mánadagur 31. oktober 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016
34
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Fuglafjørður sera
væl fyri vinnuliga
– Eg fegnist um allar tær fyritøkur, sum hava sítt virksemi í Fuglafirði. At hetta eru fjølbroyttar fyritøkur, sum
framleiða til altjóða marknaðin, ger bara støðuna uppaftur betri. Tað er ein fyrimunur fyri vinnulívið, at øll
eggini ikki eru endaði í einari kurv, sigur Magnus Midjord, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu
Vilmund Jacobsen
M
agnus Midjord, sum hevur sitið
í Fuglafjarðar býráði seinastu
átta árini, hevur valt ikki at
stilla upp aftur á kommunuvalinum
hesaferð.
Hesi árini hevur hann sitið í tung
um nevndarsessum, bæði skeiðini
sum limur í fíggjarnevndini og vinnu-
nevndini og seinastu fýra árini sum
formaður í vinnunevndini.
Hesi átta árini hevur hann sitið
bæði í minniluta og í meiriluta í býráð
num.
Krevjandi og spennandi
– Hetta hevur verið ein ógvuliga
spennandi, men eisini krevjandi tíð,
sigur hann.
Tað er eingin loyna, at Magnus
Midjord hevur verið ein av talsmonn
unum fyri teimum útbyggingum, sum
eru framdar á havnalagnum í Fugla
firði.
– Í skemti havi eg sagt, at nú hava
vit við útbyggingum av havnalagnum
og tí vinnuvirksemi, sum hetta hevur
slóðað fyri, skapt fíggjarliga grundar
lagið undir skúlabyggingini. Herfyri
samtyktu vit í býráðnum einmælt at
byggja nýggjan barnaskúla í Fuglafirði.
Hetta er ein stór íløga, sum kemur at
krevja rættiliga nógv av kommununi.
Magnus Midjord vísir á, at hóast
kommunan við árunum hevur gjørt
stórar íløgur fyri at tryggja góðar
vinnuligar karmar, vónar hann ikki, at
kommunalu útbyggingarnar á havna-
lagnum steðga her.
Hann sær tó fyri sær, at nú stórar
íløgur skulu gerast í skúlabygging,
verður ávíst afturhald í íløgunum á
havnalagnum fyri eina tíð.
Hann vísir tó til langtíðarætlanina,
sum fyriliggur og vónar, at býráðið,
sum tekur við eftir valið í november,
fer at hava hesa langtíðarætlan við í
sínum viðgerðum og avgerðum, sum
tíðin gongur.
Betraðar umstøður
Fuglafjørður hevur fingið 60 metrar
av nýggjari djúphavn í framhaldi
av Pelagos-bryggjuni, og hetta ger
stóran mun, tó at útbyggingin ikki
nøktar framtíðar tørvin. Bátahylurin
er eisini dagførdur, soleiðis at um
støðurnar hjá smábátaeigarum nú
eru góðar.
– Umstøðurnar hjá teimum stóru
skipunum á Fuglafirði eru nógv betr
aðar, og útbyggingin av djúphavnini
slóðar eisini fyri eini bingjuhavn, sum
kemur at hava stóran týdning fyri
Fuglafjørð og fyri inntøkurnar hjá
Fuglafjarðar havn.
Magnus Midjord vísir á, at úr krók
inum á nýggju atløgubryggjuni og út á
endan, har Havsbrún nú byggir nýggja
og stóran fóðurgoymslubygning, eru
eisini 20 metrar av nýggjari atløgu
síðu.
– Eg síggi fyri mær, at hesir 20
metrarnir í einari nýggjari útbygging
verða nógv fleiri út eftir, soleiðis at
her eisini fæst ein atløgusíða aftrat
til tey stóru skipini.
Magnus Midjord sigur, at nýggja
fóðurgoymsluhøllin, sum Havsbrún
nú letur byggja, verður einar 4.300
fermetrar stór, sum svarar til umleið
ein innilokaðan fótbóltsvøll.
Nýggj bingjuhavn
Sambært tølum hjá Havnarskriv-
stovuni fóru sløk 600.000 tons um
bryggjukantin í Fuglafirði í 2015.
Útflutningurin
var
mest
frystar
fiskavørur, mjøl og fóður, og innflutn
ingurin var mest rávøra til Havsbrún
og Pelagos, frystar fiskavørur til
Bergfrost og olja til Effo Bunkers.
– Í fjør fóru eisini 40.000-50.000
tons av ymiskum frystum fiskavørum
í bingjum eftir landavegnum, og tá
fiskurin fer av havnalagnum á henda
hátt, fæst einki vørugjald fyri fiskin,
og kommunan missir inntøkur.
