týsdagur 21. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 3. juli 2004
21
Nr. 180 • mikudagur • 22. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
KÍ kvinnurnar hava
sett met, og milleni-
um liðið, sum onkur
hevur nevnt tær, hava
ongar ætlanir um at
gevast, hóast tær lítla
og onga mótstøðu fáa
heima á landi. Drív-
megin er góður sosi-
alur felagsskapur og
avbjóðingin í Europa
Cup
FM KVINNUR
Jóannes Hansen
Myndir: Norðlýsið
Leygardagin komu tær til
Klaksvíkar við fimta FM
heitinum á rað. Tað er
rudduligt met í føroyskum
kvinnufótbólti. Trý tey
seinastu árini hava tær eis-
ini vunnið steypakapp-
ingina. Tað er eisini met.
Í summar hava tær hølv-
að øll hini liðini av. Tær eru
fegnar um at hava vunnið
nógv, men tær sakna, at
okkurt av hinum liðunum
verður so mikið gott, at tað
rættuliga fer at verða
kapping
um
fremsta
plássið.
- Eg hevði ikki sagt satt,
um eg hevði hildið uppá, at
vit eru orduliga uppsettar
hvørja ferð, tá ið vit fara á
vøllin at spæla í landskapp-
ingini og steypakappingini.
Tað ber stutt sagt ikki til hjá
okkum. Í nógvum dystum
er munurin so stórur, at vit í
verjuni einki hava at gera.
Tær í álopinum renna, men
vit verða ongantíð settar
undir trýst, og tað er einki
stuttligt.
Tað er Ragna B. Andrea-
sen, sum er miðverji og lið-
formaðurin hjá KÍ kvinn-
unum, sum vit tosa við.
Eftir at KÍ leygardagin
vann FM heitið, hevur
meiri enn helmingurin av
KÍ kvinnunum verið upp-
tiknar av landsliðsvenjing-
unum. Landsdystur verður
á heimavølli ímóti Írlandi
miðskeiðis í oktober. Tað
gleða KÍ kvinnurnar seg til:
– Altjóða uppgávurnar
eru avbjóðingar, sum gera
tað hugaligt hjá okkum at
spæla. Hetta er galdandi fyri
landsdystir sum henda móti
Írlandi, og eisini Europa
Cup kappingarnar. Nú hava
vit fýra ferðir á rað verið við
í Europa Cup. Vit hava verið
í
Svøríki,
Finnlandi,
Hollandi og í summar vóru
vit í Póllandi. Vit eru ikki
enn greiðar yvir, hvagar vit
skulu næsta summar, men
vit gleða okkum og síggja
fram ímóti ferðini.
Ragna sær altjóða luttøk-
una sum ógvuliga týdn-
ingarmikla gularót:
– Tá vit fyrireika okkum
og venja so nógv, sum tað
ber til, plaga vit at spælsa
móti
smádreingjaliðnum
hjá KÍ. Tað hevur verið
ógvuliga hugaligt, og teir
hava givið okkum mótstøð-
una, sum vit vilja hava, og
sum vit ikki fáa í lands-
kappingini.
Sjálv
tann
europeiska
luttøkan
er
týdningarmikil á so mang-
an hátt. Ikki minst er hon
týdningarmikil fyri sosialu
samveruna og harvið eisini
fyri
innkoyringina
av
nýggjum spælarum. Flestu
teirra sleppa ikki á liðið
beinanvegin, men tær eru
við, og tá ið vit ofta tosa um
upplivingarnar, sum vit
hava havt í Europa Cup, er
tað gott, at tær nýggju
kunnu tosa uppií, tí tær
hava verið við.
Enn hava tit ikki megnað
at spæla tykkum víðari í
europeisku kappingini?
