Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2004 23 B36-VB 3-1 (3-0) Silvurið er heilt nær B36 vann ein ómaks- leysan 3-1 á skerdu vágbingunum, og eru nú heilt nær silvur- merkjunum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var eitt sindur av einum antiklimaks hjá B36 sunnu- dagin. Eftir at teir farna vikuskiftið definitivt máttu boyggja seg fyri HB, vóru tað nú silvurmerkini, sum stoðu upp á spæl. Og hóast hetta í sjálvum sær skuldi verið nakað at barst fyri, so var tað ikki hetta, sum tey í árstalsfelagnum høvdu ímyndað sær undan kapp- ingarbyrjan. Ronnie legiði fyri Lukkutíð fyri B36, so stóð ikki stórt betri til hjá mót- støðuliðnum sunnudagin. VB hevur í ár havt eina støðu nakað undir miðal, og tó at hetta helst partvíst kemst av ættarliðsskiftin- um, sum í hesum árum fer fram í Vági, so er einki at ivast í, at vágbingar sjálvir halda seg vera heimahoyr- andi nakað longri uppi á talvuni. At gestirnir so eisini vóru skerdir, tí fleiri stuðulsleik- arar vóru burturfrá, gjørdi ikki teirra støðu betri, og tað var heldur ikki serliga leingi, áðrenn B36 hevði staðfest, at her skuldu stig- ini so ongan veg fara. Ronnie Samuelsen setti hol á longu eftir lítlari løtu, tá hann royndi seg við góð- um skoti, og bert lítið kort- er seinni stóð 2-0. Hesaferð fekk Ronnie eina góða sending inn um VB-verj- una, og so gav hann ikki Bjarna stórvegis møguleik- ar at bjarga. B36 sat nú so ruddiliga á dysitnum. Hóast teir ikki sýndu tað heilt stóra fót- bótsspælið, so tóktist eing- in ivi vera, hvat liðið var tað betra, og eftir at Egil á Bø stutt fyri steðgin hevði økt til 3-0 eftir hornaspark, lúrdi ein veruligur stórsigur í luftini. Hesin kom tó ongantíð. Partvíst tí vágbingarnir settu sær fyri, at hetta skuldi ikki henda, og part- víst tí B36 eftir steðgin einamest tóktist áhugað í at fáa tíðina at ganga. Tað eydnaðist eisini VB at minka um munin, tá Símun Samuelsen sendi í kassan, men nærri enn tað sama komu teir tó ong- antíð. Framtíðin fyri VB B36 hevur nú møguleikan mest sum at staðfesta silv- urmerkini, tá teir fara til Fuglafjarðar komandi viku- skifti. Trý stig eru í løtuni niður til Skála, og málmun- urin hjá árstalsfelagnum er eisini betri. Við dystum móti teimum báðum niðastu liðunum eftir, skuldi uppgávan held- ur ikki verið ógjørlig, men so er spurningurin, hvussu ávíkavist ÍF og B68 tackla mótgongdina, sum tey uppliva í løtuni. Hjá VB tykist talan longu nú vera um eina støðu, har felagið einamest skal hugsa um komandi kappingarár. Í Gundadali vóru hvørki Palli Augustinussen ella Mortan í Hørg við, og teir eru helst eisini burturstadd- ir, tá farið verður undir komandi kappingarár. Stuðlar so sum Eyðun Jacobsen, Jón Pauli Olsen og aðrir, sum ígjøgnum drúgva tíð hava verið ber- andi element á liðnum, ger- ast heldur ikki yngri, so hvørt sum árini ganga, so einamest ræður nú um hjá VB at seta við. Tað hevur felagið eisini í ávísan mun gjørt tey bæði seinnu árini, og úrslitini í yngru deildunum prógva eisini, at tilfarið er til staðar. Spurningurin er so, hvørt hetta eisini er nóg mikið til at halda liðnum uppi millum tey allar bestu komandi árini, ella leiklut- urin framyvir skal vera meira meinlíkur tí, sum liðið hevur upplivað í ár. Ronnie Samuelsen var