mánadagur 31. oktober 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LØGREGLAN
– Trygdin hjá politistum í Føroyum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, sigur
Absalon Áargarð um hendingina, sum fór fram síðsta vikuskifti
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Síðsta vikuskiftið varð ein
politistur sligin í býnum.
Løgreglumaðurin fekk sár á
høvdið og noyddist á skaða
stovuna, men tað kundi
endað verri, um gernings
maðurin rakti betur. Tí tað,
sum hann slóð politistin við,
var eitt tungt politiradio,
sum hann tók frá politistun
um.
Gerningsmaðurin
varð
sendur í rættin til grund
lógaravhoyring og har hendi
nakað, sum politistarnir ikki
høvdu væntað. Maðurin varð
ikki varðhaldsfongslaður.
Absalon
Áargarð,
for
maður í Føroya Politistafelag
sigur, at niðurstøðan kom
púra óvart á.
– Tá ið ein politistur verð
ur álopin og sligin við einum
amboði, so hildu vit, at tað
fór at føra til eina varðhalds
fongsling,
sigur
Absalon
Áargarð.
Hann spyr, hvussu før
oyska samfelagið raðfestir
verjuna hjá løgregluni.
– Tað er okkara arbeiði at
fara inn í støður, har fólk eru
ill í sær og vit seta okkum í
vanda. Tí vænta vit eisini av
samfelagnum, at vit fáa eina
ávísa verju, sigur Absalon
Áargarð.
Ávirkar trygdina
framyvir
At
rætturin
ikki
metti
hendingina nóg grova til,
at gerningsmaðurin skuldi
varðhaldsfongslast, fer at fáa
onkra ávirkan á føroyskar
politistar framyvir.
– Fólk eiga at vita, at gera
tey seg inn á ein politist, so
fær tað avleiðingar. Og tá
ein politistur verður sligin
við
einum
amboðið,
so
undrar tað, at hendingin ikki
verður mett nóg grov til, at
gerningsmaðurin
verður
varðhaldsfonglsaður, sigur
Absalon Áargarð.
Og tá umræður trygg
leikan hjá politistunum, so
er hetta eitt skot fyri bógvin.
– Vit stúrsaðu við av av
gerðini. Og spurningurin nú
er, um vit eru eins trygg á
gøtunum næstu ferð onkur
er illur í sær. Tí tað kann
jú væl vera, at tann næsti
gerningsmaðurin fer at meta
tað minni farligt at leypa á
ein politist nú, tí hann veit,
at hann ikki verður varð
haldsfongslaður,
meðan
hann bíðar eftir dóminum,
sigur Absalon Áargarð.
Hann upplivir tað sum, at
støðutakanin í Føroya Rætti
í síðstu viku hevur elvt til, at
spælirúmið, tá ið umræður
hvussu ein kann uppføra
seg yvirfyri politinum, nú er
víðka.
Niðurstøðan frá Føroya
Rætti í samband við varð
haldsfongslingina, er kærd
til Eystara Landsrætt.
EITT SKOT
FYRI BÓGVIN
Formaður í Føroya Politistafelag