– Tað er málið hjá okk-
um. Nú er tað eisini vorðið
lættari, tí tey bestu liðini
eru ikki við í fyrsta innleið-
andi umfarinum. Í ár taptu
vit 2-1 ímóti liðnum, sum
var styrkismett ovast. Vit
halda, at tað eigur at bera
til. Serliga um mótstøðulið-
ini ikki spæla so skjótt,
men heldur spæla runt, so
ber tað til hjá okkum at
fylgja við, og vit ætla
okkum avgjørt at sleppa
víðari í kappingini. Tað
valdast eitt nú, hvørjum vit
skulu spæla ímóti, og so
valdast tað eisini, hvar vit
skulu spæla. Í summar var
hitin ímóti okkum, heldur
Ragna B. Andreasen.
Hvat fáa tit ítróttarliga
burtur úr europeisku lut-
tøkuni?
– Tá ið vit fyrireika okk-
um, hava vit sera góðan fel-
agsskap. Tá ið vit spæla,
leggja vit stóran dent á at
vera so væl fyri, sum tað
ber til, og so royna vit at
spæla taktiskt. Tað er ikki
neyðugt í føroysku kapp-
ingini, og tað darvar okk-
um. Vit liggja ofta aftar-
laga, og so dúva vit upp á
snarálop. Tað er stuttligt, tá
ið hetta eydnast.
Hví hava tit ikki higartil
fingið meiri burturúr í
Europa Cup?
– Vit hava verið ov lítið
royndar. Harafturat hava vit
ikki verið nóg góðar á øll-
um plássunum. Í føroysku
kappingini bilar hetta einki,
meðan vit hava verið sekt-
aðar í Europa Cup, tá ið tað
ikki hevur verið nóg gott.
Hugsa ikki um at
gevast
Fleiri spælarar eru mið-
skeiðis í tjúgunum. Onkrar
eru eitt sindur eldri, og
onkrar eru yngri. Felags fyri
tær allar er, at tær ongar
ætlanir hava um at gevast.
Onkrar eru farnar av land-
inum í útbúgvingarørindum,
og onkur er flutt aðra staðni
at búgva, men bulurin er
umleið tann sami, sum hann
hevur verið seinastu fimm
árini, tá ið tær hvørja ferð
hava vunnið FM.
– Onkrar hava verið við
heilt leingi. So eru vit
nakrar, sum komu uppí í
1995. Hóast vit nú hava
spælt í níggju ár, so eru eitt
nú eg og Rannvá ikki eldri
enn 23 ár, og tað er eingin
aldur. Vit hava ongar ætlanir
um at gevast. Onkur er við
barn, men tær plaga at koma
aftur, tá ið tær hava átt.
Men er tað ikki lítið
áhugavert at halda fram, tá
ið mótstøðuliðini í heimligu
kappingini ikki eru betri?
– Sum eg segði, so kenna
vit tað ofta soleiðis, at vit
fyrst og fremst spæla ímóti
okkum sjálvum. Mótstøðu-
liðini hava viðhvørt minni
sjálvsálit, enn tær hava
orsøk at hava. Fyri stuttum
spældu vit á heimavølli. Tá
jublaðu hinar, tí tær bara
taptu 9-0. Tað hevði týdn-
ing fyri tær, at vit ikki
vunnu við tíggju málum.
Eg haldi ikki, at tær høvdu
orsøkir at vera so dapurt
skygdar, tá ið tær fóru á
vøllin. Men tá ið sjálvs-
álitið ikki er størri enn so,
so verður úrslitið har eftir.
Ragna B. Andreasen,
liðformaðurin hjá KÍ, vil
fegin hava, at tann kred-
itturin verður givin venjar-
anum, sum hon og hinar á
KÍ liðnum halda, at hann
Tær hugsa ikki um at gevast
eigur uppibornan.
– Jón Harald Poulsen er
venjari hjá okkum, og tað
hevur hann verið í nógv ár.
Hann hevur fleiri ferðir tos-
að um at gevast, men hótt-
anin er, tíbetur, ikki vorðin
til veruleika. Vit rokna við,
at hann fer at halda fram,
og Jón Harald hevur al-
stóran týdning fyri okkum.
