Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 DM Við skiftinum til Bjerringbro- Silkeborg var tað ein kollvelting, sum nú fór fram. Hann er nú hondbóltsleikari fulla tíð. - Tað er deiligt at kunna liva av tí, sum man elskar. At vakna hvønn morgun kl.8 og at fara til venjing kl.10. Nógv fólk leita eftir einum arbeiði, har tey kunnu vera tey sjálvi, og tað havi eg funnið. Eg elski tað, og eg kann liva av tí, sigur Jóhan, sum venur tvær ferðir um dagin, tó onkuntíð einaferð um dagin, um nógvir dystir eru á skránni. Fyrsta árið í Bjerringbro- Silkeborg gekk betur enn væntað hjá Jóhan og kanska serliga hjá liðnum. Við einum 5. plássi í deild­ ini fingu teir smoygt seg víðari til endaspælið, har teir tóku øll á bóli við at fara allan vegin og vinna DM. - Vit gjørdu tey røttu tingini upp á tað rætta tíðspunktið. Vit hava eitt gott lið, har allir leikararnir eru góðir til nógv ymisk ting, heldur Jóhan um orsøkina til at hann og liðfelagarnir fóru allan vegin. Tað er eisini nakað annað, sum sermerkir liðið, heldur hann. - Sosialt eru vit nokk tað besta liðið í Danmark. Á nógvum lið­ um er hópurin býttur í bólkar, kanska teir yngru og teir eldru, men her halda allir spælararnir saman. Eg kann t.d. fara á kafé við Michael V. Knudsen (38 ár, red.), vísir Jóhan á, sum nú spælir á liði saman við nógvum kendum hondbóltsspælarum, eitt nú Nikolaj Markussen, Michael V. Knudsen og Søren Rasmussen. - Teir hava roynt alt. Michael og Søren hava spælt í níggju og fýra ár í Týsklandi, hava vunnið Champions League og spælt eina rúgvu av landsdystum. Ein kann læra nógv av fólki, sum hava livað av hondbólti fulla tíð í nógv ár. Eg síggi á teirra gerandisdegi hvussu nógv skal til fyri at koma so langt. Tað er ikki einans talent, men hart arbeiði og góðir vanar við mati, svøvni og øllum smálutum, sigur Jóhan, sum verður hjálptur væl av aldursforsetunum á liðnum. - Teir brúka nógva tíð upp á at hjálpa øðrum og at veita ráðgeving. Ivast tú í nøkrum, so er bara at spyrja teir um hjálp, greiðir Jóhan frá. - Gerandisdagurin er sum heild vorðin lættari. Tú ert við professionellum fólki hvønn dag, og alt setup er professionelt. Vit spæla eina rúgvu av dystum, og tað gevur somuleiðis royndir til at vita hvat skal til at koma ímillum tey allarbestu, sigur hann víðari. Profilur Jóhan átti ein lítlan leiklut í danska meistaraheitinum í fjør, men í hesum kappingarárinum hevur hann ment seg til at vera ein sannur profilur á liðnum. Hann situr suverent á plássinum á høgra vongi, har hann skjýtur nógv mál samanborið við aðrar vongleikarar. - Venjarin trýr upp á meg, og nakað av spælinum er eisini bygt upp um meg. Kontra er eisini ein stórur partur av tí heila, eins og tað at eg spæli fulla tíð hvønn dyst. Tað er bara at taka av møguleikunum, sigur Jóhan. Løtan til gjøgnumbrotið kundi neyvan verið betri Jóhan, nú lið hansara luttekur í Champions League og er í bólki við stórfeløgum sum FC Barcelona, THW Kiel, Flensburg-Handewitt og PSG Handball. - Tað er sum ein dreymur hvørjaferð vit spæla Champions League. At sleppa at spæla ímóti teimum stóru stjørnunum hvønn sunnudag, tað er ikki til at lýsa við orðum. Eg havi sæð teir í sjónvarpinum í nógv ár, og so brádliga at spæla ímóti teimum, tað er óluksáliga stuttligt, heldur Jóhan. Bjerringbro-Silkeborg hevur framvegis møguleikan at spæla