Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 26 Óli Jacobsen Á »saltfiskatúrinum« hjá Sólorku í Spania varð eisini komið inn á saltfiskasøgu hjá Willliam Heinesen og Kjølbro Saltfiskasøgan: 2. partur W illiam Heinesen hevur eisini givið sítt íkast til søguna um klippfiskavirking. Hetta var nakað hann kendi til sum sonur keypmannin og reiðaran Zacharias Heinesen. Í bókini hjá William Lanterna Magica, kallast ein av stuttsøgunum: Syndefaldet. Historien om et virkeligt godt menneske. Her skal endurgevast tann parturin av søguni, sum snýr seg um fiskaturking. Varme Fanny kaldtes hun, fordi hun passede et varmeanlæg til indendørs tørring af klipfisk. Det var i tiden før de rigtige store motordrevne fisketørringsanlæg var blevet indført, og varmen kom fra en umådelig stor kulovn, anbragt i et labyrintagtigt rum, hvor den flækkede og vaskede fisk lå ud­bredt på tremmehylder rundt langs væggene. Fisketørringsrummet blev holdt om­hyggelig rent og pillent, og indfyringen til ovnen skete udefra, fra et særligt fyrrum og tilsås af en fyrbøder. For bedre at holde på varmen var gulvet isoleret med stråmåtter. Vinduer og døre var dækket med tykke presenningsportierer, og til at regulere varmen var der i loftet anbragt en stor propel, der bragtes til at rotere ved hjælp af en snore­mekanisme. Anlægget, som i fugtigt vejr, når fisken ikke kunde tørres i det fri, måtte være i drift hele døgnet, passedes om dagen af den såkaldte Dag Anna og om natten af Fanny. For at blive mindst muligt generet af den tørre varme var Fanny let påklædt, til at begynde med i en løst hængende sirtses bluse og en nederdel af gammelt tyndslidt hessian. Men da også dette antræk lejlighedsvis blev for varmt byttede hun det om med en luftig tyls natkjole, som hun kunne være helt nøgen under og som kunne knappes op og i efter behag. Det siger sig selv, at hun i den mundering, og ene som hun var, måtte være et oplagt trækplaster for mandlige kontaktsøgende, men det tjener hende til hæder, at hun i lang tid forsvarede sig hårdnakket mod alle tilnærmelser. Sorte Kristen, der til at begynde med passede fyret, fik intet ud af sit kurmageri uden en gulvkost i skægget og blev derefter hurtigt af Stærke Johan, der var establissementets opsyns­mand, udskiftet med en mere be­ skeden og betænksom ældre mand ved navn Elling. Der kom også en solid lås i døren, som foruden Fanny kun Johan havde nøglen til. Kortini endaði hetta í sorgarleiki. Freist­ ingin bleiv kortini ov stór, men tað er ein onnur søga. Kjølbro og saltfiskur J. F. Kjølbro var okkara fremsti vinnu­lívs­ maður í 20. øld. Tí eigur hann eisini ein munandi part av okkara saltfiskasøgu, sum eisini er lýst í bókini um Kjølbro, sum kom út í 2015. Á fyrru ferðini hjá Sólorku í heyst var ein av fyrilestrunum um Kjølbro. Her skal takast nakað við av salfiska­ søguni hjá Kjølbro Byrjanin Í 1915 bygdi Kjølbro ein skúr á 16x10 alin til støddar í tveimum hæddum undir bakk­ anum norðuri á Varpinum í Klaksvík. Her og á fiskastykkinum, sum varð lagt oman fyri skúrin, fór alt fiskaarbeiði fram tey fyrstu árini. Malargrótið, sum hann brúkti til fiskastykkini á Varpinum, varð flutt heilt úr Borðoyarvík. Í tíðarskeiðinum 1900-1918 vóru bara turkihús á Tvøroyri, men so við og við komu turkihús aðrastaðni eisini. Alla aðrastaðni varð fiskurin turkaður úti, men veðrið var ikki altíð til vildar. Fyrst í 1921 varð turkihús bygt á Varp­ inum, niðri undir skúrinum, sum varð bygdur í 1915. Tað nýggja pakkhúsið var 20x12 alin í tveimum hæddum. Um somu tíð varð brúgvin eisini longd, og skinnarar lagdir út eftir henni, so fiskurin kundi koyrast í vognum til og frá pakkhúsinum. Tá varð farið undir inniturking. Í tí nýggja pakkhúsinum skuldi klippfiskurin eftir­turkast, eftir at hann fyrst hevði verið turkaður úti á fiskastykkinum. Fiskurin varð hongdur upp í bond, sum hingu úr sperrunum niður á gólv. Fleiri kolovnar hitaðu rúmið. Roykrørini frá teimum gingu allan vegin heilt upp í mønuna. Tað gjørd­ ist tí rættiliga heitt inni, og fiskurin kundi seljast sum klippfiskur. Hetta var fyrsta royndin at ídnaðargera fiskaturking í Klaks­ vík. Á Kósini Plásstrotið gjørdist størri og størri, sum virksemið øktist. Á Varpinum bar ikki til at økja um virksemið. Skuldi nakað gerast, mátti farast norður á Kósina. Har var tó ikki so høgligt sum á Varpinum. Har var ikki so kyrt, høgur bakki fyri og næstan ongin fjøra. Lendið her, eins og tað á Varpinum, kom frá svági hansara, Jákupi bónda á Biskupsstøð. Longu í 1922 varð fyrsta húsið bygt norðuri á Kósini, beint undir bakkanum. Húsið var 9x6 m, í tveimum hæddum og við lofti. Ein stutt brúgv gekk oman frá húsinum, sum stóð so niðarlaga, at tað fløddi inn í kjallaran. Sjógvurin at vaska fiskin við kundi tískil hálast upp í ovaru hædd gjøgnum lemm­ar í Siðsøga SIÐSØGA Komið er at landi Óli Jacobsen WILLIAM HEINESEN EIGUR SÍTT Fiskurin verður landaður Í hesum kassanum er mest høgguslokkur