mánadagur 31. oktober 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016
VIKUTEMA
Hús&Heim & Orka
14
Altíð okkurt
nýtt!
Seinastu árini hevur hendan
raclett, sum hon eitur, funnið vegin
í handlarnar. Hon minnir um
eina pannu. Tú steikir fisk, kjøt
og grønmeti á henni.
Hóskar væl til brellbitar.
Rullur ballaðar
í ríspappír
Rullurnar á myndini síggja kanska eitt sindur
løgnar út, tí tað sær út sum plastikk er ballað
rundan um innihaldið.
Men hetta eru tunnar plátur av ríspappíri, sum
verða dyppaðar í heitt vatn í nøkur sekund
so tær blotna og verða lættar at rulla saman.
Síðan lagdar á eitt skeribretti og turkaðar við
viskustykki.
Í rullunum á myndini er ymiskt grønmeti, eitt
sindur av dressingi. Í trimum er laksur, trimum
tunfiskur og í trimum rækjur. Tað er bara
hugflogið, sum setur mark fyri, hvat tú kanst
koyra í tær.
Rullurnar kunnu etast kaldar,
dampaðar ella stoktar í olju.
»Spring roll wrappers«, sum
ríspappírið eitur, eru av
merkinum »Blue Dragon«.
Tú kanst eisini gera várrullur,
sum vit kenna tær við kjøti í,
við at steika hakkikjøt og kál á
pannu og balla tað inn og steikja
tær í olju í nakrar minuttir.
Kóka við dampi
Bæði fiskur og grønmeti verða leski
ligari, tá dampur verður brúktur at
kóka við.
Grønmeti verður broyskið og smakkar
ikki so útvatnað, sum tá tað
er kókað í vatni. Somuleiðis
við feskum fiski.
Sjálvsagt er ikki lívsneyðugt
at hava eina slíka grýtu.
Men hon ger lívið lættari og
matin leskiligari.
Í einari grýtu
sum henni á myndini
dampar tú grønmeti
ella fisk yvir eplunum,
meðan tey kóka.