Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 180 - 22. september 2004 Serstøk føroysk ross DNA kanningar stað- festa, at Føroyska rossið er serstakt rossaslag ROSS tíðindaskriv DNA kanningar av gamla føroyska rossaslagnum, ið Felagið Føroysk Ross hevur latið gjørt við Sveriges lant- bruksuniversitet, staðfesta endaliga, at talan er um serstakt rossaslag. Kann- ingarnar eru fíggjaðar við stuðli úr Vinnumálaráðnum. Felagið Føroysk Ross (ið er áhugafelag teirra, ið streva við at varðveita gamla rossaslagið, Før- oyska rossið) hevur hesi seinnu árini lagt doyðin á at fáa loyst nøkur grund- leggjandi mál: – Í 2002 vórðu lunnar lagdir undir og skjøtul settur á at byggja upp ein ílegugrunn (genbanka) við niðurfrystum rossasáði á Royndarstøðini í Kollafirði. – Í 2003/2004 hevur ar- beiðið snúð seg um at fáa gjørt eina DNA kanning og arvafrøðiliga lýsing av stovninum. Hesin setningur er nú eisini náddur, og er tað gjørt í samstarvi við Sveriges lantbruksuniver- sitet (SLU), deildin fyri arvafrøðivísindum hjá hús- djórum. Hettar er sama yrk- isumhvørvið, sum ókeypis hevur gjørt blóðkanningar av føroysku rossunum, heilt síðan Felagið Føroysk Ross fór til verka í 1978. Í síðstu viku hittust ser- frøðingar í arvafrøðivísind- um hjá húsdjórum til stóra altjóða ráðstevna í Tokyo, nevnd ISAG 2004. Har legði Dr. Sofia Mikko frá SLU, ið hevur staðið fyri arvafrøðikanningunum, m.a. fram um Føroyska rossið. Úrslitið av hennara DNA kanningum er ógvu- liga áhugavert, og púra greitt: Føroyska rossið er egið slag, og eingin ábending er um uppíblanding. Orsakað av, at stovnurin gjørdist so sera lítil í 1960 árunum, er arvafrøðiliga fjølbroytnið lítið. Hóast hettar, eru eingi tekin um beinleiðis arva- frøðiligan innannørings- vanda. Tað rossaslag, ið er næst skylt við Føroyska rossið, er, ikki óvæntað, Ís- landsrossið. Tínæst koma rossasløg úr keltiska økin- um. Úrslitini eru somikið áhugaverd, at Sofia Mikko og tey ætla at gera fleiri kanningar, og at skriva vís- indagrein um evnið. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í landbúnaðar- málum, fekk 15. september handað eitt eintak av ISAG 2004 póstaranum, og evnið hevur eisini verið til umrøðu í Gentilfeingisnevndini hjá Vinnumálaráðnum fyrr í mánaðinum. Bjarni Djur- holm er sera væl nøgdur við úrslitið, og hevur tikið stig til, at ein hægri játtan verður sett av til økið í fíggjar- lógaruppskotinum fyri 2005 var framhaldandi politiskan stuðul til málsøkið. Hesar DNA kanningar- nar, og somuleiðis stovnan- in av sáðbankanum í 2002, eru fíggjaðar við stuðli av løgtingsfíggjarlógarjáttanin i til varðveitslu av gomlu húsdjórasløgunum. Felagið Føroysk Ross læt í 1985/87 gera eina ná- greiniliga og dygdargóða fenotypiska (feno- typa=framkomuskap/- sjóndareyðkenni) allýsing av Føroyska rossinum. Hesum stóð danin Henning Rasmussen, landskonsulent i hesteavl, fyri. Við tí ar- beiðinum varð rossaslagið allýst, tá um útsjónd og kropsburð ræður. Henning, ið tá varð hildin vera ein hin fremsti hestakennari í Danmark, nevnir í síni al- lýsing av Føroyska rossin- um, at slagið hevur mangar dygdir, m.a. framúr góð bein og góðar hógvar. Við teimum væl grund- givnu lýsingunum av Før- oyska rossinum, nevndar eru omanfyri, er eitt próv- fast grundarlag fingið til vega at byggja stovnin víð- ari á. Sostatt er klárt at bretta upp um armar, og hvør í sínum lagi, einstak- lingar, felagsskapir, stovnar og myndugleikar, at geva sítt íkast til felags málið, nevniliga skjótast møguligt at fáa stovnin upp á eitt tryggari, burðardyggari støði - t.e. eini 200 til 300 ross. Ikki fyrr enn stovnurin er fjølgaður á eitt tílíkt støði, eigur at verða farið undir miðvíst úrvalsarbeiði, t.d. at leggja seg eftir ávísari hædd/stødd, gongulagi, sinnalagi, liti o.tíl. Soleiðis vóru m.a niðurstøðurnar hjá íslendska