seg víðari í Champions League. Í løtuni eru teir í beinharðari kapping við Kadetten Schaffhausen og Wisla Plock um at fáa seinasta plássið, ið gevur atgongd til endaspælið. - Vinna vit í Póllandi í februar, so sær gott út, men verður ringt. Vit droyma um tað, og eg vil siga tað er ein sensatión, um vit klára at spæla okkum víðari, sigur Jóhan. Vil víðari Tað er eftir hondini eisini vorðin ramur álvari hjá Jóhan, sum hevur skotið 26 mál í Champions League higartil og saman við Nikolaj Markussen hevur skotið flest mál á liðnum. - Tað hevur gingið skjótt síðstu árini. Frá Kyndli til Skanderborg og til at vinna DM við Bjerringbro- Silkeborg og at spæla Champions League. Tað hevur gingið skjótari enn eg væntaði, sigur Jóhan, sum einans er 22 ára gamal og tískil kundi hugsast at verið í kikarunum hjá størri feløgum úti í heimi. - Um tað heldur fram at ganga sum tað gongur nú, so hevði tað verið stuttligt at sloppið at roynt seg í Týsklandi ella í Fraklandi, sigur Jóhan, sum ikki so fegin vil seta orð á nakað dreymafelag, men tó nevnir, at tað hevði verið stuttligt at spælt við PSG Handball, har heimsstjørnur sum Mikkel Hansen og Nikola Karabatic spæla. - Tað er toppurin av toppinum. Allir eru landsliðsleikarar og tað er helst besta liðið í verðini, sigur hann. Ímóti Føroyum Jóhan á Plógv Hansen hevur umboðað Føroyar í menningar­ kapping, men tá ið boð vóru eftir honum frá danska U21- landsliðnum, valdi hann heldur at taka av tí møguleikanum. Hann er tískil vorðin partur av tí donsku landsliðsskipanini, og verður ikki at síggja aftur í føroyska landsliðsbúnanum. - Tað er óivað onkur sum heldur, at eg heldur burdi umboðað Føroyar og verið ein av berandi kreftunum har, men sum eg eisini havi sagt áður, so høvdu Føroyar einki landslið tá ið eg valdi Danmark, sigur Jóhan og undirstrikar, at hann er fegin um, at eitt nýtt føroyskt landslið nú verður bygt upp. Meðan landskapping, steypa­ kapping og Champions League skal spælast hvørt um annað í einari sera tættari dystarskrá, so skal Jóhan á Plógv Hansen dagarnar 3. - 6. novembur luttaka í einari venjingarkapping við danska B-landsliðnum, eisini kallað menningarlandsliðið. Kappingin verður spæld í Póllandi, og hini londini í kappingini eru Pólland B, Estland og Føroyar. Jóhan skal tískil dystast ímóti sínum egnu landsmonnum, føroyingum, men tað hevur hann ikki hug at gera nakran stóran háva burturúr. - Tað verður stuttligt at spæla ímóti nógvum av mínum vinmonnum. Eg kenni stórt sæð allar á tí føroyska liðnum. Tað er eingin grund at gera tað verri enn tað er, tí eg umboði bara Føroyar umvegis Danmark, sigur Jóhan. Jóhan hevur spælt tveir EM- undankappingardystir við danska A-landsliðnum. Hetta var í fjør, tá ið Lasse Svan Hansen og Hans Lindberg vóru skaddir, og boð vórðu send eftir Jóhan og Patrick Wiesmark at loysa av á høgra vongi. Jóhan skeyt trý mál ímóti Litava og tvey mál ímóti Bosnia. - Nú eru eg og Patrick Wiesmark úttiknir til menningarlandsliðið, so tað sær út til, at vit eru 3. og 4. val á landsliðnum. Eg droymi um at sleppa á danska A-landsliðið. Lasse Svan og Hans Lindberg eru uppi í árunum og upp á eitt tíðspunkt steðga teir, so vónandi verði eg ein av teimum, sum tekur yvir tá, sigur Jóhan á Plógv Hansen at enda. ALBINUS@SOSIALURIN.FO MYND: POLFOTO.DK Venjarin trýr uppá meg« Jóhan á Plógv Hansen