týsdagur 1. november 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126
18
Sosialurin
Høgni Joensen
Hugskotið at brúka
Sjóvinnuhúsið sum
fróðskaparsetur og
Venjingarskúlan
til lestraríbúðir er
frálíkt
–
genialt.
Land og kommuna spara hund
aðtals milliónir. Og vit fáa ein
útbúgvingardepil lið um lið við
eitt livandi og fjølbroytt vinnulív á
Vestaru bryggju.
Fortreytin fyri vælferðarsam
felagnum er ein góður búskapur.
Grundvøllurin undir einum góðum
búskapi er eitt vælvirkandi og
nútímans vinnulív. Men fortreytin
fyri framburði og einum fram
komnum samfelagi er útbúgving.
Bæði
handverksútbúgvingar
og
bókligar útbúgvingar.
Onkur heldur, at tað stóra
vinnulívið, eitt nú skipasmiðjan,
skal ikki vera í Havnini. Hesum
sjónarmiði taki eg ikki undir við.
Vit skulu í høvuðsstaðnum eisini
hava stór, góð og sterk vinnuvirki. Á
hesum øki skal kommunan ganga á
odda at skapa framleiðsluvinnuni í
Havn góðar umstøður.
Havnin er og hevur altíð verið ein
miðdepil fyri útbúgving og ungdómi.
Og tað skal hon eisini vera í komandi
tíðum. Tí er neyðugt at gera stórar
íløgur í høvuðsstaðnum, skulu enn
fleiri føroyingar hava møguleika at
nema sær hægri útbúgving í Føroy
um.
Ætlanir
hava
verið
um
at
byggja ein nýtt fróðskaparsetur
á Frælsinum. Tað hevur ljóðað,
at kostnaðurin fyri eitt slíkt er
omanfyri
500
mió.kr.
Hesum
verður neyvan ráð til í bræði. Tí er
hugskotið at nýta Sjóvinnuhúsið
sum fróðskaparsetur frálíkt.
Tórshavnar Havn og havna
nevndin fáa loyst ein trupulleika,
nú handils- og vinnufyritøkur við
tilknýti til sjóvinnuna ikki standa
í bíðirøð at sleppa inn í gomlu
Saltsøluna og Tunnuvirkið. Um
Sjóvinnuhúsið kann tillagast fyri
einar 30 mió. kr., er talan um eina
stóra sparing fyri landið. Kann
Tórshavnar Havn – ella annar eigari
– leiga húsið til Setrið fyri einar 7-8
mió. árliga, hvílir íløgan í sær sjálvum.
Sjóvinnuhúsið er 7000 fermetrar, so
hølistørvurin verður nøktaður mong
ár fram í tíðina.
Sagt er, at eini 75 til 100 íbúðir
til ung í útbúgving kunnu gerast
á
Venjingarskúlanum.
Verður
sama modell nýtt, sum Tórshavnar
kommuna og Bústaðir hava gjørt
í sambandi við Kommunuskúlan,
kann eitt stórt tal av íbúðum verða
tøkt um nøkur ár.
Hetta er ein ætlan, ið eg taki fult
undir við og vil virka fyri, um tit
vísa mær álit á valdegnum tann 8.
november.
Set X við Høgna Joensen
Valevni á lista C
Vinna og útbúgving – lið um lið á Vestaru bryggju
Bjørghild Djurhuus
býráðslimur
Hálvan tíma eyka um
vikuna, hevði verði
ein góð tænasta at
veitt
okkara
eldru
borgarum
í
Tórs
havnar Kommunu.
Í
Danmark
hevur
seinastu
árini verði møguleiki hjá eldri
borgarum, at fáa eyka vitjanir frá
heimatænastuni. Hendan skipanin
snýr seg í stuttum um, at borgarin
fær eina eyka vitjan, hálvan
tíma um vikuna, útyvir vanliga
heimahjálpstørvin. Borgarin velur
sjálvur hvat hesar vitjanir skulu
brúkast til, og nær tær skulu verða.
Hvør vitjan telur ½ tíma, og er tað
eisini møguleiki fyri at samla sær
saman tímar, soleiðis at tú til dømis
kann fáa tveir tímar eyka hjálp/
tænastu fjórðu hvørja viku, í staðin
fyri hálvan tíma um vikuna.
Í Keypmannahavn vóru tað 97
% av borgarum, sum høvdu hendan
møguleikan, og tóku av tilboðnum.
Tey vóru so sera væl nøgd og fegin
um hesa klippikort skipan.
Hetta eru borgarar við skerdum
førleika, sum fáa heimahjálp fleiri
ferðir um vikuna.
Hendan skipanin er somuleiðis
við til at hækka um lívsgóðskuna
– til dømis við nýggjum samskifti,
og upplivingum, sum tey sakna
og ikki hava møguleika fyri í
gerandisdegnum.
