Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Í øllum førum sambært kanningina, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið. Tí sambært kanningini er tað so at siga bara Heðin Mortensen, sum veljarar í Havn vilja hava til borgar­ stjóra. 32,1 prosent av teimum spurdu siga, at Heðin Morten­sen eisini skal vera borgar­stjóri í Havn eftir valið týs­dagin. Kappingin frá ávikavist Kaj Leo Holm Johannesen og Anniku Olsen er so at siga bara ein viðfáningur. Tí tey fáa ikki 4 prosent tilsamans, tá veljarar verða spurdir, hvør skal vera borgarstjóri. Jógvan Arge í Tjóðveldi fær eitt vet størri undirtøku sambært kanningini, tí hann fær 4,1 prosent, tá fólk verða spurd um, hvør skal gerast borgarstjóri eftir valið. Í kanningini vórðu fólk spurd soleiðis: – Hvønn av teimum upp­ stillaðu sært tú helst sum borgarstjóra? Tey spurdu skuldu tá siga navnið tí millum tey uppstillaðu, sum tey helst vildu hava sum borgarstjóra. Úrslitið sæst niðanfyri: KOMMUNUVAL 2016 Annika og Kaj Leo lítla undirtøku NAVN ATKVØÐUTAL PROSENT 1 Heðin Mortensen 212 32,1 2 Jógvan Arge 27 4,1 3 Kaj Leo Holm Johannesen 14 2,1 4 Marin Katrina Frýdal 12 1,8 5 Annika Olsen 11 1,7 6 Bogi Andreaseni 9 1,4 7 Gunnvør Balle 9 1,4 8 Tróndur Sigurðsson 9 1,4 9 Ruth Vang 5 0,8 10 Annita á Fríðriksmørk 3 0,5 11 Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð 2 0,3 12 Jan Christiansen 2 0,3 13 Jógvan Thomsen 2 0,3 14 Annfinn Brekkstein 1 0,2 15 Beate L, Samuelsen 1 0,2 16 Boði Haraldsson 1 0,2 17 Djóni Nólsøe Joensen 1 0,2 18 Halla Samuelsen 1 0,2 19 Helena Dam á Neystabø 1 0,2 20 Høgni Jacobsen 1 0,2 21 Jákup Dam 1 0,2 22 Joan Neshamar 1 0,2 23 Kristianna Winther Poulsen 1 0,2 24 Leivur Hansen 1 0,2 25 Malan Eyðunsdóttir 1 0,2 26 Odd Færø 1 0,2 27 Súsanna Olsen 1 0,2 28 Theresa T,Kreutzmann 1 0,2 29 Tráin Petursson Nónklett 1 0,2 51,4 Um tað var ætlanin, at Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen hvør í sínum lag skuldu taka kappingina upp við Heðin Mortensen um at vera borgarstjóri í Havn, so eru tær ætlanirnar miseydnaðar Annika Olsen hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at røkja bæði løgtingssessin og ein býráðssess. Hóast hon ikki hevur sagt tað beinleiðis, so verður gitt, at um hon fær borgarstjórasessin, so sigur hon løgtingssessin frá sær, og at um hon ikki verður borgarstjóri, velur hon løgtingsesssin. Men sambært kanningini fær hon ikki stóra undirtøku sum borgarstjóri Jógvan Arge hevur sagt, at hann tekur fegin av, um tað stendur honum í boðið at gerast borgarstjóri. Í Tjóðveldinum siga tey, eins og fleiri aðrir flokkar, at tann fyrst valdi nátúrliga er borgarstjóravalevni Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, sigur, at hann tekur fegin við avbjóðingini er gerast borgarstjóri í Havn. Hann heldur, at hann hevur góðar leiðsluroyndir frá tíðini sum løgmaður. Men sambært kanningini, so fær hann ikki stóra undirtøku millum veljarar at gerast borgarstjóri