týsdagur 21. september 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 21. september 2004
25
24
Nr. 179 - 21. september 2004
framvið stólpanum, tá hann
í yvirtíðini varð sendur
avstað móti málinum.
Meira enn eitt einsamalt
troystarmál hevði talan tó
ikki verið um, og so kundu
toftamenn
fegnast,
tá
Lassin
blásti
seinasta
bríkslið. Enn eru teir ikki
leysir av vandanum – langt
ífrá – men sigurin gevur
teimum trúnna uppá, at tað
skal bera til at gera ein
»Skála« í sjálvum enda-
spurtinum.
Hjá fuglfirðingunum er
støðan nú nakað øðrvísi.
Teir eru framvegis trý stig
undan toftamonnum, men
hugmyndin eftir dystin
sunnudagin
segði
tað
mesta. Niðurboygdu høvd-
ini tóktust mest sum ikki
trúgva uppá, at bjargingin
longur er ein møguleiki,
men tað kann væl vera, at
alt sær øðrvísi út næsta
sunnudag. Bara eitt stig í
teimum báðum seinastu
dystunum kann í øllum
førum gera undurverk. Og
tað vildi tað kanska eisini
gjørt, um teir høvdu Ander-
son á sínum liði, men tann
gleðin fall so bara tofta-
monnum í lut.
Eyðstein Skipanes
heldur framvegis, at
hann og liðfelagarnir
hava knívin á bark-
anum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Toftafólk draga helst andan
nakað lættari, eftir at tað
annað vikuskiftið á rað
eydnaðist leikarunum at fáa
fult. Men sjálvir halda leik-
ararnir tó ikki, at teir hava
bjargað nøkrum sum helst
enn.
- Vit høvdu knívin á
barkanum, áðrenn vit fóru
til Vágs. Og alt uttan ein
sigur í dag hevði viðført, at
hálsurin varð kvettur, men
enn liva vit so.
Soleiðis helt Eyðstein
Skipanes fyri, tá vit eftir
dystin fingu orðið á hann.
Men tað er helst einki
at ivast í, at lagið er
betri nú, enn tað var
fyri tveimum vikum síð-
ani?
- Tað veit eg ikki. Vit
leikarar hava í øllum førum
alla tíðina verið samdir um,
at vit skulu geva okkum alt
tað, sum vit eru mentir fyri
felagið. Tann setningin
hava vit framvegis.
- Men tað sigur seg tó
sjálvt, at tað gerst nakað
lættari, nú vit hava vunnið
tvær ferðir á rað, men tað í
sjálvum sær er ikki nóg
mikið, um vit ikki gera
arbeiðið
liðugt,
heldur
hann.
Og spurdur, hvørt tað so
skal gerast við seks stigum
afturat í teimum báðum
seinastu dystunum, tykist
Eyðstein sera avgjørdur.
- Tað veit eg einki um.
Vit taka ein dyst í senn, og
so fáa vit at síggja. Beint nú
eru eyguni í øllum førum
bara vend móti komandi
uppgávuni, segði hann at
enda.
Brasilski Anderson
var munurin á
liðunum, tá hann við
tveimum perlum
syrgdi fyri, at øll
stigini vórðu verandi
á Svangaskarði
sunnudagin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann er kanska ikki gull
verdur, men minni kann
eisini tað. Brasilski Ander-
son hevur víst seg sum
sannan fong hjá tofta-
monnum, síðani hann í
summarsteðginum kom til
landið, og tað er heldur
einki at ivast í, at toftafólk
hava tikið hann til sín.
Hóast áskoðararnir kring
Svangaskarð ikki rúgva so
nógv upp í løtuni, so var
taktfasta rópið ikki at fara
skeivur
av,
tá
Trygvi
Mortensen valdi at geva
dagsins manni frí teir sein-
astu minuttirnar av dyst-
inum móti ÍF. Ein dyst, sum
B68 vann 2-0, soleiðis at
toftamenn nú framvegis
hava eina vón um, at tað
skal bera til at vinna seg
undan niðurflytingini.
