mánadagur 31. oktober 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
STUTTSØGD TÍÐINDI
H71 SNÁVAÐI Á
HEIMAVØLLI
Tað var um reppið, at H71 einki stig fekk hetta
umfarið. Tey stuttsøgdu hyggja hesaferð nærri at
økta spenninginum í báðum hondbóltsdeildunum,
eins og vit gera eitt legg út í heim.
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Hallur Hansson spældi við
allan dystin, tá ið AC Horsens
sunnudagin var á vitjan hjá
SønderjyskE. Hetta var bein
leiðis dystur um tað avgerandi
6. plássið í Superliguni, men
tað gekk einki hjá teimum
gulu úr Horsens hesaferð.
Teir taptu 2-0 eftir mál frá
Mikkel
Uhre
og
Marcel
Rømer. Eftir tapið er AC
Horsens nú nummar sjey,
eitt pláss og tvey stig frá
6. plássinum, sum gevur
atgongd til endaspælið.
René S. Joensen fekk sein
asta hálva tíman á vøll
inum, tá ið Vendsyssel FF
sunnumorgunin
var
fyri
einum avsmurningi á heima
vølli ímóti greiða odda
liðnum Hobro. Lítið fekk
René hjálpt, tí støðan var
longu 3-0 til gestirnar tá
ið hann varð settur á vøllin.
Endin var, at Hobro vann
4-0. Vendsyssel FF liggur tó
framvegis væl fyri í næstbestu
donsku deildini, har teir eru
eitt stig frá uppflytingini.
Heini Vatnsdal og Bárður
J. Hansen vóru báðir við í
byrjunaruppstillingini, tá ið
Fremad Amager sunnudagin
vann greiðan 3-0-sigur á
heimavølli
ímóti
Skive.
Sigurin varð grundlagdur
í fyrra hálvleiki, tá ið teir
av Amager vóru á odda
2-0. Heini Vatnsdal varð
útskiftur tá ið ein tími var
farin av dystinum. Við sigr
inum hevur Fremad Amager
nú lyft seg fram undir liðina
á Vendsyssel FF og er nú
einans eitt stig frá uppflyt
ingarplássunum.
Brandur Hendriksson var
heldur ikki hesaferð partur
av Randers-hópinum, sum
leygardagin vann 2-0 á úti
vølli ímóti Lyngby. Mikael
Ishak og Marvin Pourié
skutu málini hjá Randers,
sum nú er á fjórða plássi í
Superliguni, tó ájavnir við FC
Midtjylland, ið er nummar trý.
Gilli Rólantsson var á bonk
inum og neyvan í dystar
formi
vegna
skaðasteðg,
tá ið Brann í gjár vann 2-1
á útivølli ímóti Start, sum
longu er flutt niður. Brann
var aftanfyri, men fekk vent
dystinum ímóti dystarenda.
Sigurin var ógvuliga um
ráðandi, tí Brann er fram
vegis nummar tvey í Tippe
liguni nú einans eitt umfar
er eftir at spæla. Rosenborg
er longu meistari, men Odds
Ballklubb er púra javnt við
Brann, sum tó hevur munin
við betri málúrtøku.
Eftir átta ár í felagnum gong
ur sáttmálin hjá Branislav
Ivanovic út við Chelsea
næsta summar. Hann hevur
framvegis ikki longt um
sáttmálan, og tað ganga nú
leysasøgur um, at hann er
ávegis úr felagnum, har
Antonio Conte ikki Enska
blaðið Express veit at siga,
at kinesiska felagið Jiangsu
Suning, har Ramires spælir,
er klárt at bjóða honum
ein góðan sáttmála. Eisini
Inter,
Marseille,
Crystal
Palace og West Ham sigast
at vera áhugað í serbiska
verjuleikaranum, sum ikki
hevur verið fastur maður
undir nýggja venjaranum,
Antonio Conte.
Memphis Depay kann vera
ávegis at skifta úr Man
chester United, har hann
hevur havt tað trupult síðani
hann kom til í fjør og einans
hevur fingið 12 minuttir á
vøllinum hetta kappingar
árið. Sambært Sunday Mirror,
so er turkiska stórfelagið
Galatasaray áhugað at keypa
22 ára gamla hollendska
vongleikaran fyri 124 milli
ónir krónur.
FLOGBÓLTUR
Føroysku U19-landsliðini hjá
bæði dreingjum og gentum
hava
seinastu
dagarnar
luttikið í NEVZA-kapping
í Kettering, Onglandi, har
tey runnu seg inn í sterka
mótstøðu. Dreingirnir vóru
í bólki við Svøríki og Ong
landi, meðan genturnar vóru
í bólki við Noregi og Dan
mark. Bæði tey føroysku
liðini taptu báðar dystirnar
í bólkaspælinum, og taptu
eisini fjórðingsfinaluna, sum
var fyrsti dystur í víðari
spælinum. Tey skuldu tískil
spæla um at ikki enda
aftast, men tað gjørdu tey.
Genturnar taptu 3-0 ímóti
Onglandi, meðan dreingirnir
taptu 3-0 ímóti Íslandi.
HONDBÓLTUR
Oddaliðið í FTZ-deildini, H71,
megnaði ikki at vinna, tá ið
teir í gjár høvdu vitjan av
StÍF. Talan var um ein púra
javnan dyst, har tað eftir
hálvleiksstøðuna 14-14 eisini
endaði javnt 25-25. Jónas G.
