mánadagur 31. oktober 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016
30
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
– Vit gleða okkum at kunna
bjóða meira goymslupláss
– Potentialið innan goymsluøkið er velduga stórt, tí Føroyar liggja mitt á »motorvegnum« hjá fleiri skipum
og tjóðum, sum veiða um okkara leiðir, sigur Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrost í Fuglafirði
Vilmund Jacobsen
T
að var í desember í 2015, at
Bergfrost í Fuglafirði keypti teir
seinastu tveir tunlarnar - tunnil
4 og 2 og miðgongdina - til allar fimm
tunlarnar frá Fuglafjarðar kommunu.
Tríggir teir fyrru tunlarnir, 5, 3 og
1, vórðu keytir í 2012, soleiðis at fe
lagið nú eigur allar fimm tunlarnar,
sum Fuglafjarðar kommuna í sínari
tíð bygdi.
Tunlarnir og miðgongin, sum vóru
við í seinasta keypinum, hava ongar
frysti-instalatiónir, men hava í fleiri
ár verið brúktir sum goymslutunlar til
vørur hjá Havsbrún.
Koyra ætlandi í mai
Vikublaðið, sum hevur vitjað í Fugla
firði, hevur skift orð við Símin Paula
Sivertsen, stjóra í Bergfrost.
– Vit miðja eftir, at nýggju og øktu
frystimøguleikarnir skulu verða klárir
at taka í nýtslu næsta ár. Enn er ikki
alt ruddað út, men tá tað arbeiðið er
gjørt, skulu tunlarnir vaskast, turkast
og málast hvítir innan. Her verður
nógv at fara um, tá tunlarnir hava
verið brúktir til mjølgoymslu.
Stjórin sigur, at ætlanin hjá Berg
frost er at starta nýggju tunlarnar
og tann partin av miðgongini, sum
eisini skal brúkast til frysting, upp í
mai mánaði næsta ár, og ætlanin er
at taka allan tann nýggja partin av
frystigoymsluni í brúk samstundis.
– Maskinrúmið skal eisini útbyggj
ast til tvífalt so stóra orku sum í
dag. Vit skulu hava ein nýggjan kom
pressara av sama slagi sum tann, vit
hava, og rør og blásarar skulu leggjast
undir loftið.
Teir tríggir frystitunlarnir hjá Berg
frosti, sum eru í brúki, koma at koyra
sum vanligt alla tíðina, meðan arbeitt
verður.
– Tá vit keyptu teir fyrstu tríggjar
tunlarnar fyri átta miljónir, dagførdu
vit instalatiónir og maskinrúm fyri
aðrar átta miljónir krónur.
Símin Pauli Sivertsen vísir á, at nú
hesir seinastu tunlarnir og miðgongin
eru keypt fyri átta miljónir, skulu
instalatiónir, kompressari, rúm til
truckar og annað gerast fyri einar 12-
14 miljónir krónur.
– Tá alt er komið upp at koyra
tíðliga næsta summar, hevur Bergfrost
ein samlaðan goymslukapasitet á út
við 25.000 tons, tá alt er væl stúvað.
Tá fer okkara goymsla at teljast
millum tær stóru fiskagoymslurnar í
Norðurlondum.
Eitt endaligt mál
Stjórin sigur, at ætlanin hjá Bergfrost
er ikki at veksa enn meira um
goymslukapasitetin í Fuglafirði.
– Nú vit arbeiða fram ímóti at
taka hesar seinastu tveir tunlarnar
og miðgongina í brúk, føla vit, at vit
eru við at røkka einum endaligum
máli. Vit fara ikki at byggja meira út,
men fara heldur, sum tíðin gongur,
at nútímansgera okkara goymslu
virksemi.
Símin Pauli Sivertsen vísir á, at
hóast frystikapasiteturin hjá Berg-
frost nú verður velduga stórur, kann
samtarv við aðrar veitarar og kapp-
ingarneytar í Føroyum saktans vera
skilagott.
Betraðar umstøður
Síðan Fuglafjørður fekk 60 nýggjar
metrar av djúphavn aftrat, eru um
støðurnar munandi betraðar, og nú
kann eitt uppsjóvarskip liggja og
landa til Pelagos, samstundis sum eitt
farmaskip tekur ímóti frystivørum frá
Bergfrost.
– At frystu vørurnar nú eisini kunnu
koyrast beint frá frystigoymsluni
og oman á farmaskipið, er eisini ein
stórur fyrimunur.
Símin Pauli Sivertsen gleðir seg til
at kunna selja fleiri kundum goymslu
pláss, nú frystikapasiteturin verður
øktur.
– Vit fáa nógvar fyrispurningar
um goymslupláss, og tað er aftur
vendandi, at vit ikki kunnu taka ímóti.
Vit kenna sjálvsagt eisini eina skyldu
yvirfyri einum so stórum veitara sum
Pelagos, sum hevur brúk fyri nógvum
goymsluplássi í vertíðini. Tíðliga um
summarið, og áðrenn vertíðin hjá
Pelagos byrjar um heystið, tora vit
ikki at taka ov nógv inn á goymsluna.
Stórt potentiali
Stjórin vísir á, at potentialið innan
goymsluøkið er velduga stórt, tí
Føroyar liggja mitt á ”motorvegnum”
hjá fleiri skipum og tjóðum, sum veiða
her um okkara leiðir.
– Vit hava ligið í einum ávísum
andróðuri, har vit ikki hava havt
nóg mikið av goymsluplássi til allar
teir fyrispurningar, sum eru, bæði
í Føroyum og uttanlands. Taka vit
russisku skipini, sum fiska um okkara
leiðir, so umskipa tey eini 250.000 í
føroyskum havnum um árið.
Símin Pauli Sivertsen sigur, at við
útbyggingini av frystiorkuni verður
Bergfrost eisini lyft upp á eitt hægri
heilsufrøðiligt støði, nú einki mjøl
verður inni í tunlunum longur.
– Útbyggingin kemur eisini at
merkja, at frystigoymslan verður nógv
rúmligari og arbeiðsligari sigur stjórin.
– Vit miðja eftir, at nýggju frystimøguleikarnir
skulu verða klárir at taka í nýtslu næsta ár,
sigur Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrost
Mynd: Birgir W. Høgnesen
– Vit fara ikki at byggja meira
út, men fara heldur, sum tíðin
gongur, at nútímansgera
okkara goymsluvirksemi,
sigur stjórin í Bergfrost
Mynd: Birgir W. Høgnesen