mánadagur 31. oktober 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Norðoya Sparikassi stuðlar ársins málverja. Vinnarin bleiv Ana Ivanov
Staðið á Áarvegnum stuðlar ársins vanjara hjá kvinnunum. Vinnarin bleiv Alexandar Jovevic
2U skógvahandilin í Dr. Jacobsensgøtu stuðlar ársins liðið hjá kvinnunum
ÁRSINS 2016
Ársins málverji: Ana Ivanov (KÍ)
Ársins verjuspælari: Durita Hummeland (EB/Streymur/Skála)
Ársins miðvallari: Rannvá B. Andreasen (KÍ)
Ársins áleypari: Milja Reinert Simonsen (HB)
Ársins ungi spælari: Evy á Lakjuni (KÍ)
Ársins spælari: Rannvá B. Andreasen (KÍ)
Ársins dómari: Kjartan á Gravarbø (KÍ)
Bilsin av at vinna heiðurin
Øðrvísi at venja kvinnur
Ársins ungi leikari hjá kvinnum gjørdist bert 17 ára gamla Evy á Lakjuni úr KÍ. Evy á
Lakjuni skoraði 12 mál í 16 dystum í fyrsta kappingarárinum, har hon veruliga beit seg
fasta á sigursvanda meistaraliðnum hjá KÍ-kvinnunum.
– Eg bleiv rættiliga kløkk av hesum. Upprunaliga visti eg ikki eingongd av, at eg var
blivin nominerað, so hetta havi eg ikki hugsað um. Tað er stuttligt at spæla við leikarum,
sum havi vunnið meistaraheitið við KÍ, síðani eg varð fødd, segði Evy á Lakjuni eftir, at
hon hevði vunnið heiðurin sum ársins ungi leikari hjá kvinnum.
Evy á Lakjuni er fødd í 1999, og hetta er sama árið, har kvinnurnar hjá KÍ byrjaðu ta
langa meistararøðina, ið framvegis ikki hevur fingið sín enda. KÍ-kvinnur hava vunnið
føroyameistaraheitið 17 ferðir á rað nú.
Ársins venjari hjá kvinnunum gjørdist serbiski venjarin hjá KÍ, sum hevur búð í
Føroyum í nógv ár, Aleksandar Jovevic. Hann hevur spælt í fremstu deildini í nógv ár,
og í fjør var hann á fyrsta sinni høvuðsvenjari í Effodeildini, tá ið hann fekk starv sum
venjari hjá ÍF. Í ár hevur starvið og avbjóðingin verið ein onnur.
– Tað eru nakrir taktiskir munir. Tú kanst ikki skifta síðu eins lættliga, og eiheldur er
líka einfalt at skjóta langskot. Men kvinnurnar hava verið sera raskar í ár og hava víst
góðan vinnaramentalitet, segði Aleksandar Jovevic, tá ið hann hevði móttikið heiðurin
sum ársins venjari 2016.
Øðrvísi at venja kvinnur