mánadagur 31. oktober 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
Eirikur Lindenskov
Verður úrslitið á leið soleiðis,
sum kanningin hjá Fynd
vísir, so mugu í minsta lagi
tveir flokkar samstarva í
Tórshavnar býráð.
Á seinasta býráðsvali í
2012 vann Javnaðarflokkurin
einsamallur meirilutan í bý
ráðnum, men valdi kortini
eina breiða samgongu, har
fyrst allir flokkar vóru við.
Seinni fór Tjóðveldi úr sam
gonguni.
Samgonga er nú millum
Javnaðarflokkin, Sambands
flokkin
og
Fólkaflokkin.
Tann
samgongan
kann
halda fram eftir valið. Sam
bært kanningini, so hevði
andstøðan vaksið, tí Tjóð
veldi og Framsókn vinna
hvør sín sess frá Javnaðar
flokkinum.
Tríflokkasamgongan hevði
– sambært kanningini – so talt
9 av 13 býráðslimum.
Samstarvið millum hesar
tríggjar flokkar hevur at
síggja til gingið væl. Men tað
merkist á ávísum politikar
um, at teir vilja hava annan
borgarstjóra.
Hann verður tó trupul
at fáa eyga á, og um Heðin
Mortensen ger eitt so gott
val, sum kanningin vísir, so
slepst ikki uttaum um hann,
uttan so, at skipað verður ein
samgonga uttan um Javn
aðarflokkin.
Og tað ber væl til, tí tað
hava vit sæð fleiri ferðir
áður.
Í Klaksvík hevði Fólka
flokkurin 5 av 11 býráðslim
um eftir seinasta val. Kortini
endaði tað við, at tríggir
flokkar, Sjálvstýrisflokkurin,
Tjóðveldi og Javnaðarflokk
urin
skipaðu
samgongu
uttan um Fólkaflokkin.
Tað sama kann henda í
Havn hesaferð. Tað verður
– um vit halda okkum til
úrslitið av kanningini – um
Tjóðveldi skipar samgongu
saman við Fólkaflokkinum
og annaðhvørt Sambands
flokkinum ella Framsókn. Í
øllum førum er neyðugt, at
tríggir flokkar samstarva,
um Heðin Mortensen og
Javnaðarflokkurin
skulu
haldast uttanfyri.
Tað átti eisini at verið
hugsandi, at Javnaðarflokk
urin og Tjóðveldi skipaðu
eina breiða samgongu einsa
mallir. Politisku skráirnar
víkja lítið hvør frá aðrari,
men her eru tað persónar, ið
ikki samstarva væl.
Tað kann sjálvandi broyt
ast á valinum, tí at fólk verða
skift út. Men tað vísir seg
eisini ofta, at talvan vaskast
rein eftir eitt val, og tí eru
kanska
allir
møguleikar
opnir.
Nýggja samstarvið – vita
vit av royndum – verður
skipað beint eftir at valúrs
litið er klárt týskvøldið í
næstu viku.
Tiltikið er, tá Lisbeth L.
Petersen, táverandi borgar
stjóri, fór heim at sova eftir
at
valúrslitið
var
greitt
valkvøldið í 1996. Tá hon
vaknaði aftur, hvødu Fólka
flokkurin,
Tjóðveldi
og
Javnaðarflokkurin
skipað
samgongu uttan um Sam
bandsflokkin. Tað vil eingin
borgarstjóri uppliva.
Vanligt er ikki, at flokk
arnir í Havn framman undan
valinum boða frá, hvørjum
teir helst samstarva við – tí
standa í veruleikanum allir
møguleika opnir valkvøldið.
KOMMUNUVAL 2016
ÚTROKNING AV BÝRÁÐSLIMUM PR. FLOKK
Listi
A
Nr.
B
Nr.
C
Nr.
E
F
Nr.
Atkvøður
18,10 3
12,20 6
33,50
1
24,80 2
11,30
7
Atkv./2
9,05
9
6,10
16,75
4
12,40 5
5,65
Atkv./3
6,03
4,07
11,17
8
8,27
10
3,77
Atkv./4
4,53
3,05
8,38
11
6,20
13
2,83
Atkv./5
3,62
2,44
6,70
12
4,96
2,26
Atkv./6
3,02
2,03
5,58
4,13
1,88
Atkv./7
2,59
1,74
4,79
3,54
1,61
Nú mugu fleiri
flokkar samstarva
Í minsta lagi tveir flokkar – og um Heðin Mortensen skal haldast uttanfyri,
so skulu í øllum førum tríggir flokkar samstarva í Tórshavnar býráð
Tá roknað verður út, hvussu býtið verður av býráðslimum, verða atkvøðutølini býtt við 2, 3, 4, osfr. Síðan verður
fyrst hugt eftir, hvør flokkur er størstur, og hann fær fyrsta sessin. Síðani verður farið til næststørsta talið til teir
13 sessirnir eru mannaðir. Í talvuni omanfyri eru prosenttølini sett inn í staðin fyri verulig atkvøðutøl. Tá síggja
vit eitt nú, at Tjóðveldi fær sess nummar 13 við talinum 6,2. Sambandsflokkurin hevur 6,1 og Fólkaflokkurin 6,03, so
har er tætt ímillum, at annaðhvørt Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin tekur 13. sessin frá Tjóðveldinum
Valplakatirnar verða størri og størri – í øllum førum í Havn, har
plakatirnar longu hava hingið uppi í fleiri vikur