Longu miðskeiðis í níti
árunum fór hann at stríðast
fyri, at umstøðurnar hjá
okkum skuldu vera góðar,
tá ið vit venja og spæla
dystir. Tað hevur eydnast
støðugt at betra umstøður-
nar, og tað ger tað ikki
minni hugaligt, at vit
kenna, at felagið roknar við
okkum, og tekur okkara
venjingar og dystir í fullum
álvara. Vit hava somu út-
gerð og somu amboð, sum
menninir hava, tá ið teir
venja, og vit hava góðar
venjingartíðir.
Hvat skal til fyri at fáa
hini liðini at koma fyri seg
aftur?
– At kvinnurnar taka í
nakkan á sær sjálvum, og at
tær – eftir at hava víst, at
tær taka uppgávuna í álvara
– seta feløgunum krøv.
Hvussu verður framtíðin
hjá KÍ liðnum?
– Sum eg segði so rokni
eg við, at tær flestu okkara
fara at halda fram. Hjá
gentum 14-17 ár hevur ikki
gingið so væl í ár. Tað er
ikki tí, at tað ikki eru fleiri
góðir spælarar á liðnum.
Heldur er tað tí, at venj-
ingarnar ikki hava verið so
væl skipaðar í ár. Eisini vit
mugu kenna ábyrgd fyri, at
hetta verður betri næsta ár.
Eg ivist faktiskt ikki í, at
tær fara at standa seg betri
næsta ár, sigur Ragna B.
Andreasen, sum er liðfor-
maður á fimm falda meist-
araliðnum hjá KÍ. Milleni-
um liðnum taka tey til í
Klaksvík.
Støðan
1 KÍ
10
10-0-0
90-6
30
2 B36
10
8-0-2
49-12
24
3 GÍ/B68
10
5-0-5
26-52
15
4 AB
10
3-0-7
14-35
9
5 EB/S
10
2-1-7
15-42
7
6 FSV
10
1-1-8
10-57
4
Máltindurin
Málskjúttar
Rannvá Andreassen
KÍ
30
Malena Josephsen
KÍ
26
Halltóra Joensen
B36
15
Vivian Bjartalíð
KÍ
13
Heidi Heinesen
GÍ/B68
12
Anja Weihe
B36
7
Elin K. Haraldsen
AB
6
Ása Dam á Neystabø
B36
6
Ása Christiansen
B36
5
Kristina Eyðbjørnsdóttir
KÍ
5
Mariann Joensen
KÍ
5
Elsebeth Jónsson
B36
5
Lydia Vesturtún
EBS
5
Vivian Unadóttir
B36
4
Maria Mikkelsen
AB
4
Jóna Petra Thomsen
FSV
4
Annika Niclassen
FSV
4
Aftan frá vinstru: Jóngerð Biskopstø, fysioterapeutur, Jón Harald Poulsen, venjari, Margit Joensen, liðleiðari, Jensa Sirdal, Kate Kalsø, Maria við Neyst, Vivian
Bjartalíð, Mariann Joensen, Rannvá B. Andreassen, Annelisa Justesen og Ann Olsen.
Framman frá vinstru: Elsa Maria Simonsen, Bára Skaale Klakstein, Malena Josephsen, Anna Joensen, Randi Wardum, Jóhanna Niclasen, Ragna Patawary, Paula
Mikkelsen og Una Olsen
Liðskiparin hjá KÍ, Ragna Patawary, við sjónliga próvnum um, at KÍ nú fimta árið á rað kann
rópa seg føroyameistara í kvinnudeildini
Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, skal nú fyrireika sítt lið til nýggjar uppgávur, og ivaleyst nýtti
hann eisini høvið í Gundadali til at staðfesta, hvussu nakrar av lyklaleikarunum eru fyri
Hóast B36 er einasta liðið, sum veruliga hevur givið KÍ mótstøðu í ár, so megnaðu heldur ikki tær úr árstalsfelagnum at gera
stórvegis við liðið, sum aftur í ár fekk fult stigatal
C
M
Y
K
20