mánadagur 31. oktober 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
Árni Gregersen
Ásetingin um, at føroysku
kommunurnar ikki mugu
lána meira enn tað, sum
svarar til eina skattaálikn
ing, hevur seinnu árini gjørt,
at flestu kommunur hava
arbeitt við at niðurgjalda
skuld.
Sum búskapurin er bat
naður, so er hetta eisini eydn
ast hjá teimum flestu. Sum
heild kann sigast, at kom
munurnar skylda á leið eina
hálva álíkning – summar eitt
sindur meira og summar eitt
sindur minni.
Hendsan gongdin seinnu
árini hevur havt við sær, at
kommunurnar hava fingið
sítt fíggjarliga rásarúm aftur.
Tað gevur teimum møgu
leika at gera íløgur, sum í
nógvum førum hava verið
tiltrongdar í mong ár.
Skúlar
Verður hugt at miðalstóru
kommununum í Føroyum,
so eru tað fleiri av hesum
kommunum – saman við
Klaksvíkar og Tórshavnar
kommunu – sum fara at
brúka fíggjarliga rásarúmið
til at gera íløghur í skúlar.
Tað er ein galdandi hugs
an hjá flestu kommunal
politikkarum, at skulu fólk
trívast í kommuinuni, so er
alneyðugt, at kommunan
ella økið hevur skúla og
dagstovnar, sum virka væl.
Tað skal til fyri at fáa yngri,
virknar skattaborgar at bú
seta seg á staðnum.
Í Tórshavnar kommunu
eru fleiri skúlar, men kortini
eru skúlaviðurskiftini rættu
liga fløkjaslig og hava verið
tað í fleiri ár.
Fyrst og fremst, tí av
gjørt var at niðurleggja
Kommunuskúlan
mitt
í
býnum í Havn. Skúlin var í
sera ringum standi og fongd
ur við soppi, so avgjørt var
ikki at seta hann í stand,
men heldur at niðurleggja
hann sum skúla og so heldur
byggja ein nýggjan skúla.
Nýggi skúlin á Fløtum er
ein samanlegging av Venj
ingarskúlanum og Kom
munuskúlanum. Hann er
boðin út og verður bygdur í
komandi valskeiði og fyrsta
byggistig verður liðugt í 2018,
men í meðan húsast næm
ingarnir í ymsum hølum
runt í býnum. Nógva halda
til í gamla skúlanum á Argj
um.
Skúlabyggingin
er
ein
stór íløga í Tórshavnar kom
munu.
Í Klaksvík er full ferð á
skúlabyggingini. Har eru tvei
skúlar - Ósáskúlin og Skúlin
á Ziskatrøð lagdir saman – og
ein nýggjur skúlabygningur
er í ferð við at verða bygdur.
Beint fyri jól 2014 var
spakin settur í og skúlin
verður eftir ætlan liðugur í
2018. Nógv av gomlu skúlu
num er rivið niður, so næm
ingarnir húsasst í fleiri øðr
um hølum í býnum.
Samanumtikið
hevur
Klaksvík valt at gera tveir
skúlar til eina skúla við
einari leiðslu og samstundis
byggja nýggjan skúla, so øll
kunnu húsast undir sama
taki.
Eisini skúlar á
veg aðrastaðni
Aðrar kommunur hava eisini
avgjørt at byggja nýggjar
skúlar.
Í Sunda kommunu eru
viðurskiftini
munandi
broytt. Fyrst keypti Sunda
kommuna allan skúlan á
Oyrabakka, sum hon annars
átti og rak saman við Eiðis
kommunu.
Nú eru avgerð tikin um
heilt at broyta skúlabygn
aðin í kommununi við teim
um mongdu bygdunum og
byggja ein nýggjan felags
skúla fyri einar 80 milljónir
krónur.
Umframt skúla verður
eisini ein ítróttarhøll bygd
til skúlan, sum skal kunna
brúkast til annan aktivitet í
kommununi. Hendan íløgan
er stór fyri Sunda kommu
nu, men kommunan hevur
sett sær fyri, at íløgan skal
niðurgjaldast
eftir
átta
árum.
Eisini í Fuglafirði hevur
bygdaráðið samtykt at fara
at byggja nýggjan skúla fyri
slakar 100 milljónir krónur.
Nýggi
skúlin
verður
slakar 3.500 fermetrar og
skal eftir ætlan vera ein
mentunnardepil í býnum.
Sagt verður at talan er meira
enn um ein skúla, tí talan
verður um ein bygning, sum
skal vera opin frá tíðliga á
morgni til seint á kvøldi.
Í Fuglafirði er tað so,
at børn úr býnum ganga
í barnaskúlanum, meðan
næmingar úr Eysturkommu
nu eisini ganga í framhalds
deildini í Fuglafiði.
Býráðsval verður 8. november , men longu áðrenn tey
nýggju taka við, eru nógvar stórar íløgur samtyktar
POLITIKKUR
Skúlarnir fara
at kosta íløgur
Kommunuskúlin í Havn er niðurlagdur og bygningurin verður brúktur til annað endamál
Meginskúlin á Oyrabakka skal skiftast út við heilt nýggjan skúla, sum samtykt er at byggja
Hetta er sum partar av nýggja skúlanum í Fuglfirði fara at síggja út