Djurhuus var toppskjútti hjá
H71 við sjey málum, meðan
Allan Norðberg skeyt flest
mál fyri strandingar. Hann
skeyt seks. H71 er framvegis
oddalið,
nú
við
einum
stigi niður til VÍF. StÍF er
næstniðast við seks stigum.
Tað var einki at raffla um,
tá ið VÍF í gjár fekk vitjan
av Team Klaksvík í FTZ-
deildini. Heimaliðið vann
41-24-stórsigur eftir at hava
verið á odda 23-11 í hálv
leikssteðginum. Filip Jojic
var toppskjútti hjá VÍF við
níggju málum, meðan Finnur
Hansson var toppskjútti hjá
Team Klaksvík somuleiðis
við níggju málum. VÍF er
nú eitt stig frá oddaliðnum
H71, meðan Team Klaksvík
framvegis
hevur
fyrsta
sigurin til góðar. Teir eru
greitt aftastir við einum stigi.
Heima í høllini í Kollafirði
vann KÍF í gjár greitt 28-
20 ímóti Kyndli eftir at
hava verið á odda 13-12 í
hálvleikssteðginum.
Rúni
Joensen var toppskjútti hjá
heimaliðnum við átta málum,
meðan Hjalti Mohr Jacobsen
var besti málskjúttin hjá
gestunum við níggju málum.
Kyndil misti møguleikan at
vinna seg heilt fram í oddin,
meðan KÍF við sigrinum nú
hevur lagt seg í góða støðu.
Teir eru trý stig aftanfyri
oddaliðið H71, men hava
spælt tveir dystir færri.
Suðuri í Vági fekk heima
liðið VB einki stig, tá ið tær
í gjár høvdu vitjan av Kyndli
í Hvonndeildini. Gestirnir
fóru norður um fjørð aftur
við einum 23-19-sigri eftir
12-7-leiðslu
í
steðginum.
Gurið
K.
Mortensen
og
Rannvá Johannesen vóru
toppskjúttar hjá VB við
fýra málum í part, meðan
Turið Arge var best hjá
teimum
grønu
við
sjey
málum. Við sigrinum lyfti
Kyndil seg upp á 1. pláss
undir liðina á grannunum
úr Neistanum, sum tó hevur
ein dyst tilgóðar. VB er mitt á
stigatalvuni við seks stigum
fyri seks dystir.
Stjørnan var leingi ávegis
fyrsta sigrinum í ár, tá ið teir
í botndystinum ímóti StÍF
heima í Klaksvík vóru á odda
16-11 í hálvleikinum, men
hóast tær eisini førdu 20-16
tá
ið
seinni
hálvleikur
var meira enn hálvrunnin,
so
svaraði
StÍF
aftur
við
fýra
málum
og
fingu
20-20-javnleik
við
sær
heimaftur.
Durita
Ljósstein var toppskjútti hjá
heimaliðnum við seks málum,
meðan Ninna K. Johansen
var toppskjútti hjá gestunum
við
heili
níggju
málum.
Nevnast kann eisini, at Birna
Tummasardóttir skeyt átta
fyri StÍF.
Jóhan á Plógv Hansen og
liðfelagarnir úr Bjerringbro-
Silkeborg vunnu leygardagin
tepran 28-27-sigur á útivølli
ímóti Skjern. Tað sá svart út,
tá ið Skjern var á odda 26-23
tá ið einans sjey minuttir
vóru eftir, men við einum
góðum
endaspurti
fekk
Bjerringbro-Silkeborg sigurin
í hús. Jóhan skeyt tvey mál
í dystinum, og tey vóru
umráðandi,
tí
tey
vóru
nevniliga til 25-25 og 26-25
Bjerringbro-Silkeborg
er
nummar tvey í 888 Ligaen,
tvey stig aftanfyri oddaliðið
Aalborg Håndbold.
SKJÓTING
Árliga haruskjótingin hjá
veiðifelagnum
Byrsumúla
er farin av bakkastokki.
Harurnar eru leirtallerkar,
sum rulla við nógvari ferð
eftir jørð. Kappingin kann
lýsast sum ein blanding av
sporting og veiðuskjóting.
Hesa
fyrstu
kappingina
vann Jákup F. Mikkelsen
úr Vestmanna Byrsufelag.
Hann
fekk
77
stig
í
innleiðandi
umførunum,
og 42 í finaluni. Næstbestur
bleiv Sigurd Rasmussen úr
Veiðifelagnum Byrsumúla.
Hann
fekk
67
stig
í
innleiðandi umførunum, og
40 í finaluni. Á triðja plássi
var Marius F. Joensen úr
Sunda
Byrsufelag,
sum
fekk 76 stig í innleiðandi
umførunum og 36 í finaluni
SÚKKLING
Tórshavnar Súkklufelag skip
aði leygardagin fyri øðrum
umfari í vetursins kapping
arrøð
av
einkultstartum.
Teinurin var kringlutur við
byrjan í Vágsbotni súkklandi
eftir ringvegnum, út á norðasta
Horn og heim aftur í Vágsbotn.
Eins og í fyrsta umfari, so var
tað Gunnar Dahl-Olsen, sum
vann. Næstbestur var Jan
Hjaltalin Olsen, meðan Hilmar
Hansen gjørdist nummar trý
í harðari kapping við Jóanis
Albert Nielsen.