Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 VIKUTEMA Hús&Heim & Orka 22 Ketilin er sum eitt lítið køliskáp V HS fyritøkan HITI er á føroyska marknaðin við einum rættiliga spennandi produkti. Talan er um Bluestar 30 Navien ketilin, sum er tann bíligasti og mest orkusparandi ketilin á føroyska marknaðinum. Bluestar Navien lýkur øll tey strang­astu umhvørviskrøv og er gjørd- ur til okkara norðurlendska veður­lag. Ketilin fyllir lítið, er lættur at montera og sær út sum eitt lítið køliskáp. Hann hevur innbygda oljufýring og brúkar umleið tað hálva av hvat ein vanligur gamal ketil brúkar. Bluestar Navien er ein A-ketil, ið endurnýtir roykin, sum fer út í royk­ rørið. Heldur ikki er neyðugt við skor- steini, tí roykurin er so kaldur, at roykrørið kann beinast út gjøgnum veggin. Roykurin verður ikki til ampa fyri nakran. Bluestar Navien er ein fult kon- denserandi ketil við eini virkningsgrad upp á 104 prosent samanborið við tann B klassa CTC-ketilin, sum Hiti áður seldi. Hetta ger, at hann útnyttar oljuna heilt optimalt. Ketilin hevur nokk av heitum vatni og innbygda spiral til framleiðslu av heita vatnin-um. Ketilin nøktar allan tørv hjá einum stórum sethúsum, við tað at hann er 30 kW, t.v.s at hann er 12 kW størri en ein vanligur ketil, sum er 18 – 20 kW. Áki Mortensen sigur, at ketilin er sera væl umtóktur í Føroyum og nógv seldur. Vit hava nú selt oman fyri hundrað ketlar. Kundarnir hava sera góðar royndir av teimum og hava spart nógva olju. HITI hevur sett sær fyri at veita kundunum ráðgeving og tænastu, ið er grundað á holla vitan, og øll eru vælkomin at seta seg í sambandi við fyritøkuna á telefon 891717 ella 541719. Teldtpost: hiti@hiti.fo Áðrenn og aftan á at Bluestar kondensketilin er settur upp Áki Mortensen við Bluestar Navien ketlinum Áðrenn Aftaná