húsdjórafrøð- inginum, Stefan Aðal- steinssyni, í hansara aliráð- leggingartilmæli til Felagið Føroysk Ross í 1997. Skulu vit einaferð í framtíðini náa fram á marknaðin við ein- um stovni av góðum brúks- rossum, serliga vælegnaði til børn og ung, er tað tí av alstórum týdningi, at rossa- fólk, bóndur og onnur áhugaði nú leggja sín lut í arbeiðið, og vilja halda sær Føroysk ross aftrat øðrum brúksrossum. Og hvør veit, kanska kundi gamli siðurin við "tøkuhestum" (ross, ið tóku seyð) verði tikin upp aftur, møguliga sum ítrótt- argrein. Í 1880 árunum var rossa- stovnurin umleið 800 ross; í 1960 árunum vóru bert eini 4-5 føroysk ross eftir, og nú er stovnurin íalt knapt 50 ross. Tí er fram- vegis langt eftir á mál. Føroyar hava bundið seg til m.a Norðurlendsku áset- ingarnar um varðveitslu av gomlu húsdjórasløgunum og somuleiðis til altjóða ásetingarnar um varðveitslu av arvafrøðiliga margfeld- inum. Nú í september hevur Nordisk Genbank Husdyr (NGH) fingið tilfar um Føroyska rossið at leggja í teirra dátugrunn, ið er at- gongdur á alnótini. Hini húsdjórasløgini koma eisini við, so hvørt teksturin verð- ur skrivaður. Leinkjan til Føroyska rossið er: http://www.nordgen.org/hu sdyrdatabase/visrase.asp?i d=183 Teksturin til NGH dátugrunnin er at meta sum upplýsingarnar frá teimum almennu Føroyum á hesum málsøkinum (upplýsingar- nar eru staðfestar av Gentil- feingisnevndini hjá Vinnu- málaráðnum). NGH dátu- grunnurin er eitt sera týdn- ingarmikið vindeyga út í heimin, og næsta stigið verður dátugrunnurin hjá ST-stovninum FAO (DAD- IS). Teimum, ið ynskja nágreiniligari upplýsingar um Føroyska rossið, verður mælt til at royna NGH heimasíðuna, sí omanfyri. Í 60’unum vóru bert eini 4-5 føroysk ross eftir, men nú er stovnurin komin upp á knappliga hálvthundrað Fimta pláss til Heidi Hóast hon í innleiðandi kappingini var tann av svimjarunum, sum hevði triðju bestu tíðina, so eydnaðist tað ikki Heidi Andreasen at vinna heið- ursmerki, tá finalan í 100 metra frísvimjing var á skránni mánakvøldið. Í eini sera spennandi finalu, kom Heidi á mál sum nummar fimm, men munurin upp til triðja plássið var einans 0,45 sekund. Gullmerkið vann Jess- ica Long við tíðini 1.09,67. Tíðin hjá Heidi var 1.12,74 Næsta kappingin hjá Heidi verður hósdagin, tá hon fer at royna seg í 200 metra blandaðari svimj- ing -jm Tað kann væl vera, at HB í ár ikki sá seg ført fyri at manna lið í bestu kvinnu- deildini, men tað merkir tó ikki, at kvinnufótbólt- urin er steindeyður í felagnum. Í øllum førum hava tær 10-12 ára gomlu gentur- nar í felagnum ognað sær FM-heitið í deildini. Hetta gjørdu tær á Argjum um vikuskiftið, tá seinna FM-umfarið í deildini var á skránni. Silvurmerkini fóru til KÍ. AB vann bronsu og á fjórða plássinum var ÍF. -jm Gull til HB- gentur C M Y K 22 Nr. 180 - 22. september 2004 23 Bygdaráðið í Porkeri tekur undir við ætlanini at flyta miðnámsskúlan í Vági og at byggja ellisheim í Vági MENNINGARÆTLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit taka undir við ætl- anini at flyta ætlaða mið- námsskúlan í Vági til Hovs og at leggja hann í ein skúladepil har. Tað sigur Eli Frederik- sen, borgarstjóri í Porkeri. Hann sigur, at síðani tað kom fram, at landsstýrið ætlaði at flyta skúlan til Hovs og at byggja røktar- heim í Vági ístaðin, hevur bygdarráðið í Porkeri við- gjørt málið. Og bygdarráðið tekur undir við at skúlin verður fluttur til Hovs. – Tá ið avgerðin varð tikin um at byggja hann í Vági, tóku vit undir við tí, tí vit hildu, at tað er neyð- ugt at byggja ein skúla. Men tá vóru ongar aðrar ætlanir frammi og tóku vit ikki undir við tí, kom heldur ongin skúli. – Nú hava vit eitt alter- nativ og tí halda vit, at tað er rætt at flyta skúlan. Eli Frederiksen sigur, at verður skúlin bygdur í Hovi, ber til at byggja fleiri skúlar í ein depil á sama