Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juli 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 133 - 14. juli 2000 Nr. 133 - 14. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Gott stevnufólk! Í blaðnum Tingakrossi frá 1922 er ein yrking at síggja, ið mæta skaldið Hans Andreas Djurhuus hevði gjørt. Yrkingin ber heitið Varmakelda. Ørindini eru seks í tali og fari eg at taka okkurt teirra fram, nú vit eru savnað við ta keldu, skaldið yrkir um. 1. Tá grasið spratt í dølum, og alt var fjálgt og gott og bar ímóti sumri Jóan- søku nátt, tá, hvør, ið sjúkan nívdi, og ei visti lækna sær, hann fór til Varmakeldu og verða grøddur har 2. Tá róðu mong á firði, mong gingu upp um fjøll. Mariusongin sungu tey so hjartaliga øll. Tí summar var og hiti og vón í hvørji sál. Á Varmakeldu eiði um dimmið brunnu bál. Nakað er skrivað um Varmakelduna. Lucas De- bes (1673) skrivaði um kelduna fyri meira enn 300 árum síðani. Hann hevði gjørt eitt ávíst granskingar- arbeiði um hesa sjáldsomu keldu. Annað fólk ið umrøðir Varmakelduna er týskarin Forchhammer, ið eisini ger nógv burturúr tí, at fólk leit- aðu sær oman helluna, har keldan var, at vinna sær heilsubót. Forvitnisligt er at lesa hetta á týskum. Hann skriv- ar m.a. soleiðis: »Note bei der Quelle ist eine breite Plattform durch den Han- delstein gebildt, und auf demselben tanzen die gin- gen Leute, die sich am alten Johannistag hier versam- meln. Leystliga umsett til før- oyskt: »Nærhendis Varma- kelduni er ein breiður platt- formur úr gróti – t.e. hellan – har ungfólkið sláa ring, kvøða og dansa – gamla Jóansøkunátt. Forchhammer hevði eins og Lucas Debes granskað kelduna. Hann hevði m.a. mált hitan í kelduni. Hitin í sjálvari kelduni máldi hann til 19,8˚, meðan hitin í aðr- ari á var 7,5˚. Hetta gjørdi hann í 1821. Tað var ein tíð, har hildið varð uppat at fara út til Var- makelduna Jóansøkukvøld, helst av ampa fyri at okkurt kundi henda fólki, tá siglt varð við báti. Men fyri nú nøkrum árum síðani tók ÍF táttin uppaftur og tøkk eiga teir fyri tað. Ampi hevur eingin verið, tvørturímóti hevur henda »samkoma« eydnast framúr væl, um- framt tað at hetta er eitt ser- eyðkenni fyri Varmakeldu- stevnuna. Listamaðurin og tónleika- smiðurin Waagstein hevur málað ein hóp av frálíkum listarverkum. Eitt av hesum er staðið vit nú eru stødd á – eitt av hansara kendastu listarverkum. Málningurin lýsir ta føroysku náttúruna, tá hon hevur klætt seg í sín grøna stakk um summartíð og sjógvurin liggur so speg- ilsblankur og letur Leirvíks- fjall/Ritafjall spegla sær í honum. Ein sjáldsama vøk- ur »stemningsmynd«. Skaldið og málfrøðing- urin Christian Matras sigur soleiðis í einum av sínum frálíku yrkingum: »Einki er sum summarkvøld við — Latum okkum njóta náttúruna í góðum vinalag Vit prenta niðanfyri røðuna, sum Signar á Brúnni, løgtingsmaður helt úti á Varmakeldu á varmakeldu næstseinasta leygarkvøld strendur«. Jú, bæði máln- ingurin hjá Wågsteini og yrkingin hjá Christiani Mat- ras, minna okkum á – hvør á sín hátt – hvussu ómeta- liga vakurt land vit eiga og sum vit bera tokka til. Sum longu nevnt, so er tátturin tikin uppaftur at fara út til Varmakelduna fyrsta vikuskiftið í juli mánaða, her røða verður hildin, sungið verður úr Føroya Fólk Songbók og dansað og kvøðið verður – ja, vit kunnu siga, at tátturin at halda fólkafundir úti í nátt- úruni eru tiknir uppaftur. Øll hava vit lisið ella hoyrt um teir fólkafundir, ið vórðu hildnir fyrr, har evnir vórðu umrødd, ið vóru uppi í tíðini. Hesir fundir høvdu alstóran týdning fyri fólkið og landið. Tá ið tjóðskapar- rørslan tók seg upp fyri meira enn 100 árum síðani, høvdu fólkafundirnir avger- andi týdning, tí úrvalið av fjølmiðlum var ikki tað, sum tað er í