Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juli 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 133 - 14. juli 2000 Nr. 133 - 14. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart út at koyra Magnus Gunnarsson Saab 9-5 er komin fyri Saab 9000, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1984. Hetta var fyrstu ferð, at Saab loyvdi sær at kappast við teir stóru prestigubilarnar. Ikki kann sigast annað enn, at Saab 9-5 klárar seg væl í kappingini við stóru týsku og japansku bilmerkini, bæði hvat viðvíkur komfort og koyrieginleikum. Eisini er 9-5 ein tann rúmligasti í klassanum. Sum í einum flúgvara Við at seta seg við rættið á einum Saab 9-5 merkist, at bilurin er gjørdur á eini verksmiðju, sum hevur við flogfør at gera. Instrumentbrettið minnir um eitt cockpit og kann ikki vera stórt betur innrættað. Saab 9-5 hevur eitt nýtt upp- hang aftan, ið gevur góða javnvág og ger bilin sera stúttan og tryggan í sving- um. Trygd sum vørumerki Trygd hevur verið eitt av vørumerkjunum hjá Saab. Bæði tá um aktivu og pass- ivu trygdini viðvíkur livir Saab 9-5 upp til tað, hann ber orð fyri: sum ein av teimum mest tryggu bilu- num yvirhøvur. Á listanum yvir útgerð er m. a. dupult airbag, síðuair- bag til høvur og kropp, ABS bremsur og tær aktivu Saab Active Head Restraint (SA- HR) nakkapúturnar framm- an, ið eru ein uppfinning hjá Saab luksusbilur við trygd sum vørumerki Saab 9-5 S.E. Sedan Motorurin 4 syl. 2.0t Ecopower 16V 150 hk 0-100km/t 9,8 sek / 5 gear Bensinnýtsla 10,7 km/l Dekkstødd 205/65- 15 Stødd og vekt Longd 480,5 cm Breidd 179,2 cm Hædd 144,9 cm Eginvekt 1500 kg Totalvekt 2050 kg Viðførisrúm 450 litrar Prísur 343.300 kr (Saab 9.5 fæst úr 289.800) Søluumboð John P. Vilhelm Sp/f Yviri við Strond 4 FO-110 Tórshavn Telefon 315054 Saab. Bilurin hevur innbygdar tokulyktir og einar forlyktir, ið geva sera gótt ljós, infor- matiónsdisplay, fartpilot, night panel, sentrallás við fjarstýring, el-síðurútar, el- spegl við hita og hita í setr- unum. ACC klimaanlegg og Ecopower motor Við ACC klimaanlegginum ber til at hava sama hita inni í bilinum alt árið, um man vil tað. Hetta er eitt sera framkomið klimaanlegg, har bilføraranum ikki nýtist at hava sama hita sum hini í bilinum. Saab Ecopower motorur- in er eitt konsept, ið gevur góða kraft, samstundis sum hann er umhvørvisvinarlig- ur og orkusparandi. Skipan- in regulerar allar týðandi funktiónir, so motorurin al- tíð arbeiðir so reint og ork- usparandi sum møguligt. Bilurin, Sosialurin royndar- koyrdi, hevur ein 2.0t Eco- power motor við 150 hk. Teimum, sum koyra við Saab, dáma væl tann hald- góða svenska kvalitetin og tær øðrvísi og vælumhugs- aðu loysnirnar, sum Saab bilarnir hava. Teir hava allar sínar persónligu eginleikar í varðveitslu, hóast General Motors hevur keypt verk- smiðjuna. Teimum, sum koyra Saab, dáma væl tann haldgóða svenska kvalitetin og tær øðrvísi og vælumhugsaðu loysnirnar, sum Saab bilarnir hava Myndir: Jens Kristian Vang út at koyra Magnus Gunnarsson BMW bilverksmiðjan setti sær høg mál, tá teir komu við X5, ið trekkjur á øllum fýra hjólunum og skal klára seg í brattlendi og á motor- vegnum. Hesir bilar verða vanliga nevndir SUV Nýggjur Proton í 2001 Malaysiska Proton bil- averksmiðjan kemur við einum nýggjum bili í 2001. Proton Waja kemur sum sedan, MPV og off-roadari. Kelda: Bilen Motor & Sport Honda Intelli- gent