rætti- liga í essinum sunnudagin, og við tveimum málum var hann høvuðsmaðurin í B36- sigrinum Jákup aftur skaddur Dreingjaliðsmál- verjin var heilt kløkkur, tá ið tað dygst undan dyst- arbyrjan gjørdist greitt, at hann skuldi verja málið í staðin fyri lands- liðsmálverjan KÍ MÁLVERJIN Jóannes Hansen Mathias Samuelsen var leygardagin við KÍ dreingjunum í Vágum. Hann hevði fingið boð til HB dystin sunnudag- in, men hann roknaði við, og tað var eisini ætlanin, at hann skuldi sita á beinkinum sum eykamaður hjá Jákupi Mikkelsen. Tá ið teir báðir hitaðu upp, bendi alt á, at Ják- up skuldi spæla. Men í síðsta sparkinum undir upphitingini dragnaði tað aftur í lærinum hjá landsliðsmálverjanum, og so varð 16 ára gamli drongurin fyri fyrstu ferð nakrantíð á besta liðnum sendur inn á heimavøllin. Tað kom púra óvart á, men Mathias stóð seg væl. Hann var tryggur, tá ið HB legði innfyri í brotsteigin, og tá ið HB spælararnir vóru í góð- um støðum, sendu teir í tværtræ, uppum ella við síðuna av. Hetta var elddópurin hjá Mathiasi Samuelsen á heimavølli. Næstsíðsta sunnudag stóð hann royndina á útivølli, tá ið KÍ vann 2-1 á Skála. Hvussu tað nú fer at roynast hjá Jákupi Mikkelsen er ikki greitt enn. Fríggjakvøldið vandi hann næstan, sum hann plagar, men sunnudagin var aftur galið. Tveir dystir eru eftir í landskappingini, og so eru tað lands- dystirnir á Kypros og í Írlandi. B36-VB 3-1 (3-0) 1-0 Ronnie Samuelsen, 6. 2-0 Ronnie Samuelsen, 18. 3-0 Egil á Bø, 42. 3-1 Símun Samuelsen, 68. B36: Magnus Poulsen – Kenneth Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Jóhannis Joensen, Arnbjørn Daniel- sen – Bergur Midjord, Ronnie Samuelsen, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen (Jóhan V. Gunnars- son, 69.) – Egil á Bø, John Petersen. VB: Bjarni Johansen – Eyðstein í Lágabø (John Eystberg, 81.), Anders Sørensen, Jákup Olsen, Kári í Lágabø – Dan Djurhuus, Jóan Pauli Olsen, Milan Kuljic, Símun Samuelsen, Mindaugas Grigalevicius – Sigmund Mikkelsen (Jón Poulsen, 69). Gult kort: - Mindaugas Grigalevicius. Dómari: Dagfinn Olsen FAKTA UM DYSTIN 23 22 Nr. 179 - 21. september 2004 Hetta var at liva við HB spælararnir ásannaðu, at teir høvdu havt møgu- leikan at binda um, og at teir síðstu løt- una høvdu verið undir stórum trýsti MEISTARARNIR Jóannes Hansen HB spælararnir vóru fegnir og avgjørt ikki vónbrotnir um, at tað ikki hevði eydnast teim- um at fáa øll stigini í Klaksvík. Tað hevði leingi sæð soleiðis út, at tað skuldi fara at eydnast. – Eg var vónbrotin, tá ið teir í síðsta sparkin- um í dystinum javnaðu til 1-1. Tá ið vit so leingi høvdu megnað at standa ímóti trýstinum, áttu vit eisini at havt megnað tað í síðstu sekundun- um, helt veteranurin í miðverjuni, Jan C. Dam. Rógvi Jacobsen var samdur við Jan, men kortini var hann ikki vónbrotin: - Hetta var ein av dyst- unum, sum vit framm- anundan roknaðu sum sera torføran. Tíbetur høvdu vit tryggjað okk- um meistaraskapin, áðr- enn vit fóru til Klaks- víkar. Vit kunnu væl liva við at hava fingið eitt stig á útivølli ímóti KÍ. Men vit kendu ikki okk- ara vitjunartíð. Jan C. Dam var samdur í, at einki var farið av HB og meistaraskapin- um, hóast teimum ikki hevði eydnast at vinna í Klaksvík: – Eg havi spælt við KÍ, og mær dámar væl