mánadagur 31. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
John Kølbæk, fúti, fegnast um nýggju umstøðurnar í Húsagøtu. Hóast ongar ætlanir fyribils eru
um at miðsavna virksemi í Havn, so útihýsir hann ikki møguligum broytingum í framtíðini
Sólvit Nolsøe
Solvit@sosialurin.fo
Fyrrverandi
bygningurin
hjá Bank Nordik í Húsagøtu
bleiv keyptur av Tórshavnar
kommunu fyri 40 milliónir
í mars í ár, i samband við
at bankin bygdi nýggjan
stásiligan bygning
Tað bleiv tosa um hvat
kommunan
skuldi
brúka
bygninin til, men tað var
ikki leingi, so byrjaði tosa
at venda inn á, at ein nýggj
ein nýggj politistøð skuldi
byggjast á staðnum. Á heysti
í 2014 vendi løgreglan í
Føroyum sær til Tórshavnar
kommunu um bygningin, tí
tey høvdu eitt ynski um at
fáa nýggj hølir til vega, tí í
núverandi umstøðum eru tey
staðsett á fleiri bústøðum í
Tórshavn, ið ikki er nøktandi.
Tórshavnar kommuna og
Bygningsstyrelsen
gjørdu
eina treytaða keypsavtalu í
januar 2016, sum finansud
valget hjá Fólkatinginum
skuldi góðkenna. Málið dróg
eitt sindur út og finans
udvalget sat á málinum
longur enn væntað, men
hósdagin í síðstu viku bar til.
Tórshavnar kommuna hevur
nú loksins selt bygningin til
politiið fyri 41.5 milliónir og
arbeiði uppá at byggja um í
Húsagøtu fer skjótt í gongd.
Alt plássið í bygninginum
verður brúkt
– Tað fyrsta, sum fer at
henda nú er, at vit fara at
umbyggja í Húsagøtu, tí løg
reglan í Tórshavn hevur heilt
einfalt ov fáar kvadratmetrar
til taks á øllum adressunum,
sum vit eru á, sigur John Køl
bæk, fúti.
John Kølbæk sigur, at við
tað fyrsta verða ikki gjørdar
broytingar í starvsfólkahóp
inum ella fyrisitingarliga hjá
løgregluni í Føroyum. Allir
metrarnir, sum verða til taks
í nýggja bygninginum eru
longu upptiknir tá hópurin
hjá løgregluni í Tórshavn fer
inn.
– Vit hava havt ein bólk,
sum
hevur
sitið
saman
og víst á broytingarnar,
ið eru neyðugar at gera í
nýggja bygninginum og allir
kvadratmetrar eru longur
brúkti, áðrenn umbyggingin
er farin í gongd. Enn liggur
uppgávan hjá arkitektum at
gera lidnar tekningar, sum
síðani kunnu fara í eitt út
bjóðingarumfar, sigur John
Kølbæk.
Vil ikki útihýsa øllum
broytingum framyvir
Umframt støðina í Tórshavn,
eru støðir í Klaksvík og á
Tvøroyri. Tað eru vakthavandi
politistar á flogvøllinum og í
Runavík er ein lítil fyrisiting
umframt ein sýslumann, ið
er á staðnum nakrar dagar
um vikuna. í Sandoy eru
eingir fastir løgreglumenn,
men
tveir
eykapolitiskar
eru til taks á oynni umframt
at løgreglufólk koma suður
av og á. Eins og í Sandoy er
støðin í Vágum eisini stongd.
Landið gerst alsamt meira
knýtt í tráð við uppstiganini
av
samferðslukervinum.
Tað hevur við sær, at tað
nú er stutt at koyra teinar,
ið fyrr vórðu langir og tóku
langa tíð at koma til og
frá. Tí er nærliggjandi at
hugsa, at keypið av einum
stórum bygningi er ein liður
í eini størri miðsavnan av
løgregluni í Føroyum.
– Tað liggja fyribils ongar
ætlanir um tað, men hin
vegin, so er tað ein sann
roynd, at tunnilin til Eystur
oynna gerst veruleiki skjótt.
Tá hann er opin er ein
nýggjur veruleiki, sum vit
fyrihalda okkum til tá. Tað,
sum vit hava bundið okkum
til er at kunna veita tað bestu
tænastu til okkara borgarar,
útfrá teimum rammum, sum
vit arbeiða undir. Tað skal
ongantíð verða munur á
tænastu óansæð um tú býr
í Tjørnuvík ella í Tórshavn,
sigur John Kølbæk, fúti.
KANN HAVA
BROYTINGAR
VIÐ SÆR
HÚSAGØTA
Løgreglan skal
í framtíðini
húsast í
Húsagøtu