mánadagur 31. oktober 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Staðið á Áarvegnum stuðlar ársins ungi spælari. Vinnarin bleiv Evy á Lakjuni
Meklarin stuðlar toppskjúttanum hjá kvinnunum, í ár var
Milja Reinert Simonsen úr HB toppskjútti
Axel Mc Intosh, frá Skóhorninum, handar Milju Reinert Simonsen steyp fyri ársins áleypara
Jórun, frá Bakaríðið hjá Jórun, handar Rannvá B. Andreasen steyp fyri ársins spælara
Myndir: Álvur Haraldsen
Norðoya Sparikassi stuðlar ársins miðvallara. Vinnarin bleiv Rannvá B. Andreasen
Minnist
ikki allar
heiðrarnar
Tað kom neyvan óvart á nakran, at ársins
leikari hjá kvinnum 2016 bleiv Rannvá B.
Andreasen hjá KÍ. Rannvá B. Andreasen er
35 ára gomul, og hon hevur verið við í øllum
teimum seinastu 17 árunum, har KÍ-kvinnur
hava vunnið meistaraheitið. Í 343 dystum í bestu
kvinnudeildini hevur Rannvá B. Andreasen
skorað heili 507(!) mál. Harvið kann ikki sigast
annað enn, at hon er ein sonn legenda innan
føroyskan kvinnufótbólt.
– Eg telji ikki teir persónligu heiðrarnar, men
tað er altíð stuttligt at vinna. Undan hesum
kappingarárinum væntaði eg ikki at fara at
spæla, men um kroppurin vil tað, so spæli eg
eisini í 2017. Vit hava nógvar góðar spælarar
her norðuri, og vit fara í øllum førum eisini
eftir meistaraheitinum í 2017, segði Rannvá B.
Andreasen eftir, at hon hevði vunnið heiðurin
sum ársins spælari.
Skóhornið
Trimform í
Kollafirði,
handar ársins
dómara,
Kjartan á
Gravarbø steyp