klaksvíkingar. Sjálvandi stríddist eg alt, sum eg orkaði, fyri at vit skuldu fáa øll stigini. Men tá ið eg sá, hvussu ovurfegn- ir, teir vóru — bæði á vøllinum og kring vøllin — um, at tað hevði eydnast teimum at javna, og dómarin so bríkslaði av, so mintist eg aftur á, hvussu stóran týdning fótbólturin og KÍ hava í Klaksvík. Eg unti teimum tað upp á ein máta, og tá var tað skjótt, at vónbrotis- kenslan hvarv, staðfesti fryntligi veteranurin. Eftir at meistararnir í ein tíma høvdu spælt heimaliðið niður og norður, eydnaðist tað klaksvíkingum síðsta hálva tíman at stríða seg framat aftur KÍ-HB Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fótbóltur er liðspæl. Liðav- rikið eru treytað av, at ein stríðist fyri allar, og at allir stríðast fyri ein. Skal úrslitið gerast gott, so er neyðugt, at meginreglan verður hildin allar 90 minuttirnar og eisini í tíðini, sum dómarin leggur afturat. Meistararnir úr HB løgdu út sum eitt ódnarveður í góðu fótbóltslíkindunum í Klaksvík, og fyrsta tíman høvdu teir KÍ rudduliga í sekkinum. Alt gekk fyri seg eftir treytunum hjá HB. Mótstøðumenninir tóktust kenna seg fjáltursstungnar, og meðan HB spælararnir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum og ofta megnaðu at samanspæla upp til einar tíggju ferðir, so eydnaðist millum lítið og einki hjá klaksvíkingunum. Á sentrala miðvøllinum hevði Kári Nielsen leiklutin hjá leikbannaða Rúna Nolsøe, og tað megnaði hann væl. Vagnur Mohr Mortensen var í byrjunar- uppstillingini eisini sentr- alur miðvallari, men tá ið Hallur Danielsen noyddist at taka seg burturúr við skaða, varð Vagnur fluttur aftur á vongverjan í høgru, og Jákup á Borg, sum hevði verið í fremstu røð og undir liðini á Rógva Jacosben, sum alla tíðina var væl inn- pakkaður, varð fluttur aftur á vongverjan í høgru. HB hevði fleiri ungar menn á liðnum. Rasmus Nolsøe stóð seg væl á vongverjanum í vinstru, har uppgávan hjá honum fyrst og fremst var at byrgja fyri Arnholdi Joensen. Janus M. Joensen var neyðloysn í vinstra miðvallarborði fyri leikbannaða Heðin á Lakj- uni, og hóast hann ikki hevði dynamikkin, sum Heðin hevur havt, so var Janus bara trivaligur. Stóra HB yvirvágin í spæli bar málmøguleikar við sær, men tað eydnaðist bara eina ferð at fáa mál. Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Rógvi Jacobsen við høvdinum snittaði langt innkast úr høgru longri inn í brotsteigin. Klaksvíkingar royndu at senda út frá, og á brotsteigarmarkinum leyp Vagnur Mohr Mortensen upp og heilfluktaði sera hengisliga upp í nettakið. Eitt fínt mál, og tað lukt- aði av, at HB skuldi gera fleiri mál. Jákup á Borg var púra blankur eftir innlegg frá innskifta Hendriki Ru- beksen, men landsliðsmað- urin heilkiksaði stútaran, og Rógvi Jacobsen og Hendrik Rubeksen vóru heldur ikki heilt neyvir. Fyrstu løtuna eftir steðg- in hvinu bóltarnir um oyr- uni á KÍ málverjanum. Eftir álop í høgru og innlegg til handara stólpan sendi Ják- up á Borg úr góðari støðu dygst uppum nærru saman- komingina, Símun Eliasen sendi úr 25 metrum og í tvørtræið, og Rasmus Nolsøe var tætt við, tá ið hann sendi fríspark ímóti málinum. Men HB megn- aði ikki at binda kjaftband- ið um, og so kom KÍ burt- urúr aftur sekkinum. Rindaðu prísin Í roynd at venda vánaligu gongdini broytti