dag. Teir ið røddu, tosaðu m.a. um mál føroyingafelagsins, at styrkja okkara móðurmál og skipa so fyri at samfelagið mentist og gjørdist sjálv- bjargið. Hesi skilafólk vistu longu tá, at vitan og virk- semi er leiðin til sjálvstøðu og tí løgdu teir seg eftir at skipa so fyri, at fortreytirnar fyri menningini vórðu skaptar. Teir ið røddu á fólkafundunum áttu framúr evnir at skriva og málbera seg, og teir dugdu at fanga og hugtaka áhoyrarnar. »Steinur brestir fyri mannatungu« er gamalt før- oyskt orðatak ið hóskar til umrøddu røðarar, tí tala teirra varð í mongum føri byrjanin til eitt betri og meira sjálvstøðugt samfelag – og ikki gongur long tíð aftrat til vit eru komin á mál – einar frælsar Føroyar. Týskarin Forchhammer umrøddi tann føroyska dansin á Varmakelduhell- uni, ið hugtók hann kvæð- ini, føroyski dansurin var og er okkara tjóðareyðkenni, ið hevur gjørt og ger okkara mentunarlív ríkari. Eftir at hava verið nøkur ár í einum aldudali, er før- oyski dansurin aftur komin uppá alduryggin. Føroying- ar allir ásanna virði í hesi mentanargrein, ja hava fing- ið hann inn um skúlagátt við lóg. Ikki tí, tað hava verið fólk, ið hava arbeitt dúgliga fyri at skapt betri umrøður fyri føroyska dansinum, og víst á tann mentanarliga týdningin hann hevur havt fyri tjóðina alla. Sum 18 ára gamal var eg vikarur í Gøtu skúla. Eitt, ið eg legði til merkis var tann virðing, ið táverandi lærarar høvdu fyri kvæðunum og tí føroyska dansinum. Lærararnir vóru Jákup-lærari, Poul Enok og Helga Øregaard – ið øll eru farin hiðani. Næmingarnir plagdu mangan at sláa ring úti á gongini og vórðu so hjartal- iga. Viðhvørt farð farið út um fríkorterstíðina. Eg spurdi tá, hví næmingarnir fingu loyvi til tað, tá svar- aðu teir allir – Jákup lærari, Poul Enok og Helga sum í ein munn – at tá dansurin gekk væl, so áttu næming- arnir at fáa loyvi at halda fram. Ein positivur hugburður, ein hugburður, ið styrkir og stimbrar okkara mentunar- lív. Og havandi í huga, at tað sum verður lagt í barnið, ikki verður gloymt, men mangan fáa vit tað fleirfald- að aftur. Ungur nemur, gamal fremur plaga vit at siga. Umframt at kvøða og dansa á varmakelduhelluni, plaga vit altíð at syngja úr Føroya Fólks Songbók, har hópur av framúr vøkrum songum eru at finna. Latum okkum í framtíðini bera so í bandi, at henda bók við skaldsligum perlum – verð- ur nýtt og at hon verður ikki skift út við aðrar sangir, ið skaldsliga ikki koma »Før- oya Fólks Songbók« til knýggja. Vandin lúrir, tí ávirkanin uttanífrá er stór og sterk og mangan er tað so, at tað ikki eru vit sjálvir, ið seta mørkini, men onnur uttanífrá. Hans Andrias Djurhuus vísir í síni yrking eisini á tann sosiala týdningin tað hevði at koma saman út í náttúruni tá hann sigur so- leiðis: Har kendist høgt at lofti og langt á óndskaps mið. Fró sótu tey hjá keldu í semju lið um lið. Tey tóku upp í lógvan og drukku heilsubót, so tváaðu tey andlit og hond og bróst og fót. Latum okkum halda fram við hesum at fara út í nátt- úruna og njóta hana í góð- um vinalag – í góðum anda, soleiði sum fræga skald okkara Hans Andrias Djur- huus yrkti. Góða Varmakeldustevnu. Signar á Brúnni Mikukvøldi› royndu klaks- víkingar seg í Europa Cup fyri 9. fer›. Talan var um fimta dystin á heimavølli. Vánaligasta úrsliti› var í fjør tá Grazer AK ey›m‡kti KÍ vi› at vinna 5-0. Besta úrslit- i› var í 1995, tá KÍ vann 3-2 á Maccabi Haifa, og Olgar Danielsen skora›i øll málini. Í trimum teimum fyrstu heimadystunum í Europa Cup skora›i KÍ: 1-3 móti Skonti RIga, 3-2 móti Maccabi Haifa 2-3 móti Újpesti Budapest. Nú hava klaksvíkingar spælt 180 minuttir í Europa Cup á Svangaskar›i uttan at hava skora. Óroyndu menninir Tríggir spælarar hava veri› vi› í øllum n‡ggju Europa Cup