Royndirnar úr Danmark vísa,
at tey flestu vilja sleppa út til eitt
hvørt, til dømis at vitja avvarðandi
í kirkjugarðinum, á kafé, at keypa,
ein gongutúr, baka eina køku, eitt
gott prát, ella okkurt heilt annað.
Hugsast kann eisini, at tilboðið
seinni kann víðkast til, at eisini bjóða
røktarheimsborgarum hesa tænastu,
og hví ikki , eisini heimabúgvandi
eldri, sum ikki fáa heimahjálp og
njóta gott av sama tilboð.
Eina
slíka
verkætlan
sum
hesa vil eg raðfesta at sett í verk í
Tórshavnar kommunu um eg blívi
vald í býráði tann 8. november.
Somuleiðis meti eg, at verk
ætlanir sum hendan júst er í tráð
við
visjónina
hjá
Tórshavnar
Kommunu, virkin og vakin – alt
lívið.
Tann
aldrandi
borgarin
í
Tórshavnar Kommunu kann fáa
eina enn betur tænastu, okkurt at
síggja fram til og gleða seg til, og
ikki minst størri lívsgleði.
Klippikort til eldri sum fáa heimarøkt
KOMMUNUVALIÐ ✗
Mildrid á Lógv
Valevni Tjóðveldis í Klaksvíkar
kommunu
Í kjakinum um sjúkra
húsverkið er komm
unulæknaskipan
in
í
norðurøkinum
dottin niður ímillum.
Hóast, at henda skipanin í dag
liggur á andaleypi, so verður hetta
neyvan borið uppá mál av okkara
ábyrgdarhavandi politikarum her
norðuri. Eg veit ikki, hvat orsøkin
er. Møguliga er hetta eitt so trupult
mál at loysa, at teir ikki vita síni
livandi ráð, ella kanska so er tað
ikki nóg stór prestisja í komm
unulæknum.
Men fyri tann einkulta borg
aran, so er tað eingin ivi um, at
tað
er
kommunulæknin
sum
hevur størstan týdning í ger
andisdegnum hjá teimum. Stórur
tørvur er á kommunulækna í
nærumhvørvinum. Hvør einasti
borgari hevur havt samband við
kommunulækna, onkur meira og
onkur minni. Ein stórur partur av
fólkunum hevur javnan brúk fyri
kommunulækna til sjúkur, heilivág,
heilsukanningar,
heilsuváttanir,
sjúkraskrivingar,
vaccinatiónir
o.s.fr.
Vit hava í dag bert ein fastan
kommunulækna,
sum
enntá
arbeiðir hálva tíð. Norðoyggjar
eru eftir fólkagrundarlagnum nor
meraðar til 4 fulltíðar kommunu
læknastørv, so her stendur ikki
væl til. Læknaviðtalurnar verða
fyri stóran part mannaðar av
skiftandi avloysarum. Hetta er als
ikki nøktandi fyri norðoyingar.
Hevur ein tørv á læknahjálp,
er tað sera umráðandi fyri sjúk
lingin at fáa skjóta og góða hjálp.
Hevur sjúklingurin eina varandi
sjúku, krevur tað nógv av sjúk
linginum støðugt at noyðast at
greiða frá sínum heilsutrupulleik
um kanska enntá á øðrum máli
enn sínum móðurmáli. Hetta er
støðan
við
skiftandi
læknum,
og drenar sjúklingin fyri óneyð
uga orku, samstundis sum kon
tinuiteturin
haltar.
Nakað
av
kontinuitetinum kann tryggjast
við førdari journalskipan, men
als ikki alt. Tætt samskifti millum
kommunulækna og sjúkling hevur
ómetaligan stóran týdning fyri
fullgóðari viðgerð. Í samskiftinum
verður eitt álit uppbygt, sum
gevur kommunulæknanum betri
møguleikar fyri at veita sjúkling
inum tí røttu hjálpina, ið ikki altíð
fæst við skiftandi læknum.
Tað eru í løtuni hølir til tríggir
kommunulæknar, men hetta er í
grundini eitt ov lítið.
Fyri ikki so nógvum árum
síðani, so vóru nýggj hølir bygd
til kommunulæknar. Hetta var
skipað soleiðis, at talan var um 4
isoleraðar viðtalur. Hetta er síðani
broytt nakað soleiðis, at í dag er 3
læknaviðtalur, meðan hølini hjá 4.
kommunulæknanum verða nýtt til
sjúkrarøktarfrøðing, kostráðgeva
og økispsykiatri. At fáa hesar
sergreinar inn á læknamiðstøðina
er sjálvandi eitt framstig, men
hetta var ikki ætlanin við hølunum
frá
fyrstan
tíð,
men
verður
brúkt, tí hølini standa tóm. Tá
hølini vórðu bygd, var ætlanin at
byggja eina heilsumiðstøð við 2
bygningum, har hin bygningurin
skuldi
rúma
ymiskum
øðrum
fakbólkum innan heilsuøki. Hetta
gjørdist tó ongantíð veruleiki.
