hósdagur 27. oktober 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
27
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið áfram við
saltfiskasøguni hjá Kjølbro.
Føroysk saltfiskaveiða er farin í
søguna fyri einum 20 árum síð
ani. Fyri at varðveita minni um
henda partin av okkara fiskiskapi
skipaði Sólorka við Unn Hilduberg
og Trónd Djurhuus fyri eini viku í
Spania, har dentur skuldi leggjast
á fiskiskap og saltfisk. Serligur
dentur skuldi leggjast á okkara
samband við spanska marknaðin.
Tað varð skipað fyri fyrilestrum
um saltfisk yvirhøvur og serliga
um saltfiskasølu til Spania. Um
framt hetta kom eisini nærum alt
okkara salt úr Spania. Hetta hevur
eisini sína søgu, sum eisini verður
tikin við.
Eisini var undirhald við mill
um øðrum Robert McBirnie, Jens
Marna Hansen, Onnu Kristinu
Thomsen og Gissur Patursson.
Framkomin uppboðssøla
Vitjað var á eini uppboðssølu í
Altea, har á leiðini sum ferðalagið
helt til í Valencia økinum.
Altea er útróðrarbýur, og ein
dagur varð settur av til at kunna
seg um fiskiskap í Spania. Fyrst
var farið út á fiskimið at síggja,
hvussu ein útróðrarbátur fiskar.
Í Altea eru einir 20 útróðrar
bátar og smærri trolarar. Mann
ingin er frá tveimum til fimm
menn. Veitt verður við troli, nót
og gørnum. Umframt hetta koma
bátar aðra staðni frá at fiska út frá
Altea, har teir avreiða.
Tað verður veitt so nær landi, at
tað ber til at avreiða tvær ferðir
um dagin, fyrrapart og seinnapart.
Hetta merkir, at fiskurin er spill
feskur, tá hann kemur til lands.
Vit vóru á bryggjuni henda
seinnapartin, fiskurin skuldi á
uppboði kl. 17. Veiðan var ymisk
fiskasløg, sum brislingur, ella nak
að sum líktist, krabbi, hummari og
havtaska. Havtaskan var í hvussu
er ikki í somu stødd, sum vit kenna
henda fiskin. Hann var so smáur,
at tað neyvan hevði verið loyvt at
landa hann í Føroyum.
Tað mest imponerandi var
uppboðssølan, har fiskurin varð
seldur. Her var talan um eina sera
framkomna skipan. Vanliga eru
tað bert fiskakeyparar, sum eru til
staðar, men í »vennavold« sluppu
føroyingarnar inn eina løtu at
síggja hvussu uppboðssølan virk
ar.
Her er talan um eina »øvugta«
uppboðssølu í mun til okkara. Lagt
verður út við einum høgum prísi.
Er einki boð, so gongur »klokkan«
niðureftir, og tann fyrsti, sum
trýstir á knøttin, tá hann heldur,
at hetta er ein prísur, hann kann
gjalda, eigur boðið.
Hetta gongur alt við rúkandi
ferð. Ein kassi verður seldur í senn,
tað tekur bert sekundir. Kassin
verður vístur á einum skermi,
har tað sæst, hvat fiskaslag, ið er
í kassanum, og hvussu nógv kg.
eru í honum. Boðið er so fyri allan
kassan. Tí er ringt at meta um
prísin, men ein nokk so vanligur
prísur var 4 euro fyri 4 kg. Hetta
gevur so um eina euro, t.v.s um
7,50 pr. kg. Tað vóru eisini lægri
og hægri prísir.
Ein spanskur fiskifrøðingur
var við fylginum, og hon greiddi
frá tí vit sóu og um spanskan
fiskiskap.
Fiskurin verður seldur til mat
stovur. Hetta øki hevur nógv
ferðafólk, sum eisini dáma væl eta
fisk. Hetta gevur eisini kapping
um fiskin og hevur eisini týdning
fyri prísin, sum fæst fyri fiskin.
Saltfiskurin
Ein partur av skránni var eisini
tilgerð av saltfiski. Hetta var gjørt
saman við Róa Egholm og einum
sponskum kokki, sum eitur Jesus,
har luttakararnir sluppu at vera
við tilgera og eta saltfisk á ein
øðrvísi hátt enn føroyingar kenna
til. Av tí at spaniólar eta so nógvan
saltfisk, hava tey her funnið upp á
ótaldar mátar at gera hann til. Tað
sigst at vera móti 300 uppskriftir.
Hetta ber til, tí at spaniólar ikki eta
fiskin so saltan og hann smakkar
tí øðrvísi enn vanligt er í Føroyum.
Hesum greiddi Rói frá. Hann for
taldi eisini um, hvussu tað er at
selja saltfisk í Spania í dag.
Birgir Enni hagreiddi eisini
saltfisk til allar luttakararnar á
ferðini.
Við í ferðalagnum vóru fleiri
fyrrverandi aktørar innan salt
fiskavinnuna, bæði á sjógvi og
landi. Tað var eisini áhugavert hjá
teimum at koma so nær hesa søgu,
sum tað næstan ber til í dag.
