mánadagur 31. oktober 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. oktober 2016 · Nr. 125
Vikan ið fór
Sølvi Vatnhamar og Rannvá
B. Andreasen verða kosin til
ársins spælarar á Ársins Spælari
tiltakinum hjá Miðlahúsinum
Jóannes
Bjartalíð
vinnur annað
árið á rað
heiðurin,
sum ársins
ungi spælari
hjá monnum.
Evy á Lakjuni
vinnur hjá
kvinnunum.
Sigfríður Skaale Clementsen
verður settur sum nýggjur venjari
HB. Útmeldingin frá felagnum er,
at HB skal vinna FM
U17 landsliðið hjá
dreingjum skrivar søgu, tá
teir vinna seg víðari úr EM
undankappingarbólkinum. Tað
hevur einki U-landslið klárað fyrr
Trygvi
Mortensen
verður settur
sum nýggjur
venjari hjá 07
Vestur, sum
aftur er í bestu
deildini.
Fleiri spælaraskift eru. Dion
Splidt til KÍ, Karl Løkin og Jan
Ellingsgaard til NSÍ og Mamuka
Toronjadze, Valeri Iobashvili,
Michal Przybylski og Andras
Frederiksberg til Skála.
...við ítróttinum
Hetta er ein bók um talent og
umhvørvi. Talan er eina PH.D, sum
danskarin Kristoffer Henriksen
hevur skrivað, og síðani er gjørd
um til eina bók.
Í bókini verður hugt nærri at
talentumhvørvinum í trimum
støðum í norðurlondum. Í sigling
ar umhvørvinum í Danmark,
atletikk í Svøríki og kajak um
hvørvinum í Norra.
Kristoffer Henriksen velur eitt
felag ella ein klubb, sum hann
síðani fylgir tætt. Talan er í øllum
trimum førum um feløg, ið ala
ítróttarfólk á altjóða stigi.
Við støði í observatión og
samrøðum greinar hann um
hvørvi, fyri at skilja hvat tey
leggja dent á. Tað eru fleiri ting,
sum ganga aftur í øllum trimum
feløgunum. Eisini eru ávísar
partar av lívinum, sum eru eins
hjá
hesum
ítróttarfólkunum.
Millum hava tey torført við at
hava vinir, sum ikki liva ella skilja
ítróttarlívið.
Bókin er góð grundvitan fyri
eitt hvørt ítróttarfelag og venjara.
Hon byggir á fakligt grundarlag,
men tað ger hana eisini eitt sindur
turra at lesa. Hinvegin, so gevur
hon tær tólini og tankarnar at
gera eina líknandi greining.
Undirmet ikki hvussu stóran
týdning rættar avgerðir og um
hvørvið, hevur fyri møguleik
arnar hjá íðkarunum at taka
torføra stigi frá talent til vaksin.
LES HANA UM: Tú er venjari,
foreldur ella varandi av ítróttar
felagi. Gott fakligt
IKKI LESA HANA UM: Tú væntar
eina litríka og lætta bók um
talentmenning
HVUSSU ER HON AT LESA: Sindur
tung og heldur litleys, men sam
stundis fakliga spennandi
Hvat sigur tú: Ert tú ungdómsvenjari
ella partur av felagi, sum roynir at
menna talentir, so er hetta avgjørt
vert at lesa og seta seg inní
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA: Kristoffer Henriksen verður væntandi at síggja í Føroyum eftir ársskiftið.
Rui Faria, hjálparvenjari hjá Manchester United, um
støðuna, tá Manchester United vildi hava brotsspark.
Lars Muller, ársins dómari, um at fáa skeld á vøllinum.
- Dómarin var fantastiskur
- Eg má undirstrika, at allir spælarar eru ikki sum Atli
Gregersen
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Hvussu nógvir av Víkingunum, sum byrjaðu móti AB á
seinasta leikdegi ganga aftur frá uppstillingini í fyrsta
dystinum í søguni hjá felagnum í 2008 móti B68?
2. Geza Turi er elsti maður á liðnum hjá Víkingi. Hvussu
gamal er hann?
3. Hvussu gamlir eru tríggir teir elstu – Geza Turi, Hans
Jørgin Djurhuus og Sorin Anghel – til samans?
4. Hanus Jacobsen hevur bara eitt kappingarár ikki havt
heimavøll í Sarpugerði. Hvar spældi hann tá?
5. Sølvi Vatnhamar bleiv toppskjútti við 14 málum, men hvør
bleiv næst toppskjútti?
6. Hvat nummar hevur Andreas Lava Olsen á troyggjuni?
7. Ein spælari spældi allar minuttirnar fyri Víking í
landskappingini í ár. Hvør?
8. Hvør er spælarin á myndini? (Dekka andlitið á Atla til –
men týdningarmikið at sígga ljósabláa parúkkin)
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: 5 (Geza Turi, Atli Gregersen,
Hanus Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Hans Jørgen
Djurhuus) 2: 42 ár 3: 166 (42 + 37 + 37) 4: AB á
Argjum í 2007 5: Filip Djordjevic 10 mál 6: Nummar
2 7: Erling Jacobsen 8: Atli Gregersen
KRISTOFFER HENRIKSEN:
Talentudviklingsmiljøer
i verdensklasse
ÍTRÓTTAR UMMÆLI