnar so mikið fíggjarliga, at teir hava ein veruligan møguleika at røkja sítt starv í andanum á fólkaræðinum. – Skulu tað vera onnur, sum skulu fíggja politiska virksemi, er eisini vandi fyri, at tey serligu áhugamálini, tey umboða, vera ov sjónsk. – Tess sterkari løgtingsfólk eru, tess leysari tey eru av serligum hugamálum, tess betri er tað fyri fólkaræðið, staðfestir Páll á Reynatúgvu. Sterkari og sterkari Samstundis ásannar løg­tings­for­ maðurin kortini, at tað eru nógvar fyritøkur í Føroyum, sum verða sterkari og sterkari, og sostatt verður avbjóðingin hjá tingfólki at virka óheft, eisini alsamt størri. Tilsamans fáa politisku flokk­ arnir á løgtingi, og løg­tings­fólk sjálvi, 8.790.000 krónur í fíggjar- ligum stuðuli úr landskass­anum. Politisku flokkarnir fáa 4,8 milliónir tilsamans til politiska upplýsing, og harafturat fáa teir tilsamans tríggjar milliónir til at røkja løgtingsarbeiðið fyri. Og at enda kann hvørt løg­tings­ fólk fáa upp til 30.000 krónur í part til ráðgeving, ella til aðrar út­reiðslur í sambandi við tað politiska arbeiðið. Sjálvur heldur løgtings­for­ maðurin, at stuðulin eigur at vera størri. – Serliga sjónskt er tað í ein­ um valstríði, hvussu ymiskt løg­ tingsfólk eru fyri fíggjarliga. Men tað átti ikki at verið støddin á pengapunginum, sum var av­ger­ andi fyri um ein verður valdur á ting, ella ikki. Tað átti at verið tann politiska hugsjónin, og tann politiski boðskapurin, sum vóru avgerandi, heldur hann. Floksmentanin er viknað Løgtingsformaðurin vísir á, at ein hugsjón við at skipa allar Føroyar sum eitt valdømi, var at bøta um dygdina í lógarsmíðinum. Men tað heldur hann ikki hevur eydnast til fulnar, tí ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at floksmentanin er viknað, og at hvør tinglimur er í sjálvdrátti. – Vit síggja eisini, at tingfólk skifta flokk og tað er alt samalt kanska tí at tingfólk hava staðfest, at tað loysir seg fult so væl at vera í sjálvdrátti. – Tað var neyvan ætlanin við at skipa Føroyar sum eitt valdømi, heldur Páll á Reynatúgvu. Men hann heldur samstundis, at hetta er tekin um, at flokkarnir hava fyri neyðini at verða styrktir, eisini fíggjarliga. Hinvegin dugir hann ikki at síggja fyri sær, at tað verður beint nú, at Løgtingið fer at játta flokkurin meiri pengar at arbeiða fyri. Men hann vónar, at játtanin til politiska upplýsing kann verða hækkað sum frálíður, eisini so at fólk, sum eru óroynd í politikki, men sum hava hug at royna seg, hava ein møguleika at fáa fótin fyri seg. - Tess sterkari løgtingsfólk eru og tess leysari tey eru av serligum hugamálum, tess betri er tað fyri fólkaræðið, staðfestir Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður