Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 39 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður eldri fólk undan brekkum og kunnu ganga til handils og gera onnur ørindi í miðbýnum. Borgarstjórin viðgongur, at ketan hjá honum leyp av, sum hann sjálvur tekur til, tá partur av býráðnum vildi fylla út og byggja íbúðir á vestara landi í Fuglafirði. – Tað vóru ikki íbúðirnar, sum ræddu meg í hesum umhvørvi, men mista fjøran og ætlaði tvísporaði vegurin her niðri við sjóvarmálan, sum var ein partur av teirri ætlanini. Eg haldi, at tey, sum vildu hesa ætlan, hugsaðu meira um eitt komandi havnalag og trailarar í umhvørvinum enn um veruliga íbúðartørvin, sigur hann. Lækkað dagstovnagjøld Tá Sonni á Horni fyrstu ferð varð valdur í býráðið í Fuglafirði, vóru dag­ stovnagjøldini í kommununi høg, og her var eingin systkinafrádráttur. – Í dag hava vit millum bíligastu ansingargjøld í landinum, og tað merkir hvør einasta familja í komm­ ununi, sum hevur børn á dagstovni. Hann sigur, at tað næsta takið eigur at vera at seta í verk eina matar­ skipan, sum í fyrsta lagi røkkur inn í dagstovnarnar - og eisini inn í skúlan. – Eg haldi, at í staðin fyri at lækka dagstovnagjøldini enn meira, eiga vit nú at hyggja upp á, hvussu vit kunnu fremja í verki eina matarskipan, so­ leiðis at børn ikki nýtast at hava mat­ pakka við, tá tey fara á stovn ella í skúla. Sonni á Horni heldur, at her eru fleiri møguleikar, sum skulu takast upp til viðgerðar í einum nýggjum býráði, og hann vónar, at ein slík skipan fer at bera á mál í næstu setu. – Eitt annað mál, sum ikki varð framt í hesi setuni, men sum ætlandi skuldi fremjast, er ítróttarhúsið við fótbóltsvøllin. Hetta mál var meira og minni klárt, tá samansetingin í býráðnum broyttist. Ítrótturin er ein ógvuliga stórur partur av frítíðar­ virkseminum, og eg haldi tað vera stór skomm, at vit í Fuglafirði ikki eiga eitt betri ítróttarhús. Borgarstjórin vísir á, at tekningar av nýggjum húsi eru gjørdar, og kostmaðarmetingin sigur, at húsið fer at kosta einar 10 miljónir krónur. Tá er alt til fótbóltin í niðaru hæddini gjørt, soleiðis sum krøvini hjá FSF eru, meðan eftir er at gera hølini í ovaru hæddunum - Graslíkisvøllurin hevur í hesum valskeiði fingið røttu mátin og nýtt graslíki, og nú skal ítróttarhúsið byggjast, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen – Í nýggja skúlanum verða góðar umstøður til tónleik og list, og náttúrulærugreinarnar verða innrættaðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt, sigur borgarstjórin Tað vóru ikki íbúðirnar, sum ræddu meg í hesum umhvørvi, men mista fjøran og ætlaði tvísporaði vegurin niðri við sjóvarmálan, sum var ein partur av teirri ætlanini, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen