Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 38 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Nú stendur skúlin fyri tørni í Fuglafirði - Nýggi skúlin verður ein mentanardepil til frama fyri alla bygdina, og her fer eisini at rúmast musikkskúli, kvøldskúli, bókasavn, felagshøll og annað, sum hoyrir einum nýggjum og tíðarhóskandi skúla til, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sum Vikublaðið hevur skift orð við Vilmund Jacobsen F uglafjarðar kommuna sam­tykti á býráðsfundi herfyri ein­mælt at taka undir við einum disposi­ tiónsuppskoti frá Map Arkitektum um bygging av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði, og í uppskotinum verður dentur lagdur á, at hetta er »meira enn ein skúli«, sum tikið verður til. Uppskotið byggir á eina byggiskrá, sum bygginevndin aftan fyri verk­ ætlanina handaði býráðnum og sum varð samtykt á býráðsfundi í Fugla­ firði seint í mai í ár. Skúlin - ein miðdepil Sonni á Horni, borgarstjóri í Fugla­ fjarðar kommunu, vísir á, at í byggi­ skránni varð dentur lagdur á, at skúlin – bæði í gamlari og nýggjari tíð – hevur verið ein mentanarberi og mið­depil í bygdini. – Vit vilja, at Fuglafjarðar skúli fram­haldandi skal vera ein snúningsás í býnum og í nærumhvørvinum. Skúlin skal stuðla undir við góðum kørmum fyri okkara týdningamesta tilfeingi - skúlaungdómin - ið skal mynda okkara framtíð. Borgarstjórin vísir á, at skúlabygg­ ingin, sum sjøtil nú er settur á, skal vera ein ímynd av, at Fuglafjørður gongur á odda, tá ræður um vitan og mentan, og hetta skal eisini síggjast aftur í byggilistini við nýskapandi og framskygdum kørmum, har arki­ tekturur og námsfrøði ganga hond í hond. – Vit vilja, at nýggi skúlin skal verða meira enn ein vanligur skúli. Hann skal verða opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Tað er eitt ynski hjá Fuglafjarðar býráði, sigur Sonni á Horni, at skúlin verður ein mentanardepil til frama fyri alla bygdina, og her fer eisini at rúmast musikkskúli, kvøldskúli, bóka­ savn, felagshøll og annað, sum hoyrir einum nýggjum og tíðarhóskandi skúla til. – Vit vilja, at góðar umstøður skulu verða til tónleik og list, og náttúrulærugreinarnar verða inn­rætt­ aðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt við denti á læring við royndum. Borgarstjórin visir á, at um­ støð­urnar hjá fjølbroytta frítíðar­ virk­seminum verða tiknar við í skúla­byggingina, og soleiðis fær Fugla­fjørður ein nýskapandi skúla. – Verandi uppskot er 3.350 fer­ metrar, umframt 220 fermetrar í verandi skúla sum verður umbygt. Sonni á Horni sigur, at metti kostnaðurin av nýggja skúlanum í Fuglafirði er 96 miljónir krónur. Samd um skúlan – Vit hava verið samd um skúlan alla tíðina og vit, sum hesi fýr árini hava myndað Fuglafjarðar býráð, hildu fram við tí arbeiði, sum undanfarna mentanarnevnd í kommununi hevði gjørt. Borgarstjórin vísir á, at tað mesta av trimum árum hevur Fugla­fjarðar kommuna samskift við Eystur-komm­ unu um møguliga at byggja nýggja framhaldsskúladeild saman, men hetta hevur higartil ikki borið á mál. – Vit hava tí valt at taka barna­ skúl­an fyrst, og tá barnaskúlin er kom­in, skal ikki nógv til eisini at betra um umstøðurnar hjá fram­ halds­skúlanum við eitt nú nøkrum nýggj­um skúlastovum aftrat. Soleiðis verður hádeildin, ið fevnir um fram­ halds­skúlan, framd í 2. byggistigi av samlaðu skúlaverkætlanini hjá okkum. Sonni á Horni vísir á, at tað hevur ongantíð verið ætlanin ikki at byggja nýggjan barnaskúla í Fuglafirði, og nú skúlin er einmælt samtyktur, er hann ógvuliga fegin. Tað er eingin loyna, at skúlin hevur verið eitt av hjartamálunum hjá borgarstjóranum í hesi setuni, og hann heldur seg minnast, at undan sein­asta kommunuvali søgdu tey flestu, sum tá vórðu vald í býráðið, at tey tóku undir við at byggja nýggjan skúla. – Vit kunnu longu nú fara eitt stig víðari og siga, at tá barnaskúlin er liðugur, er teppið samstundis rullað út til framhaldsskúlan, leggur hann aftrat. Hann heldur, at ein av uppgáv­ unum hjá einum komandi býráði í Fuglafirði verður at syrgja fyri, at skúlaverkætlanin verður framd í verki og eftir teirri ætlan og samtykt sum fyriliggur. – Gongst, sum ætlað, verður spakin væntandi settur í til várs, og ætlanin er, at nýggi skúlin skal standa liðugur í 2019. Eg haldi tað vera umráðandi, at skúlaverkætlanin verður framd, soleiðis sum hon fyriliggur - og at hon ikki verður krympað á vegnum. Tá vit nú fara í holt við nýggjan skúla, er tað mín sannføring, at vit eiga at gera tað ordiligt. Tað eru nógv dømi um, at tað loysir seg ikki at krympa, tí ofta verður endaliga úrslitið verri, eisini fíggjarliga. Nýggir íbúðarmøguleikar Eitt, sum Sonni á Horni er harmur um, nú henda setan í býráðnum nærkast endanum, er, at einki spurdist burtur úr íbúðarbygging í Fuglafirði. – Eg eri ógvuliga keddur um, at tað gekk, sum tað gekk, og ivaleyst kenna flestu søguna um, hvussu málið steðgaði - og fyribils endaði. Borgarstjórin sigur, at Fuglafjarðar kommuna sjálv kann ikki fara undir íbúðarbygging, men kommunan kann skapa allar fyritreytirnar og karmar fyri, at íbúðarbygging gerst veruleiki. - Fái eg høvi eftir kommunuvalið, fari eg at gera alt fyri, at íbúðir verða bygdar í Fuglafirði. Vit hava onga beinleiðis umsókn liggjandi um íbúðarbygging, men onkur hevur spurt seg fyri og er komin við alternativum uppskoti og tekningum. Sonni á Horni vísir á, at orsøkin til, at Bústaðir gjarna vildu byggja íbúðir niðri í bygdini, er, at her hevur verið hugsað um íbúðir til allar aldursbólkar og soleiðis eisini um fólk við ymiskum førleikum. – Við at byggja niðri í bygdini og kanska niðri við sjóvarmálan, sleppa – Fái eg høvi eftir kommunuvalið, fari eg at gera alt fyri, at íbúðir verða bygdar í Fuglafirði, sigur Sonni á Horni Mynd: Vilmund Jacobsen