hósdagur 27. oktober 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
28
PÆTUR ALBINUS
H
ann er óivað tann
føroyski hondbólts
leikarin, sum er rokkin
longst. Hóast føddur
og uppvaksin í Føroyum, so
hevur hann ongantíð verið
at sæð í føroyskum vaksna
mannahondbólti. Hann hevur
yvirhálað allar hinar inn um eftir
avgerðina um at royna seg í
Danmark longu sum 16 ára gamal.
Heilt serligar gávur, hart arbeiði
og nakrar púra rættar avgerðir á
leiðini hava hildið honum í einari
rívandi menning, sum hevur borið
hann somikið langt, at hann mátti
velja lítlu Føroyar frá og valdi at
umboða Danmark, haðani boð
vóru eftir honum bæði á ungdóms-
og A-landsliðnum.
Skanderborg
Tað byrjaði alt í føroyska høvuðs
staðnum, Tórshavn. Jóhan er
yngstur av trimum systkjum, og
í familju hansara er hondbóltur
ikki heilt ókendur. Mostur hans
ara, Marjun á Plógv, hevur
nevniliga áður spælt á føroyska
hondbóltslandsliðnum. Sum so
mong onnur ung her á landi, so
spældi Jóhan fyri tað mesta fótbólt,
men spældi tó eisini hondbólt í
vetrarhálvuni. Hetta gjørdi hann
fram til um 15 ára aldur, tá ið hann
valdi at halga seg til hondbóltin.
Evnini til hondbólt vóru eyð
sýnd, og árið eftir, tá ið Jóhan
var 16 ára gamal, vildi Jan Ottosen,
sum tá var KÍF-venjari og talent
venjari kring landið, at Jóhan
skuldi royna seg í Danmark. Hann
helt, at ungi kyndladrongurin
hevði støðið til at spæla uttanfyri
Føroyar.
Ein royndarvenjing við Skand
erborg fekst í lag, og har gekst
tað somikið væl, at felagið bjóðaði
honum niður á hondbóltsskúla.
Jóhan tók av.
- Eg segði við meg sjálvan, at
hetta skuldi vera sum ein eftir
skúli, har eg ætlaði mær at læra
eina rúgvu og so fara heimaftur
til Føroya. Eg fekk tó møguleikan
at halda fram, og eg valdi at taka av,
sigur Jóhan, sum samstundis eisini
fór á Handilsskúla.
- Tað var ein óluksáliga góður
møguleiki at fáa. Alt rundan um
var væl lagt tilrættis, so tað var
bara at venja og at lesa, greiðir
Jóhan frá, sum búði á akademinum
saman við 25-30 øðrum, har matur
varð borðreiddur fyri teimum og
umstøðurnar sum heild vóru av
teimum bestu hjá teimum ungu at
menna seg í rætta umhvørvinum.
Víðari
Tað gekk væl í Skanderborg.
Jóhan hevur tað mesta av sínum
ungdómi spælt høgri bakkur,
men seinasta árið í Føroyum
og serliga í Skanderborg varð
hann umskúlaður til høgra vong.
Hann beit seg skjótt fastan á
besta liðnum hjá Skanderborg,
sum spældi í bestu deildini, og
sum tíðin leið fingu onnur feløg
eyguni upp fyri unga føroyska
vongleikaranum. Hann var ein av
stuðulsleikarunum í Skanderborg,
og seinasta kappingarárið, hann
spældi har, var hann toppskjútti á
liðnum við 81 málum.
Áðrenn kappingarárið í fjør
fekk hann eitt tilboð, sum hann
ikki kundi siga nei til. Tað var
Bjerringbro-Silkeborg, sum bjóðaði
honum ein trý ára sáttmála.
- Hetta var eitt fet víðari á
leiðini. Tíðin í Skanderborg var
góð og samstundis ein góður
møguleiki til ligahondbólt, men
um góða gongdin helt fram, so var
tað bara ein spurningurin um tíð,
til eg skuldi víðari til eitt størri lið.
Um ein droymir um at koma á
landslið og víðari út í heim, so skal
ein til eitt topplið, og tí ivaðist eg
als ikki í at taka av, sigur Jóhan,
sum um hetta mundið var 21 ár.
Tað er deiligt at
kunna liva av tí,
sum man elskar«
Jóhan á Plógv Hansen
MYND: POLFOTO.DK
ÍTRÓTTUR
EG UMBOÐI FØROYAR
UMVEGIS DANMARK
Jóhan á Plógv
hondbóltur
- Tað er óivað onkur sum heldur, at eg heldur burdi umboðað Føroyar og
verið ein av berandi kreftunum har, men Føroyar høvdu einki landslið tá
ið eg valdi Danmark. Eg umboði Føroyar umvegis Danmark, sigur Jóhan á
Plógv Hansen, sum um eina viku skal spæla ímóti sínum egnu landsmonnum,
tá ið Føroyar og Danmark dystast í venjingarkapping í Póllandi.
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124