týsdagur 1. november 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Í hesum døgum er Norðurlandaráðsfundur í Keypmannahavn. Hetta er 68.ferð at norðurlond halda ársfund
Mánadagin var fundur í Keypmannahavn um hvussu norðurlond kunnu vera
við at røkka altjóða málunum um burðardygga menning
NORÐURLENDSKIR POLITIKARAR
SAVNAÐIR Í KEYPMANNAHAVN
Norðurlond saman um altjóða
burðardygga menning hjá ST
Árni Gregersen
Ársfundurin í Keypmanna
havn hevur serligan áhuga
í Føroyum, tí á dagsskránni
er eitt føroyskt uppskot
um, at stjórnirnar í Norðan
londum, norrøna Ráðharrar
áðið og Norðurlandaráðið
taka undir við ynskinum frá
landsstýrinum og fara í sam
ráðingar um, hvussu Føroyar
kunnu fáa fullan limaskap í
Norðurlandaráðnum.
Tað eru tey bæði føroysku
umboðini í Ráðnum, Jenis av
Rana, Miðflokkurin og Ruth
Vang, Framsókn, sum hava
lagt uppskotið fram.
Í
viðmerkingunum
til
uppskotið skriva tey bæði,
at líka síðani Norðurlanda
ráðið var sett á stovn í 1952
og Norðurlendska Ráðharra
ráðið í 1971 hava Føroyar
ynskt at taka fult lut í
norrøna samstarvinum.
Tvær ferðir er hetta við
gjørt í Løgtinginum, sum ein
mælt hevur tikið undir við
hesum ynski, bæði í 1977 og í
2003. Málið hevur eisini verið
viðgjørt í norðurlendskum
samanhangi og á altjóða
pallinum. Tí er uppskotið
lagt framaftur nú.
Helsingfors-sáttmálin er
broyttur átta ferðir, tó uttan
at broytingar eru gjørdar,
sum geva sjálvstýrandi pørt
unum í norðurlondum fullan
limaskap í Norðurlanda Ráð
num.
Hetta er fjóðru ferð, at
norðurlendsku
stovnarnir
og felagsskapirnir viðgera
eina umsókn frá Føroyum
um fullan limaskap. Fyrstu
ferð var í 1976, tá ið Erlendur
Patursson
setti
uppskot
fram um hetta.
Í 1980 var tað Anker
Jørgensen, forsætisráðharri,
sum legði uppskotið fram og
í 2003 endaði umsóknin við tí
sonevnda Álandsskjalinum,
sum var svar uppá føroysku
umsóknina..
Í viðmerkingunum stend
ur eisini, at Føroyar eru til
reiðar at átyaka sær fulla
ábyrgd av tí norðurlendska
arbeiðnum- og tað ynskja vit,
at hini norðurlond vilja latta
okkum sleppa at gera.
Í Føroyum er eitt sterkt
politiskt ynski um at fáa
fullan limaskap og fullar
skyldur í hesum samstarvi,
skriva Jenis av Rana og Ruth
Vang.
Salvt um tað eru tey bæði
Ruth Vang og Jenis av Rana,
sum hava lagt uppskotið
frram, so stendur landsstýrið
aftanfyri uppskotið.
Árni Gregersen
Norðurlanda Ráðið hevur
samtykt,
at
burðardygg
menning skal gerast veru
leiki, bæði í norðurlondum
og kring allan heim.
Ráðið
hevur
tilnevnt
Sonja Mandt úr Noreg til
forkvinnu íu einum arbeiðs
bólki, sum skal kanna møgu
leikarnar fyri at fremja eina
meira burðardygga, javnsetta
og betri framtíð – bæði her á
okkar aleiðum og kring allan
heim.
Norðurlond hava tikið
aktivt lut í at fremja SDG,
sum hetta verður nevnt og
hava arbiett fyri at fáa eina
arbeiðåsskrá, sum vil nakað
til 2030.
Stjórnirnar
í
norður
londum hava ábyrgdina av,
at hetta verður framt og
at hava eftirlit við at hetta
veðrur ordiliga gjørt. Hetta
er ein arbeiðsætlan, sum
strekkir seg yvir næstu 15
árini.
Burðardygg menning er
serligt á tann hátt, at tað
er ikki nóg mikið at eitt
ella nøkur lond gera, sum
avtalað. Hetta krevur at øll
gera sín part – uttna mun
til um talan er um fátæk, rík
ella miðallondini.
Endamálið er framburður,
samstudis sum vit ansa væl
eftir jørðini og ikki brúka
meira enn hon tolir. Eisini eru
útbúgving, heilsa og sosialur
tryggleiki og møguleikar at
fáa arbeiði avgerandi, sam
stundis, sum vit taka okkum
av umhvørvinum og kilima
broytingum.
– SDG er ikki bert gald
andi fyri menningarlondini.
Hetta er eisini galdandi fyri
okkum, segði Grete Faremo,
sum er ein undiraðalskrivari
í ST.
Júst hetta málið hevur
longu fingið stóra umrøðu
á fundinum í Keypmanna
havn.
Jenis av Rana, Miðflokkurin, umboðar andstøðuna
í Løgtinginum í Norðurlanda Ráðnum
Ruth Vang, Miðflokkurin, umboðar samgonguna
í Løgtinginum í Norðurlanda Ráðnbum