dystunum hjá KÍ: Jan Andreasen, Harley Bert- holdsen og Jan Joensen. Mikukvøldi› vóru tveir spælarar millum teir fyrstu ellivu, sum frammanundan bara høvdu spælt nakrar fáar minuttir í Europa Cup. Teir eru Ove Nysted, sum í fjør spældi tíggju minuttir ímóti Grazer AK, og Niclas Nicla- sen, sum í 1997 spældi fimm minuttir ímóti Újpesti Buda- pest. N‡ggju menninir Tveir spælarar vóru miku- kvøldi› fyrstu fer› í Europa Cup dysti. Ta› vóru Kristian á Lakjuni og Símun Joensen. Ætlanin var, at Kristian, sum hevur veri› plága›ur av ein- um li›bandsska›a í fótli- num, skuldi vera vi› byrjun- aruppstillingini, men hann var› eitt sindur skaddur fyrrapartin dystardagin. Bæ›i Kristian og Símun komu á vøllin í seinna hálv- leiki. Símun Joensen fylti 17 ár mikudagin. Hinir klaksvík- ingarnir sungu fyri honum og góvu honum beinskinnar- ar í fø›ingardagsgávu. Sam- bært okkara hagtølum er Símin Joensen yngsti KÍ spælarin nakrantí› í Europa Cup. At spæla altjó›a fótbólt er kortini ikki naka› n‡tt fyri Kristian og Símun. Teir hava bá›ir spælt nógv á ungdóms- landsli›unum, og teir fara seinni í ár at royna seg í EM undankapping fyri U-18 landsli›. Ein annar ungur klaksvík- ingur, Hjalgrím Eltør, sat á beinkinum mikukvøldi›. Kanska hann fer at fáa møg- uleikan í Beograd miku- kvøld i›. Tveir n‡ggir komu á listan Í níggju Europa Cup dystum hava 36 leikarar umbo›a› KÍ Niclas Niclasen var ein av teimum, sum spældi sín fyrsta heila dyst í europeiskum høpi Mynd: Jens K. Vang Stefan í Skorini Føroyska U-18 kvinnulandsli›i› spældi mikudagin sín næsta dyst í EM-minikappingini. Fyrra dystin taptu tær 5-0 ímóti Sveis, og mikukvøldi› taptu tær heili 8-0 fyri Skotlandi. Álvur Hansen, venjari hjá føroyska li›num, sigur, at skotarnir ikki vóru so nógv betri enn tær sveisisku gent- urnar, men at tær vóru eitt sindur kvikari. Eisini fór før- oyska li›i› eitt sindur longri fram á vøllin ímóti Skot- landi, enn tær gjørdu ímóti Sveis. Skotska li›i› loyvdi tí føroyska li›num meira enn Sveis, og hetta fekk eisini føroysku leikararnar at royna seg frammi á vølli- num, men hetta var› revsa› í hinum endanum. Føroyska li›i› hev›i eisini fleiri royndir á máli›, naka› sum tær ikki høvdu ímóti Sveis. Stø›an var 3-0 vi› ste›g- in, men í seinna hálvleiki var títtari millum málini, og tey rapla›u inn aftanfyri før- oyska málverjan. Skotland kom framum longu tá i› tveir minuttir vór›u leiktir, og var ta› Donna James, sum skeyt ta› máli›. Hon gjørdi heili f‡ra mál í dystinum og er nú toppskjútti í kappingini. Í hinum dystinum miku- dagin spældu Sveis og U- kreina, og ta› enda›i vi› at Sveis vann dystin 2-0, eftir at tær høvdu veri› framman- fyri 1-0 vi› ste›gin. Sveis er nú væl fyri at vinna bólkin, og javnleikur ímóti Skotlandi er nóg miki› at gerast fremst. Skotland – Føroyar 8-0 (3- 0) 2.: 1-0 Donna James 28.: 2-0 Karen Penglase 37.: 3-0 Donna James 48.: 4-0 Lyn Cullen 54.: 5-0 Donna James 63.: 6-0 Donna James 76.: 7-0 Lyn Cullen 83.: 8-0 Rachel Hamill Føroyska li›i›: Anna Kristian Joensen – Maria Schantz Johnsson, Elsebeth Hansen, Annelisa Justesen, Frí›a Petersen(48.Rósmari Haraldsen), Maibritt Olsen, Anna Berg Danielsen, Súsanna Maria Hansen(58.Elin Kathrina Haraldsen), Una Olsen, Heidi Jacobsen(87.Elin Sunnfrí› Højsted), Frí›ger› í Soylu. Gult kort: Annelisa Justesen. Ukreina – Sveis 0-2 (0-1) 24.: 1-0 Selina Zumbuehl 66.: 2-0 Selina Zumbuehl Gult kort: Maryna Masalska, Ukreina og Manuela Zuercher, Sveis Reytt kort: Alina Gorobets, Ukreina. Stø›an í bólkinum: Sveis 2 2 0 0 7-0 6 Skotland 2 1 0 1 9-2 3 Ukreina 2 1 0 1 2-3 3 Føroyar 2 0 0 2 13-0 0 Skotar vunnu stórt á føroyska U-18 kvinnulandsli›num Skotsku genturnar skora›u heili átta fer›ir ímóti føroyska U-18 landsli›num mynd: Jens K. Vang