Vinnunevndarformaðurin vísir á, at
í miðal fara einar 40 bingjur um vikuna
úr Fuglafirði eftir landavegnum.
– Tað er tí ógvuliga umráðandi,
at vit fáa bingjuhavnina upp at
koyra sum skjótast. Økið, har frysti
bingjurnar koma at standa, er einar
10.000-12.000 fermetrar stórt, og
við tveimum bingjum á hædd kunnu
nógvar bingjur standa á økinum í
senn.
Magnus Midjord vísir á, at nýggj
háspenning er løgd av vestara landi í
Fuglafirði og um fjørðin. Háspenningin
endar inni á Pelagos, og haðani verður
hon løgd heim á bingjuøkið, sum krev-
ur nógvan streym.
– Nógva vinnulívið krevur eina
kolosala orku, og eg havi skilt, at bara
vinnulívið í Fuglafirði krevur væl meira
orku enn allar Norðoyggjar til samans,
íroknað Klaksvíkin.
Pelagos og Vónin
Í tíðini, meðan Magnus Midjord hevur
verið virkin í Fuglafjarðar býráði,
hevur Fuglafjørður eitt nú fingið upp
sjóvarvirkið, Pelagos, sum í vertíðini
hevur arbeiðið til nógv fólk.
– Jú, her er nógv virksemi og ar
beiði í Fuglafirði, og dagliga koma
eini 200-300 fólk úr øðrum økjum
til Fuglafjarðar at hjálpa okkum at
arbeiða. Her er nógv meira arbeiði enn
til okkum fuglfirðingar, og vit fegnast
um at kunna bjóða fólki úr øðrum
økjum at arbeiða hjá okkum.
Vinnunevndarformaðurin vísir á, at
Føroyar hava brúk fyri framleiðslum
og útflutningi, og her gongur Fugla
fjørður á odda.
– Tað er nógv hent í Fuglafirði
seinnu árini. Fara vit nøkur ár aftur í
tíðina, kundi tað faktiskt vera rætti
liga deydligt á bryggjuni. Fyrsta upp
sjóvarvirkið í Føroyum kom í Kollafirði,
og hitt næsta kom á Tvøroyri. Men,
tíbetur eydnaðist tað okkum eisini at
fáa okkara uppsjóvarvirki, sum liggur
væl plaserað í Fuglafirði, her vit hava
havt Havsbrún í meira enn fimmti ár.
Magnus Midjord vísir á, at um
stutta tíð fer trolvirkið Vónin at
byggja ein velduga stóran bygning
heilt úti á havnalagnum í Fuglafirði,
har trolvirkið fer at hava sítt virksemi.
– Sum eg havi skilt, verður hesin
bygningur meira enn 100 metrar
langur og í fleiri hæddum. Gamla
nótavirkið er selt til Framherja - und
antikið sjálv nótagoymslan, sum nóta
skipini eiga.
Altjóða fyritøkur
Vinnunevndarformaðurin
fegnast
um allar tær fyritøkur, sum hava sítt
virksemi í Fuglafirði, og at hetta eru
fjølbroyttar fyritøkur, sum framleiða
til altjóða marknaðin, ger bara støð
una uppaftur betri.
– At fyritøkurnar eru fjølbroyttar
og framleiða til ymiskar marknaðir,
ger, at vinnulívið stendur sterkari.
Eg vil siga tað soleiðis, at tað er ein
fyrimunur fyri vinnulívið í Fuglafirði, at
øll eggini ikki eru endaði í einari kurv.
Magnus Midjord fegnast eisini
um stóra virksemið hjá KJ Hydraulik
og øðrum veitarum á Kambsdali og
aðrastaðni í Fuglafirði.
- Hevði eg sagt fyri 20 árum
síðan, at einasta skipasmiðja, sum
byggir skip í Føroyum, fór at liggja
á Kambsdali, hevði eg helst verið
innisperraður. Men, hetta er fakta, nú
KJ Hydraulik seinnu árini hevur bygt
ein hóp av tvíkiljum til alivinnuna,
sigur vinnunevndarformaðurin.
Soleiðis sær økið út í dag, har
ætlaða bingjuhavnin skal verða,
og niðan fyri Havsbrún sæst eisini,
at stóri fóðurgoymslubygningurin
byrjar at taka skap
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Hetta hevur verið ein ógvu
liga spennandi, men eisini
krevjandi tíð í býráðnum,
sigur Magnus Midjord,
sum ikki stillar upp aftur á
kommunuvalinum hesaferð