Gestirnir hóttu
Dysturin á Toftum var nú
ikki av teimum bestu leik-
liga sæð, men spenta støð-
an undan dystinnum syrgdi
alla tíðina fyri, at nervin
var til staðar.
Fyrstu
longu
løtuna
bendi annars á, at tað vóru
vertirnir, sum vóru meira
fjáltursstungnir enn gest-
irnir. Fram eftir vøllinum
vildi lítið og einki bera til,
og heldur ikki í verjupart-
inum tóktist liðið vera
serliga sannførandi.
Fuglfirðingar hinvegin
tóktust uppsettir uppá, at
niðurflytingarstríðið í øll-
um førum ikki skal vera
nakað, sum skal bíða eftir
eini avgerð til seinasta
umfar. Fleiri ferðir megn-
aðu teir hegnisliga at spæla
ígjøgnum í borðunum, og
tó at talan ikki gjørdist um
opnar møguleikar, so lúrdi
eitt mál til gestirnar onkra
staðni í sjónarringinum.
Tað nærmasta, sum gest-
irnir komu, var tó eitt inn-
legg, sum Øssur Hansen
mundi beint í egið mál, og
spakuliga megnaðu vert-
irnir at flyta spælið longur
niðan. Veruligar møguleik-
ar gjørdist talan tó ikki.
Hvørki Øssur Hansen ella
Stanislav Stankov megnaðu
at bróta ígjøgnum í borð-
unum, og mitt fyri komu
kreativu evnini hjá Eyð-
stein Skipanes og Boga
Petersen als ikki til sjóndar.
Talan mátti mest sum
gerast um einmansavrik,
um toftamenn skuldu fáa
nakað burturúr, og tá tørv-
urin á hesum var størstur,
megnaði Anderson eisini at
levera vøruna.
Fyrru ferðina hetta hendi,
var góðar fimm minuttir
undan steðginum. ÍF verjan
var annars væl skipað, og
vandi tóktist ikki vera á
ferð, tá brasiliumaðurin
fekk bóltin. Men so kom
ferð á. Sum eitt snarljós
rykti hann framvið fyrsta
manninum. Hoppaði og
dansaði fram við næsta,
triðja og fjórða manninum,
áðrenn hann við høgra
beininum meddaði niðri
við nærmastu stong, og so
var B68 á odda.
Dreymamál
Sum vera man, so broytti
hetta um dystargongdina.
Toftamenn kundu nú fyri
tað mesta hugsa um at
standa rætt í verjupartinum,
fyri síðani at dúva upp á
kontra, og fyrstu løtuna
eftir steðgin hóttu teir eisini
fleiri ferðir við at økja.
Fuglfriðingar vóru hin-
vegin mest sum steinrunnir.
Fjálturin á leikarunum var
sjónligur, nú teir mest sum
stóðu andlit til andlits við
niðurflytingarvandanum.
Einføldu tingini, sum í
fyrra hálvleiki riggaðu so
væl, vóru nú mest sum
ógjørlig at gjøgnumføra, og
heimaáskoðararnir tóktust
bara gerast alt meira álvu-
ligir um støðuna.
Sjálvt ikki tann sann-
roynd, at ein smáskaddur
Øssur Hansen mátti fara av
vøllinum, tóktist broyta
nakað um leikgongdina í
spælinum, og tá Anderson
so gandaði fyri aðru ferð,
var leyst og liðugt. Staddur
uttarliga í høgra borðið -
einar 25-30 metrar úr mál-
inum – meddaði brasiliu-
maðurin til fyrstu ferð, tá
fuglfirðingar ikki fingu
skallað ordiliga burtur.
Bólturin ferðaðist í einum
vøkrum boga. Fyrst himm-
alhøgt fyri síðani at skrúva
hegnisliga niður við hand-
ara stólpa, uttan at Karstin í
ÍF málinum fekk gjørt tað
allar minsta, til tess at verja
fyri. Eitt framúr væl skotið
mál, sum uttan iva man
teljast
millum
heitastu
kandidatarnar, um menn
skulu kjakast um, hvat mál
man vera tað vakrasta hetta
fótbóltsárið.
