Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tróndur Arge Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Páll A. Klettskarð hava allir givið avboð til dystin. Fyri Árna Frederiksberg er talan um avboð fyri eina tíð – fyribils. Vegna arbeiði og útbúgving hevur hann valt landsliðið frá í eina tíð. – Eg velji landsliðið frá í samband við arbeiði og útbúgving. Samstundis vil eg siga, at er hugurin góðurin at spæla fótbólt, og tað eina ferð verður eina møguleiki aftur, so hyggi eg upp á tað tá, sigur Árni Frederiksberg, sum hevur verið í hópinum í nøkur ár nú. Tað er tó ikki blivið til meir enn 23 minuttir í tveimum dsytum. 24 ára gamli Árni Frederiks­berg er í ár valdur á ársins lið, og hevur flest upp­ legg í lands­kappingini, sam­ bært Norð­lýsinum. Hann hevur verið ein lyklaspælari hjá NSÍ í fleiri ár. – Eg haldi fram við at spæla við NSÍ sum vanligt, sigur vongurin við sterka vinstra beininum. Eisini Pól Jóhannus Justinus­sen úr NSÍ og Páll A. Klett­skarð givið avboð til lands­liðið, og verða ikki við í Sveis. Kristian Joensen, ársins mál­verji, verður heldur ikki við. Hann breyt armin til venjng í farnu viku. Lava er heitur Aðrir spælarar hava fingið boð um at venja við landsliðnum. Ein teirra er Andreas Lava Olsen, sum í løtuni tykist væl fyri. Tí bendir okkurt á, at hann tekur plássið frá Páll A. Klettskarð hesaferð. Lars Olsen hevur fyrr sagt, at honum dámar væl at hava ymisk sløg av áleyparum við. Her brýtur Andreas Lava Olsen frá teimum, sum vanligt eru við nú. Landsliðið venur á Tórsvølli fram til fráferðina, sum verður 8. novembur, ið er sama tað sum býráðsvalið í Føroyum, og forsetavalið í USA. trondur@sosialurin.fo Fyrst í hesari øldini vóru lønirnar hjá spælarunum í bestu føroysku fótbóltsdeildini methøgar, og nógv fótbóltsfeløg tók nógvar fíggjarligar váðar fyri at kunna verða við har, sum tað er stuttligt – ítróttarliga – at verða. Tað gjørdist dýrt fyri nógv føroysk fótbóltsfeløg at kappbjóða uppá teir bestu spælararnar, og tey fingu eisini ein fíggjarligan kjaftfisk tá samanum kom. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, verður mangan tikið til, og tey seinastu árini hava borið á tann bógvin, at tey flestu føroysku fótbóltsfeløgini hava lært av yvirbjóðingini, sum var fyrst í hesari øldini, og hava lagt dent á eina sunna fíggjarstýring í feløgunum, har eingir óneyðugir fíggjarligir váðar eru tiknir. Men nú tykist tann rasjoneli hugsanarhátturin, sum hevur rátt í feløgunum knappligi ikki longur at hava fastar tøkur. Nú er stórt trýst á summi feløg at vinna føroyameistaraheitið her og nú, og leiðslurnar í hesum feløgum eru ikki bleikar fyri at skrúva lønarlagið for uppaftur fyri at fáa fatur í nøkrum leikarum, sum kunnu verða munurin ímillum at vinna FM ella ikki at vinna FM. Tað einasta mannaættin hevur lært av søguni er, at hon ikki hevur lært av søguni. Stóra krakkið í Wall Street í New York í 1929 hendi, tí nógvir amerikumenn høvdu lánt seg av eggini fyri at kunna verða við í fíggjarbobluni. Mett verður, at amerikumenn høvdu lánt fyri 120 ferðir so av peningi, sum tey áttu á bók, og so endaði tað eisini púra galið. So galið verður tað nokk ikki við fíggjarstøðuni í teimum føroysku fótbóltsfeløgunum, men tað kann gerast sera dýrt um feløgini byrja at kappbjóða uppá teir bestu spælararnar, sum eru í føroyskum fótbólti. Løgið er, at øll fótbóltsfeløg ikki heldur semjast um at geva meir avriksløn, also løn fyri góð úrslit í landskappingini og í steypakappingini ístaðin fyri at lata nógvan pening uttan garanti fyri, at nakað fæst fyri tann nógva peningin, tá 27. umfarið í effodeildini er lokið. Danir hava eitt gott orðatak, sum aftur má endurtakast her: ”Av skade bliver man klog, men sjælden rig”. Og eru vit so blivin klók av fíggjarliga skaðanum, sum hendi í nullunum? Hesin veturin fer at svarað uppá tann spurningin. Aftur lønar­kríggj í bestu fótbólts­ deildini ÁRNI FREDERIKSBERG TEKUR EIN STEÐG Á LANDSLIÐNUM Tað eru fleiri avboð komin undan landsdystinum móti Sveis 13. novembur. Árni Frederiksberg er ein av teimum. Hann velur landsliðið frá í eina tíð