Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Størsta heiðurin fríggjakvøldið, fekk Víkinga leikarin, Sølvi Vatnhamar, sum í sannførandi stíli var kosin ársins spælari í Effo-deildini fyri kappingarárið 2016, har liðskiparar, venjarar, landsliðsvenjarar og miðlafólk høvdu atkvøtt. Tað var ein fegin Sølvi Vatnhamar sum kom upp at taka ímóti heiðrinum á Hotel Føroyum. Sølvi Vatnhamar greiddi frá, at talan hevur verið um ein langan upptúr seinastu árini. – Eg haldi at síðani at eg og daman fluttu heim úr Danmark fyri nøkrum árum síðani, har vit høvdu verið niðri í lestrarørindum, hevur talan mestsum bara verið um upptúr, tað sum viðvíkur fótbóltin. Nú verið eg so valdur til besta spælara í Føroyum fyri 2016, og tað kann kanska ikki blíva nógv størri enn tað sama. Ella tað fáa vit í øllum førum at síggja, segði Sølvi Vatnhamar at enda. Ein av profilunum á liðnum hjá KÍ í ár hevur verið ungi og evnaríki, Jóannes Bjartalíð, sum hevur skotið ikki færri enn 17 mál í Effo-deildini. Hann var fríggjakvøldið kosin ársins ungi spælari annað árið á rað í føroyskum fótbólti. Hann greiddi aftaná soleiðis frá. – Hetta er mítt annað ár í Effo-deildini, og hetta er annað árið á rað at eg verið valdur ársins ungi spælari, so tað hevur gingið væl. Persónliga fór at ganga eitt sindur verri hjá mær og eisini hjá KÍ í seinnu hálvu, men samanumtikið hevur talan verið um eitt fantastiska stuttligt kappingarár, greiddi Jóannes Bjartalíð frá Ársins spælari í Effo-deildini, Sølvi Vatnhamar, greiðir frá, at árini aftaná at hann er komin heim aftur til Føroyar úr lestrarørindunum í Danmark, hava verið ein langur upptúrur KÍ spælarin, Jóannes Bjartalíð, var fríggjakvøldið kosin ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti annað árið á rað Ársins spælari: Ein langur upptúrur Ársins ungi spælari: Ársins stjørnuskot annað árið á rað Poul Einar Kruse, frá Optikbúðini, handar Sølva Vatnhamar steyp fyri ársins spælara Myndir: Álvur Haraldsen Ansni stuðlar ársins málverja, vinnarin bleiv Kristian Joensen Axel Mc Intosh, frá Skóhorninum, handar Atla Gregersen steyp fyri ársins verjuleikari Hjá Rafik á Glyvrum stuðlar ársins miðvallari. Vinnarin bleiv Sølvi Vatnhamar Karin, frá Kallkyn, handar Jóannes Bjartalíð steyp fyri ársins ungi spælari Leif André Eliasen, formaður hjá ÍF, tók móti Fair Play steypinum frá FSF Skóhornið