Einki er avgjørt
Og so var ikki stórt meira at
gera hjá ÍF. Teir royndu
seinastu løtuna at flyta
nógv fólk fram í álopi, men
veruligar
møguleikar
gjørdist talan sjáldan um,
og sera symptomatiskt, so
megnaði Sylla bert at prika
B68-ÍF 2-0 (1-0)
Anderson heldur toftamonnum uppi
Kanska er hann ikki gull
verdur, men brasilisanski
Anderson tykist í øllum
førum vera maðurin, sum
skal toga B68 av
botnsessinum, har toftamenn
hava hildið til alt árið
Mynd: Álvur Haraldsen
Steðgaðu
upp
- Vit leikarar hava í øllum førum alla tíðina verið samdir um, at vit skulu geva okkum alt tað,
sum vit eru mentir fyri felagið, sigur Eyðstein Skipanes
Mynd: Álvur Haraldsen
Fakta um dystin
B68-ÍF 2-0 (1-0)
1-0: Anderson Cardena, 39
2-0: Anderson Cardena, 61
B68: Meinhard Joensen – Ronnie Svalbard, Kári
Sigvardsen, Oleif Joensen, Jákup Eli Olsen – Stanislav
Stankov (Kristian A. Andreasen, 72.), Eyðstein
Skipanes, Bogi Petersen, Øssur Hansen (Øssur
Jacobsen, 65.) – Jóan P. Poulsen, Anderson Cardena
(Fabricio Borges, 85.)
GK: Jákup Eli Olsen, 60
ÍF: Karstin Joensen – Áki Petersen, Bartal Eliasen,
Rúni Elttør, Fritleif í Lambanum – Eyðolvur Petersen
(Gunnar Nielsen, 61.), Hanus Eliasen (Eyðun
Ryggshamar, 80.), Høgni Zachariasen (Teitur Joensen,
82.), Høgni Madsen – Sylla D. Amed, Magni á Lakjuni
Dómari: Lassin Isaksen: Hevði alla tíðina gott tak á
dystinumj og gott samband við leikararnar. Flott klára,
at bert eitt gult kort varð givið, tá týdningurin av
dystinum verður havdur í huga.
Bartal Eliasen
heldur, at fyrra
B68-málið at kalla
oyðilegði dystin
fyri ÍF
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Lagið var ikki av tí
besta, tá vit eftir dystin á
Svangaskarði fingu orð-
ið á Bartal Eliasen hjá
ÍF.
- Hatta var ein kata-
strofa hjá okkum. Vit
hava
møguleikarnar
fyrra partin av dyst-
inum, men vit megna
ikki at umseta hesar til
mál, og so fáa vit eitt
sovorðið mál ímóti okk-
um. Tað var kanska gott
trekt, men hann ferð
altso fram við fýra av
okkara monnum, og tá
skal onkur vera nóg
kaldur til bara at taka
hann. Næsta málið er
hinvegin ein perla, men
tá vóru vit longu upp-
steðgaðir.
Tað sá eisini út til,
at tit fóru púrasta
niður við nakkanum
longu
eftir
fyrsta
málið. Megnaðu tit
ikki at tackla mót-
gongdina?
- Eg veit ikki. Tað er
kanska eisini tað, at vit
hava somikið nógvar
ungar leikarar á liðnum,
og at vit tí gerast ov
fjáltursstungnir. Í øllum
førum hekk lítið og
einki saman hjá okkum
eftir hetta, helt Bartal.
Enn eru tó trý stig
niður til B68, men hóast
hetta, so tykist Bartal
ikki hava alt ov ljósar
vónir um komandi vik-
urnar.
- Nú verður tað í øll-
um førum óluksáliga
trupult hjá okkum, og
vit mugu í øllum førum
vóna, at B68 einki fær
burturúr seinastu um-
førunum. Men líka mik-
ið, hvat og hvussu, so
mugu vit ikki hanga við
høvdunum ov leingi. Vit
mugu stríðast sum ein
maður, og so vóna, at
tað ber nóg langt, segði
verjuálitið hjá ÍF at
enda.
- Hatta var ein katastrofa
hjá okkum, helt Bartal
Eliasen eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Eitt fet í senn
C
M
Y
K
24