KÍ upp- stilling. Sentralu miðvallar- arnir høvdu undan steðgin- um havt stórar trupulleikar. Tí varð Atli Danielsen fluttur úr miðverjuni og fram á álopskenda mið- vallarplássið. Veteranurin Jan Andreasen loysti av í miðverjuni, og hann og Niclas Niclassen funnu væl saman. At Atli var komin á miðj- una bar størri tyngd við sær. Tað munaði serliga nógv, tá ið fleiri HB spælar- ar tóku at møðast. Teir høvdu jú arbeitt nógv í fyrra umfarinum, og tað kendist kanska serliga meint henda fyrsta sunnu- dagin, eftir at teir høvdu tryggjað sær FM heitið. Heimaáskoðararnir, sum saman við teimum bláu høvdu verið rættulig dovnir undan steðginum, kvaklað- ust við, og seinni parturin av seinna umfarinum gjørd- ist til satt drama, har KÍ hevði meiri orku og størri vilja at trýsta mótstøðu- menninar, sum royndu at verja og dúva upp á kontra. Ferð eftir ferð gjørdist tað vandamikið, tá ið langar sendingar vórðu sendar til Ova Nysted og Erling Fles, sum úr spískum í vinstru sendi í handara stólpan. Ovi Nysted hevði úr góð- ari støðu heilkiksað flukt- ara eftir innlegg frá Erlingi, og sum tíðin gekk, tóktist tað sum um, at eingin úr- tøka skuldi spyrjast burtur- úr. Dómarin hevði lagt seks minuttir afturat, og teir vóru hendingarríkir. Fyrst var Vagnur Mohr Morten- sen rikin av vøllin fyri annað gula kortið (tað tókt- ist ivasamt, um Vagnur — soleiðis sum dómarin metti — óregluliga hevði steðgað Ova Nysted í gjøgnum- broti), og so vórðu klaks- víkingar so at siga for- loystir. Atli Danielsen sendi fríspark úr góðari støðu og í manngarðin. Bólturin støkk aftur til landsliðsmannin, sum hegnisliga spældi til Erling Fles, sum sendi ímóti málinum. Útsýnið hjá annars trygga Bárði Jo- hannesen var einki serligt. Hann megnaði ikki at halda bóltinum, sum støkk út til Jacob Bymar, sum við síðsta sparkinum av øllum javnaði til 1-1. Dramaið var liðugt, og fagnaðurin á klaksvíking- um var sum um tað vóru teir og ikki HB, sum hevði vunnið FM. HB spælarar- nir vóru pøstir og ivaleyst eisini nøgdir við, at stríðið var lokið. Sum stemningur- in og ágangurin á teirra mál var fram ímóti dystarenda, kundi tað havt hent seg, at tað hevði verið heimaliðið, sum eisini hevði átt næsta málið! Liðavrikið hjá HB var gott í ein stóran tíma. Tað fingu teir eitt mál burturúr. Liðavrikið hjá KÍ var gott í ein lítlan hálvan tíma.Tað fingu teir eitt mál burturúr. Eftir at HB hevði átt stóran part av dystinum, eydnaðist tað móti endanum KÍ at trýsta seg til javnleik KÍ-HB 1-1 (0-1): Stórur fagnaður í Klaksvík KÍ-HB 1-1 (0-1) 0-1: Vagnur Mohr Mortensen 10. 1-1: Jacob Bymar 90. KÍ: Mathias Samuelsen - Leon Bjartalíð, Atli Danielsen, Niclas Niclassen, Símun Joensen - Arnhold Joensen (Frank Joensen, 87.), Jan Joensen, Jacob Bymar, Eyðun Klakstein (Jan Andreasen, 46.) - Erling Fles, Ovi Nysted Gult kort: Ovi Nysted HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen (Hendrik Rubeksen, 20.), Jan C. Dam, Símun Eliasen, Rasmus Nolsøe (Páll M. Joensen, 80.) - Vagnur Mohr Mortensen, Kári Nielsen, Rókur Jespersen, Janus M. Joensen - Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen Gult kort: Vagnur Mohr Mortensen (2), Páll M. Joensen Reytt kort: Vagnur Mohr Mortensen 90.+ Dómari: Jens Petur Brattalíð FAKTA UM DYSTIN C M Y K 22