staði og har er eisini pláss fyri fleiri skúlum og bygn- ingum, um so skuldi verið, tí tað hevur verið frammi, at tað er uppá tal at byggja fleiri skúlar. Tað hevði avgjørt havt fíggjarligar fyrimunir við sær, heldur enn at byggja fleiri einstakar skúlar ymsastaðni í oynni. Annars heldur hann, at tað er eisini neyðugt at byggja fleiri røktarheims- pláss í Suðuroy, men hann heldur at tað er skeivt at gera tað á Tvøroyri, tí har er ov trong rundanum røktar- heimið, sum er. Hinvegin er stykkið vest- uri á Vatninum í Vági sera væl hóskandi til eitt røkt- arheim. Porkeris Kommuna hevði eisini verið til reiðar at be- talt sín part av einum røkt- arheimi. Verður skúladepil og røktarheim bygt, hevði tað skapt nógv arbeiðspláss og tað hevur sera stóran týdn- ing í Suðuroy. Eins og fleiri aðrir borg- arstjórar í oynni, fýlist eisini Eli Frederiksen á, at landsstýrið ikki hevur kunnað allar kommunurnar í oynni. – Undantikið Vágs Bý- ráð, eru hinar kommunur- nar í Suðuroy bara kunnað- ar um ætlanina í fjølmiðl- unum. Tí vil eg avgjørt mæla landsstýrinum til at kunna allar kommunurnar í oynni um málið, sigur borgarstjórin í Porkeri. Hann sigur, at eitt, sum hevur stóran týdning er, hvørja tíðarætlan lands- stýrið arbeiðir við. – Vit mugu fáa trygd fyri at ætlanin hjá landsstýrin- um ikki ber í sær, at miðnámsskúlin í Suðuroy ikki verðir skotin fleiri ár fram í tíðina, tí tað má heldur ikki henda, sigur borgarstjórin í Porkeri. Vágbingar kunnu ikki einsamallir sleppa at gera av, hvussu Suðuroyggin skal mennast, heldur borgarstjórin í Hovi MENNINGARÆTLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Miðnámsskúlin skal vera hjartaliga vælkomin heim- aftur til Hovs, har hann upprunaligaskuldi vera. Tað sigur Emma Peter- sen, borgarstjóri í Hovi. Bygdaráðið í Hovi hevur við áhugað fylgt gongdini, síðani landsstýrið skeyt upp fyri Vágs Býráð at flyta miðnámsskúlan til Hovs í ein skúladepil har og ístað- in byggja eitt røktarheim á stykkinum í Vági, har mið- námsskúlin skuldi vera. Við hesum ætlaði lands- stýrið at fáa tvey fyri eitt: Í fyrra lagi var ætlanin at byggja eitt røktarheim, sum stórur tørvur er á í Suðuroy og í øðrum lagi vildi lands- stýrið samansjóða ætlaða heilsuskúlan og miðnáms- skúlan, so at tað slepst und- an at byggja tveir skúlar, heldur enn ein. Borgarstjórin í Hovi vísir á, at tað hevur altíð verið ætlanin at byggja miðnáms- skúlan í Hovi. Men fyri nøkrum árum síðani varð løgtingssam- tyktin um at byggja skúlan í Hovi, broytt við einum pennastroki so at skúlin varð lagdur í Vági. – Tá var onki í vegin fyri at flyta skúlan til Vágs. Tí er heldur onki í vegin fyri at flyta hann aftur til Hovs. Í Bygdaráðnum í Hovi hava tey leysliga tosað um ætlanina hjá landsstýrinum at endurskoða ætlanina og at byggja ein skúladepil í Hovi og at byggja eitt røkt- arheim í Vági. – Vit halda, at tað er ein góð ætlan, sum bygdarráð- ið í Hovi tekur fult undir við, sigur Emma Petersen. Ikki bara vágbingar Borgarstjórin í Hovi heldur annars, at spurningurin um røktarheim og miðnáms- skúla, eru ikki mál, sum viðkoma vágbingum einsa- møllum. Men Hovs kommuna hevur ikki hoyrt orð ella eið um ætlanina. Tí heldur hon avgjørt, at landsstýrið átti eisini at tosa við hinar kommunurnar fyri at fingið greiði á, hvat tær halda um málið og, hvat tær megna í sambandi við ætlanina at byggja røktar- heim. – Tað eru ikki bara vág- bingar til í Suðuroy. Og eg vóni ikki, at ætlanin ikki dettur niðurfyri, bara tí at vágbingar siga nei. – Tað er stórur tørvur á einum røktarheimi og tað hevði eisini havt stóran, arbeiðsskapandi týdning. – Bæði í bygging og rakstri, eigur tað somuleið- is at hava stóran fíggjar- ligan týdning at byggja ein skúla, heldur enn tveir. Vit eru hóast alt ikki meiri enn 5.000 fólk í Suðuroynni, samstundis sum stígur er komin í