Driver System Japanska stjórnin hevur givið Honda, sum tí fyrstu bilfyritøkuni í Japan, loyvi at brúka framkomnu radara- stýrdu trygdarskipan- ina, HIDS, sum stýrir bilinum inn á rætta kós, um hann fer út av veg- num, uttan at bilførarin vil tað. Kelda: Motor Magasinet Norskur el-bilur til Dan- markar Think Nordic latið upp eina søluskrivstovu í Keypmannahavn - og er Danmark harvið tað næsta landið. Service og klárgering av el-bili- num Think taka Ford fyritøkurnar Scanidam og Hertz sær av. Kelda: Motor magasinet BMW X5 til brattlendi og motorvegin (Sports Utility Vehicle), men BMW kallar X5 fyri SAV (Sports Activity Vehi- cle). Sum ein persónbilur at koyra Frá BMW verður sagt, at teir ikki hava gjørt nakra neyðsemju viðvíkjandi koyrieginleikunum, tí X5 skal vera líka so góður at koyra, sum teir stóru BMW bilarnir vanliga eru tað. Hetta ljóðar mótsigandi, men tað letur seg gera, tá X5 ikki er ein jeepur burt- urav. Bilurin hevur perma- nent trekk á øllum fýra hjól- unum, har 62 prosent av kraftini verður yvirførd til bakhjólini og 38 prosent til forhjólini. Tað er ein undarlig kensla at seta seg við rættið á X5. Alt virkar sum á einum van- ligum BMW. Munurin er, at tú situr hægri og útsýnið verður harvið betri. Tann automatiska stilling- in av hæddini ger, at bilurin altíð hevur somu hædd og flýtur beint, um hann er lessaður. Vørubilur við dieselmotori 4.4 litra V8 motorurin er so ljóðleysur, at hann næstan ikki hoyrist. X5 fæst eisini við einum 6 syl. 3.0 litra dieselmotori. Tann bilurin kostar her hjá okkum sum vørubilur 487.000 krónur harav kr. 96.000 eru mvg. BMW X5 hevur fingið so góða móttøku í USA, at BMW hevur ætlanir um at gera ein X7 til ár 2004 og ein X3 til 2005. Aðrir vilja eisini hava ein bita av køkuni. Nú eru Audi A6 Allroad og Volvo V70 XC komnir á marknaðin, og Saab hevur ætlanir um ein frítiðarbil av hesum slag- num. sigur Bjørn á Heygum. Hann hevur avtalu við Bilfríðkan um at hava upp- boðssølurnar har. Treytirnar við hesum uppboðssølum eru, at goldið verður kontant ella at veitt verður banka- trygd fyri upphæddini. Onki minstamark er, og bilarnir verða seldir til hægstbjóð- andi, sum keypa uppá egna risiko. Nakrir bilar vóru eisini til sjálvbodna uppboðssølu, har kunnu tey, sum eiga bil- arnar, seta eitt minstamark fyri, hvat tey vilja hava fyri teir. Orkusparandi dieselbilar Samstundis var opið hús, har bjóðað varð kaffi og køkur. Eisini var høvi at royna teir nýggjastu diesel- persónbilarnar hjá Fiat og aðrar brúktar bilar. Fiat Brava og Punto hava teir nýggju framkomnu Unijet Common Rail Turbo dieselmotorarnar við Inter- cooler, sum geva góða kraft, og eru sera orkusparandi. Báðir hava teir 1,9 litra motorar. Brava hevur 105 hk og koyrir 18,5 km/l, og Punto hevur 80 hk og koyrir heilar 20 km fyri hvønn lit- ur. Bilar til framsýningar og á uppboðssølu Magnus Gunnarsson Seinasta leygardag kl 10.00 byrjaði upboðssølan av bil- um úti á Bilfríðkan í Smiðj- ugerði, har Bjørn á Heyg- um, advokatur, var upp- boðsseljari. Fitt av fólki var samankomið, bæði at for- vitnast og at bjóða uppá bil- arnar. Eisini sjálvboðin uppboðssøla Hesar uppboðssølur eru ofta einar tvær ella tríggjar ferðir um árið, alt eftir hvussu nógv hevur hópað seg upp, Bjørn á Heygum stóð fyri uppboðssøluni hjá Bilfríðkuni leygardagin BMW telist nú eisini mill- um tær bilaverksmiðjur- nar, sum gera fýrahjóls- trektar bilar