Allar myndirnar í hesi grein eru
frá hesum saltfiskatúri.
Tað vísir seg, at hesar ferðir
hjá Sólorku eru væl umtóktir. Her
eru ferðir fyri øll áhugamál. Eisini
heilsuferðir. Ein luttakari, for
restin ein saltfiskamaður, segði,
at hann hevði fingið eina nýggja
konu! Hon hevði verið plágað av
pínu í mong ár, men nú var hon
nógv frægari.
Sólorka lýsir longu við ferðum
til várs aftur. Nærri kunning fæst
á heimasíðuni www.solorka.com
Hentir spanskir veiðitjóvar
Spania er ein av fremstu fiski
vinnutjóðunum í Europa. Árliga
veiðan er um 1,4 mill. Tons. Talið
av fiskiførum er um 19.000, har tey
flestu eru tað vit kalla útróðrar
bátar. Spania hevur eisini havt
ein stóran fjarfiskiflota, sum nú
er minkaður nakað nógv.
Spaniólar hava eisini veitt
undir Føroyum. Tað er ein nokkso
stuttlig søga um, hvussu spanskir
veiðitjóvar fyrst í 1990-unum
gjørdu okkara veiðiflota meira
fjølbroyttan.
Tá vórðu tvey sponsk fiskiskip
tikin á stongdari leið á føroyskum
sjóøki. Tey vórðu tikin til Havnar
og komu fyri rættin. Men tá ið
farið var at kanna reiðskap og
veiðu sást, at teir høvdu fiskað
havtasku við gørnum. Í Føroyum
var eingin, sum tá visti, at hetta
var ein veiða sum bar til.
Hetta var í krepputíð, og tað var
skjótt, at fleiri føroysk skip fóru
á hesa veiðu, og væl bar til. Tá
kom eisini einum reiðara til hugs,
at tað skuldi eisini borið til hjá
føroyingum at veiða svartkalva
við gørnum. Men so nógv stóð tá
á í samfelagnum, at tað fekst ikki
fígging til reiðskapin. Tá bjóðaði
fiskimannafelagið sær til at fíggja
henda reiðskap, og her bar eisini
væl til.
Sponsku skipini fingu bót, í
veruleikanum høvdu tey uppi
borið eina premiu!
gólvinum. Úr miðhæddini gekk
ein træbrúgv niðan á fiska-
stykkið. Hetta var so byrjanin,
men á hvørjum ári kom okkurt
afturat.
Tann fyrsta stóra útbygg
ingin kom í 1932.
Kjølbro dugdi
betur enn aðrir
Kjølbro var ein snillingur, tá ið
tað snúði seg um handilsskap.
Eitt dømi um hetta er henda
frásøgn frá honum sjálvum:
Ofta hava føroyingar havt
trupult við at selja fisk. Eg kann
minnast 1930. Tá vóru Brøður
Lützen eisini í trupulleikum.
Teir høvdu trý skip, sum lógu
full á vágni. Har varð eisini
afturlatið, og sakførararnir
yvirtóku tað búgvið. Sakførarin
Simons vildi hava meg til at
yvirtaka hesar lastirnar. Hann
bjóðaðu mær tær fyri 16 oyru kg,
hetta var góður saltfiskur.
Men tað var so ringt við
marknaðinum, at eg hevði ikki
hug til at keypa fiskin, tí eg visti
ikki, um eg kundi fáa peningin
aftur.
Tað gekk so ein long tíð, og
tað endaði við, at eg keypti hesar
tríggjar lastirnar fyri 14 oyru/
kg. Eg minnist, at tað kom ein
dampari eftir saltfiski.
Vit kundu ongan fastan prís
fáa fyri fiskin. Men eg kendi væl
hesar menn í
London og visti, at teir vóru
heiðurligir menn. Eg fekk at vita
frá teimum, at best var at selja
skjótast gjørligt. Teir søgdu, at
tað var ikki skjótt, at tað fór at
verða betringur. Tað var eisini
satt, tað bleiv enn verri eina tíð.
Hesin saltfiskahandilin
hevur óivað verið góður hjá
Kjølbro, tí miðalprísurin á
saltfiski var í 1930 25 oyru fyri
kg, og í 1931 var miðalprísurin
19 oyru fyri kg. Tí var tað eisini
skilagott, at hann gjørdi skjótt
av. Kanska hevur hetta verið við
at bjarga honum úr kreppuni,
sum beindi fyri so nógvum fyri
tøkum um hetta mundið.
T ÍKAST
SALTFISKATÚRUR VIÐ SÓLORKU
Í døgunum 11-18. oktober skipaði Sólorka fyri einum »saltfiskatúri” til
Spania, sum var ein týðandi marknaður fyri saltfisk hjá Føroyum
Sjálvsagt var matserfrøðing
urin Jóan Pauli Joensen
við til saltfiskadøgurðan.
Her leggur Rói Egholm
føroyingum lag á
Gudmund Mortensen og Ólavur Petersen
hava havt royndir sum reiðarar
Nú er klárt at eta