samfelagsbúskapin sum heild. Tí eiga vit av- gjørt at hugsa nógv um tann fíggjarliga partin og vit eiga eisini at hugsa framyvir. Harafturat hevur tað stór- an týdning, at skúlin er so mitt í oynni, sum gjørligt. Og harafturat er økið í Hovi so stórt, at har eru óav- markaðir møguleikar at byggja út og at byggja aft- urat, akkurát sum vit vilja. Emma Petersen ivast heldur ikki í, at um fá ár, er Suðuroyggin løgd í eina kommunu, antin tað so verður við góðum, ella um landsstýrið leggur tær saman við lóg. – Og tá heldur so alt prát uppat um, hvar í oynni, ymsir stovnar skulu vera. Kenna ov lítið til ætlanina Hvørki borgarstjórin í Sumba, Jacob Vester- gaard, ella borgar- stjórin í Fámjin, Elin Nielsen, eru hugað fyri at gera viðmerkingar til ætlanin at flyta mið- námsskúlan til Hovs og at byggja røktar- heim í Vági ístaðin. – Vit eru ikki kunn- að um ætlanina og vit hava heldur ikki tosað um hana í bygdarráð- num, sigur borgar- stjórin í Fámjin. – Eg veit ov lítið til ætlanina til at eg kann hava nakra meining um hana, sigur borgar- stjórin í Sumba. Men Jacob Vester- gaard leggur afturat, at ætlar landsstýrið at betala gildið sjálvt, kunnu teir bara gera tað. Er ætlanin hin- vegin, at kommunur- nar í Suðuroynni skulu betala ein part, áttu teir at sett seg í samband við okkum sum skjót- ast og greitt okkum frá ætlanini. Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur áður sagt við Sosialin, at hann hevði gleðiliga tikið av tilboðnum frá landsstýrinum. – Landsstýrið átti avgjørt at tosa við allar kommunur í Suðuroy um ætlanina at flyta miðnáms- skúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági, heldur borgar- stjórin í Hvalba MENNINGARÆTLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg haldi tað er rætt at byggja ein skúladepil í Hoviø Tað heldur Levi Nicla- sen, borgarstjóri í Hvalba. Hann leggur dent á, at hann tosar bara fyri seg sjálvan, tí málið er als ikki viðgjørt í bygdaráðnum í Hvalba. Men sjálvur heldur borg- arstjórin at tað er eitt gott hugskot at byggja ein skúladepil í Hovi, tí tað liggur mitt í oynni og tað hevur eisini fíggjarligar fyrimunir at byggja fleiri skúlar saman. Kortini heldur hann, at tað er skeivt at tengja spurningin um røktarheim saman við einum miðnáms- skúla. – Tey bæði málini eiga ikki at verða tengd saman, tí sama um røktarheim kemur ella ikki, hevði tað verið skilagott at lagt ein skúladepil í Hovi. Hinvegin heldur hann eisini, at tørvur er á einum røktarheimi. – So høvdu sambýlini í oynni eisini komið til sín rætt. Tað gera tey ikki í dag, tí sum er, eru tað fyri ein stóran part røktarsjúk-ling- ar, sum búgva í sambýlun- um og tað var ikki ætlanin. Eisini borgarstjórin í Hvalba fýlist á, at lands- stýrið bara hevur tosað við Vágs Býráð um málið, tí Suðuroyggin ikki bara vágur. – Eftirsum landsstýrið kom til Suðuroyar, átti tað avgjørt at havt kallað allar kommunurnar í oynni saman til fundar um málið. – Í Suðuroynni hevur all- ar dagar verið ein togan ímillum syðru- og norðaru helvt og tað hevur forða fyri nógvum framstigum. Við sínari framferð í hesum máli, har landsstýrið bara hevur tosað við Vágs Bý- ráð, hevur tað bara gjørt ilt verri, heldur Levi Niclasen. Má ikki detta niðurfyri bara tí vágbingar siga nei Porkerningar vilja hava skúlan til Hovs Allar suðuroyingar skuldu sloppið at sagt sína meining Miðnámsskúli og røktarheim í Suðuroy viðkoma øllum suðuroyingum og tí skulu allir suðuroyingar spyrjast og ikki bara vágbingar, sigur Emma Petersen, borgarstjóri í Hovi – Vit vita ov lítið og tí skuldi landsstýrið tosa við okkum øll, heldur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri Tað er skeivt at tengja røktarheim og miðnámsskúla saman. Men tað er í øllum førum rætt at gera ein skúladepil í Hovi, sigur Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba 23