Møguleikin til samstarv ímillum
kommunulæknar
í
núverandi
hølum er avmarkaður orsakað
av teimum fysisku karmunum í
bygninginum.
Stóri spurningurin er, hvussu
vit gera fyri at fáa eina vælvirkandi
læknamiðstøð ella kanska heilsu
miðstøð her í Klaksvík. Her má eitt
sindur av nýhugsan til.
Ein loysn kundi verið, at brúkt
ein part av Klaksvíkar sjúkrahúsi til
heilsumiðstøð. Her hevði verið rúm
fyri fleiri læknum og eisini fleiri
øðrum fakbólkum innan heilsuøki.
Hetta hevði í sær sjálvum skapt
betri umstøður fyri samstarvi
og menning innan tað primera
heilsuøki. Hevði hetta verið skipað
á rættan hátt, so hevði hetta veru
liga kunnað verið ein spíri til, at
kommunulæknaskipanin við øllum
sínum greinum hevði fingið eina
nógv størri tyngd í heilsuskipanini,
enn hvat hon hevur í dag.
Hølini hava tó ikki alt at siga.
Tað hevur størri týdning at hava
vælútbúgvin fakfólk. Men um
vit vilja hava eina heilsumiðstøð
við fleiri ymiskum fakbólkum,
so kemur hetta ikki at rúmast í
núverandi læknahølum. Ístaðin
fyri at byggja nýtt, so kundu partar
av Klaksvíkar sjúkrahúsi verið
brúktir til hetta endamál.
Rákið innan heilsuøkið hevur
seinastu tíðina verið, at fleiri og
meiri týðandi partar av tí arbeiði,
sum higartil hevur verið miðsavnað
á sjúkrahúsum í dag, verður lagt út
til ta primerum heilsutænastuna.
Eitt gott dømi er viðgerð av
diabetes, sum fyri størstan part
liggur hjá kommunulæknum í dag.
Men umstøðurnar hjá kommunu
læknum eru tíverri ofta alt ov
vánaligar til at kunna taka sær av
tílíkum arbeiði.
Um kommunulæknarnir høvdu
havt atgongd til nakrar av teimum
tænastum,
sum
sjúkrahúsið
hevur, sum til dømis røntgen og
blóðroyndir, so hevði tað verið
stórt stig framá fyri bæði læknar
og sjúklingar. Alt hevði gingið
skjótari, og fólk høvdu tí ikki verið
noydd at brúkt fleiri dagar til
ymsar kanningar.
Eg haldi eisini, at vit áttu at
tikið upp samstarv við granna
kommunurnar í Eysturoynni -
Eystur kommunu og Fuglafjarðar
kommunu - um tað kanska ikki
hevði verið eitt hugskot at skipað
eina felags heilsumiðstøð fyri
alt økið. Hesar kommunur hava
somu trupulleikar at dragast við,
tá talan er um læknatrot. Við ein
um íbúgvaratali upp ímóti 10.000,
so hevði hetta givið nakrar framúr
góðar møguleikar at ment komm
unulæknaskipanina á heilt annan
hátt enn higartil.
Viðvíkjandi Læknavaktini, so
hevur verið nakað av ónøgd. Serliga
er tað trupulleikin at noyðast at
fara við smábørnum á náttartíð
til Havnar fyri at fáa hjálp. Hetta
er skilligt, tí at koyra 70-90 km
við sjúkum børnum er ikki altíð
so stuttligt. Her hugsi eg ikki
um álvarsliga sjúku, sum krevur
serkøna hjálp, sum bert kann
veitast á Landsjúkrahúsinum, men
um øll tey sum ein kommunulækni
kann taka sær av. Her hevði borið
til at broytt verandi Læknavaktina
soleiðis, at tann læknin, sum
hevur koyrivakt eystanfyri, hevði
møguleika at kanna og viðgjørt
hesar sjúklingar í læknaviðtaluni á
Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hetta hevði
ikki kravt nakra størri broyting og
letur seg væl gera innan núverandi
skipan.
Henda nýggja kommunulækna
skipanin við betri arbeiðsum
støðum og kveikjandi fakligum
umhvørvi hevði heilt víst gjørt
tað meira áhugavert hjá læknum
at komið til norðurøkið. Hetta
vildi
ment
alt
heilsuøkið
og
tryggja borgarunum heilsugóðar
umstøður. Hetta er nakað, sum eg
vil arbeiða hart fyri, um eg verði
vald í býráðið hin 8. november.
Gott val!
Kommunulæknaskipanin