týsdagur 1. november 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
16
MEST
MEST BRYNJAR
SEG TIL
FRAMTÍÐINA
Góða gongdin innan sjóvinnu og laksaaling sæst aftur í virkseminum í handverkaravinnuni, og nógva virksemi
hjá MEST er eitt gott dømi um hetta. - Vit gleðast yvir, at føroysk reiðarí velja at fáa skipini umvæld í
Føroyum og ikki uttanlands, sum ikki var óvanligt fyri fáum árum síðan, sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST
Vilmund Jacobsen
Skipasmiðjan MEST, sum
hevur
virksemi
í
Havn,
Skála og í Runavík, hevur
seinastu árini lagt seg eft
ir at umskipa virksemið
soleiðis, at veitingarnar til
kundarnar kunnu gerast enn
betri. Samstundis eru íløgur
gjørdar í at tryggja framtíðar
kappingarevnini hjá MEST.
- Vit hava eitt nú styrkt
okkum innan stál-økið og
hava uppstigað el-deildina,
umframt at vit áhaldandi
dagføra okkara virkisemi
við nýggjari útgerð á øllum
deildum.
Tað sigur Mouritz Mohr,
stjóri í MEST.
Hann vísir á, at málið
hjá skipasmiðjuni altíð er
at gerast betri at veita eina
góða og álítandi tænastu til
kundarnar - smáar eins væl
og stórar.
– Vit lurta eftir okkara
kundum, og vit tillaga okkum
alsamt til økt krøv, sum
kundin setur, sigur stjórin.
Gongur rættan veg
Sum øllum kunnugt, gongur
ikki væl innan oljuvinnuna
í løtuni, og hetta sæst eisini
aftur í virkseminum hjá
dótturfelagnum hjá MEST,
PAM Offshore Service, har
stór sveiggj hava verið í
arbeiðnum.
– Útlitini innan oljuvinn
una fyri restina av hesum
árinum eru ikki so bjørt,
sum tey hava verið. Tí er
tað gleðiligt, at gongdin inn
an virksemið hjá MEST í
Føroyum er positivt, sigur
Mouritz Mohr.
Hann fegnast um, at í
kapping við aðrar veitarar
vann MEST fyrr í ár útboðið
at byggja tvær tvíkiljur til
Bakkafrost, og hetta arbeiðið
er komið væl í gongd í byggi
høllini hjá MEST í Tórshavn.
– Í summar hevur eis
ini verið úr at gera hjá
skipasmiðjunum,
bæði
í
Havn og á Skála, við at gera
pelagiska flotan og flotan
í Barentshavinum kláran
til heyst-og vetrarfiskiskap
eftir ávikavist makreli, sild,
svartkjafti og toski.
Ein
stórur
partur
av
pelagiska flotanum hevur
verið í dokk ella hevur verið
fram við fyri at fáa gjørt
umvælingar av ymiskum
slag. Sama er við flakatrol
arunum, sum fiska í Barents
havinum.
– Vit gleðast serliga yvir,
at hesi reiðarí velja at fáa
síni skip umvæld í Føroyum
og ikki uttanlands, sum ikki
var óvanligt fyri fáum árum
síðan.
Mouritz
Mohr
leggur
aftrat, at tað, at føroysku
reiðaríini velja at gera fleiri
umvælingar
í
Føroyum,
merkir, at bæði MEST og
aðrir undirveitarar fáa meira
at gera.
Enn betri veitingar
Á MEST í Runavík, har
serliga verður arbeitt við
loysnum og útgerð til fram
leiðsluvinnuna, hevur virk
semið eisini verið merkt av
góðu gongdini í vinnuni.
Í Runavík hava tey verið
meira enn fult upptikin av
nógva virkseminum innan
alivinnuna.
– Her hevur nýggja virkið
hjá Bakkafrost á Glyvrum
fylt serliga nógv, umframt
at MEST á Skála eisini hevur
staðið fyri umbyggingini av
Hans á Bakka í summar.
Stjórin vísir á, at eisini
botnfiskaskip,
djúpvatns
trolarar, partrolarar, trol
bátar og línuskip eins og
ferjur hava valt at brúka
MEST sum samstarvspart í
samband við umvælingar og
umbyggingar.
– Samanumtikið er gongd
in góð, men tað merkir ikki, at
vit helma í. Vit vilja, at MEST
verður ein enn betri veitari,
sum skal kunna tryggja
Fakta um MEST-samtakið
MEST-samtakið fevnir um
skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn,
framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og
dóttirfelagið PAM Offshore Service.
Felagið hevði sambært ársroknskapinum
fyri 2015 311 starvsfólk í arbeiði
og 324 miljónir krónur í umsetningi.
MEST er sostatt eitt av størstu
framleiðslufeløgunum í landinum.
– Samanumtikið er gongdin góð, men tað merkir ikki, at vit helma í. Vit lurta eftir okkara
kundum, og vit tillaga okkum alsamt til økt krøv, sum kundin setur, sigur stjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen