Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 Sosialurin POLITIKKUR Flestu landsstýrisfólk luta Norðurlanda Ráðs fundi í keypmannahavn hesa vikuna og ein vinnubólkur er farin til Kina við landsstýrismanninum á odda Arbeitt verður við at nútímansgera Norðurlanda Ráðið og í tí sambandi er eitt nýtt skjaldramerki gjørt Væl umboðað á fundi í Danmark NÝGGJUR SVANI NÝTT SKJALDRAMERKI HJÁ NORÐURLANDA RÁÐNUM Árni Gregersen Sjálvt um alt verður gjørt av nýggj­um, so verður svan­ ur­in fram­vegis súmbol fyri norrøna samstarvið. Svanurin er gjørdur av nýggjum við størri atliti til digitalt brúk, sigur Dagfinn Høybråten, aðal­skrivari hjá Ráðharra Ráðnum. – Svanurin ber boð um álit, integritet og frælsi, sigur aðal­skriv­arin. Bo Linnemann úr Dan­ mark hevur teknað nýggja svana­merkið. Gamla merkið var tikið í nýtslu í 1985. Tað var teknað av Kyøsti Varis, úr Finnlandi. Norðurlendska sam­starv­ ið ber boð um burðar­dygd í øllum virksemi og tí verða nýggju merkini sett í gongd á ymsu støðunum so við og við. Tað vil siga, at brævørk og annað, sum er prentað og er á goyumslu ikki verður koyrt burtur, men verður brúkt áðrenn nýggi grafikkurin verður tikin í brúk. Tí fer tað at taka nakað av tí, til tað nýggja verður at síggja alla­ staðni. Talgylt verður alt tað nýggja tó sett í gongd beinan­ vegin Árni Gregersen Politiska arbeiðið liggur mest­sum stilt í Føroyum hesa vikuna. Nógv fólk eru uppstillað til bý­ráðs­valini – heili 14 av teimum sum sita í Løg­ ting­in­um í dag og har­aftur­ at er 68. ráðs­fundurin hjá Norðurlanda Ráðnum í Keyp­ manna­havn hesa vikuna. Bert tvey landsstýris­fólk – Kristina Háfoss, lands­ stýris­kvinna við fíggjar­ málum, og Henrik Old, lands­stýris­maður við sam­ ferðslu­málum, eru heima á landi. Øll hini lands­stýris­ fólk­ini og løg­maður eru á fundi í Keypmanna­havn ella á ferð aðra­staðni Poul Michelsen, lands­ stýris­maður við uttan­ríkis­ málum, hevur norrønt sam­ starv undir sær og hann stendxur eisini aftan­fyri upp­skotið hjá løg­tings­lim­ un­um Ruth Vang og Jenis av Rana, um fullan føroyskan lima­skap í ráðnum. Hann er ikki á fund­in­um í Keyp­ manna­havn, men er á odda fyri einari føroyskari vinnu­ ferð til Kina. Saman við lands­stýris­ mann­in­um og hansara em­ bætis­fólkum eru um­boð fyri 14 føroyskar vinnu­fyri­tøkur við á ferðini. – Vit hava valt skipað fyri vinnu­ferðini fyri at geva fyri­tøkum møgu­ leika at fáa størri innlit í kinesiska marknaðin og fáa í lag sam­bond. Lands­stýrið arbeiðir mið­víst fyri at fáa betri marknaðar­at­gongd til okkara høvuðs­marknaðir, og á ferðini fara vit eisini at hava fundir við av­varðandi myndug­leikar um møgu­leik­ arnar fyri at fáa í lag handils­ avtalu við Kina, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Fyritøkurnar sum lut­ taka á ferðini eru: Luna, Bakka­frost, Varðin, Pelagos, Lands­handilin, Føroya Tele, Huawei Danmark, Amplexa Genetics, Mest, Klaks­víkar Sleipi­støð, Pomek, Posta, Kemi­lux og Combine-IT. Poul Michelsen er á odda fyri einari vinnunevnd, sum vitjar í Kina í heusm døgum. Løgmaður tekur lut í fundinum í Keypmannahavn, har hann eisini skal hava fund við norðurlendsku starvsfelagar sínar Luna er ein av føroysku fyri­ tøkunum, sum er við á ferðini Nú verður nýtt skjaldra­ merki sett upp, men tað er framvegis svanurin, sum skal bera boð um norrønt samstarv