Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MEST skjótari og neyvari veitingar til kundarnar. Jú, skjótari og neyvari okkara veitingar eru - jú, sterkari verða kappingarevnini hjá okkara kundum, og við hes­um hava kundarnir eisini alla orsøk til at venda aftur til okkara, sigur Mouritz Mohr. Fleiri lærlingar MEST hevur altíð havt nógv­ ar lærlingar í starvi – ikki minst við tí í huga at menna vinnuna. Soleiðis er eisini í dag, har nógvir lærlingar eru í læru hjá MEST, harav 18 verða avlærdir í 2017, og 10 verða av­lærdir í 2018. – Hetta er ein góð íløga við tað, at fleiri av núverandi lærlingum fara at gerast góðir sveinar í fyritøkuni - og aðrir fáa eina lopfjøl til víð­ari útbúgvingar, sigur stjórin. Fyrr í ár bórust tíðindi um, at MEST hevur ætlanir um at inniloka dokkina á Skála. – Sum gongdin er í vinn­ uni í dag hava vit góðar vónir um ætlaninar at inniloka dokkina á Skála, og arbeitt verður ítøkiliga og miðvíst við at fremja hesa ætlan í verki, sigur Mouritz Mohr. Pressarin og Samson Leggjast kann aftrat, at bæði Pressarin og nýggi sleipi -og loðsbáturin - Sam­ son - hava ymiskar sleipi- og loðsuppgávur kring um landið, umframt at bát­ar­ nir eru við í dagliga virk­ seminum hjá MEST. Pressarin hevur eina tóv­ megi á 12,3 tons, og tóvmegin hjá Samson er heili 39 tons. Stjórin í MEST, Mouritz Mohr, framman fyri nøkur av skipunum, sum skipasmiðjan hevur smíðað, Vesturbúgvin, Eysturbúgvin og Fiskaklettur Mynd: Vilmund Jacobsen Arbeiðið at byggja tvíkiljur til Bakkafrost í byggihøllini hjá MEST í Tórshavn er væl í gongd Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt av pelagisku skipunum - Finnur Fríði - í dokkini á Skála Mynd: MEST MEST á Skála hevur staðið fyri umbyggingini av Hans á Bakka í summar Mynd: MEST Pressarin og nýggi sleipi-og loðsbáturin Samson (mynd) gera uppgávur á Havnarvág og kring um landið Mynd: MEST