Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 4. november 2016 Ómansligt. Tað er helst tað fyrsta, sum fólk hugsa, tá onkur dul­nevnd­ ur sendir út­spill­ing­ar­blað í hvørt húski í høv­uðs­stað­num – utt­an so frægt sum at tora at leggja navn til Sambært Posta, er so er einki forð­ar fyri, at »onkur« kann senda at kalla hvat sum helst út við alemnna út­ber­ing­ar­fel­ag­num. Ikki tí, innihaldið í anonyma blaðnum, sum kom í hvørt hús mikudagin, var hvørki fynd­ugt ella á serliga høgum støði – hóast ákærur um . Neyv­an ger tað tann skaða, sum ætlanin var – og um avsendarin er ein politikari ella ein pol­it­isk­ur flokkur, so man hann fáa tað aftur í grá­um kálvskinni – sum ein boome­ rang. Men tað er prinsippið, sum er áhugavert: Ber tað til at senda dulnevnt út­spil­l­ ing­ar­til­far út í hvørt hús í landinum uttan avsendara? Í fjølmiðlahøpi er tað tó fullkomiliga ó­hoyrt, at nakar kann senda útspillingar út so­leiðis, uttan at nakar kann ábyrgjast fyri innihaldið. Til várs eru tað 20 ár síðni, at Sosialurin sum fyrsta blað í Føroyum útihýsti dul­ nevnd­um lesarabrøvunum. Hetta varð gjørt fyri at styrkja almenna orðaskifti. Tað vóru nógv fólk, sum tilvitað misnýttu høvið at skriva dulnevnt til beinleiðis útspilling. Tá var tað kortini soleiðis, at redaktiónin kendi av­send­ar­an, og blaðstjórin stóð til svars fyri innihaldið, um tað kom til skarp­ sker­ing­ar. Hetta er ikki bara óhøviskt, men hetta er eisini brot á góðan fjølmiðlasið – og átti eis­ini at verið brot á góðan marknaðarsið og ikki minst átti tað at verið eitt mark fyri, hvat eitt útberingarfelag kann bera út av hat­urs­tilfari um fólk – og uttan avsendara. In.fo royndi í gjár at kanna, hvør hevði á­byrgd­ina. Posta hevði onga ábyrgd, tey høvdu bara borið út og vístu til Prent­mið­støð­ina, sum hevði innrykt ordran. Men Prent­mið­støðin hevði bara prentað, og á grafisku ­fyri­tøku­ni Vasti, sum hevði greitt blaðið til prentingar, vísti stjórin á, at tey kundu ikki upp­lýsa, hvør kundin var. Áhugavert verður at frætta, hvussu leikur fer – og um vit kunnu siga, sum orðatakið, at »eingin er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvur. Summi fólk kunnu vera rættiliga drúgv í sínum arbeiðslívi. Signar Dam, kommunulækni á Tvør­ oyri, man hoyra til tað allarddrúgvasta slagið. 1. november hevði hann verið kommunu­ lækni á Tvøroyri í samfull 45 ár. Sjálvur ætlaði hann ikki at gera nakað serligt burt­urúr, men skrivarar og aðrir starvsfelagar tóku hann av ræði, siga tey á Læknamiðstøðini á Tvøroyri, og so­statt høvdu tey eitt lítið há­tíð­ar­ hald fyri honum. Stutt eftir at Signar Dam hevði tikið lækna­ prógv, arbeiddi hann eitt stutt skifti sum lækni, bæði í Danmark og á Landssjúkrahúsinum, men í 1971 kom hann aftur í heimstaðin, Tvøroyri, har hann hevur verið kommunulækni líka síðani. Tá sannleikin er illa lýddur Kommunulækni í 45 ár Signar p. dam Les eisini blaðið á telefonini Skattamálið – á veg í rættin... Jørn Astrup Hansen Tíðargrein síða 16-17 Demens í FØroyum Heri Mohr Kjak síða 31 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Deildarstjóri til netpartin hjá SEV SEV sóknast eftir deildarstjóra til netpartin. Deildarstjórin er partur av leiðsluni hjá SEV, sum er myndað av stjóra og trimum deildarstjórum fyri ávikavist framleiðslu, neti og fyrisiting. Leiðslan luttekur í nevndararbeiðinum. Saman við nevnd og leiðslu hevur deildarstjórin fyri netpartinum ábyrgdina av strategiini og arbeiðinum at røkka visjónini hjá SEV um, at øll orka á landi verður burðardygg og grøn í 2030. Deildarstjórin hevur eisini ábyrgdina av rakstrarleiðsluni. TÚ Neyðugu styrkir tínar eru millum aðrar hesar: Góðar leiðsluførleikar Góðar samstarvs- og samskiftisførleikar Nýhugsandi Strategisk/ur Fakliga væl fyri Tú kanst vísa á hollar leiðsluroyndir og førleikar – eisini innan umsiting. Umráðandi er, at tú megnar at arbeiða undir stórum trýsti, og tað eyðkennir teg, at tú ert savnandi. Tú hevur í minsta lagi útbúgving sambært krøvunum í sterkstreymskunngerðini partur 5, kapitul 4.4, t.e. sterkstreymsverkfrøðingur ella løggildur elinnleggjari. Væntað verður, at tú dugir væl at orða teg bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og á enskum máli. Koyrikort til persónbil krevst. UPPGÁVUR Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg í stóran mun um – saman við starvsfólkum, leiðslutoymi, nevnd, ráðgevum og veitarum – at røkka málunum hjá SEV. Eisini er uppgáva tín at leiða og kveikja tíni starvsfólk. Stórar verkætlanir – nýbyggingar og umbyggingar – verða komandi árini ein stórur partur av uppgávunum hjá deildarstjóranum fyri netpartinum. Ein týdningarmikil uppgáva hjá deildarstjóranum er eisini at geva sítt íkast til eitt munagott samstarv við avvarðandi myndugleikar. LØN Starvið er lønt samsvarandi 38. lønarflokki sum tænastumaður, tó uttan at vera tænastumannastarv, umframt rakstrarleiðaraviðbót. UMSÓKNIN Nærri fæst at vita um starvið frá Bergtóru Høgnadóttir, HR-leiðara, á tel. 286011 ella hjá Hákuni Djurhuus, stjóra, á tel. 211161. Setanartilgongdin verður løgd til rættis saman við HR-virkinum Input. Umsókn við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til: input@input.fo Viðmerk: deildarstjóri til SEV Umsóknarfreistin er týsdagin hin 15. november 2016. Setanarsamrøður verða væntandi 21. og 22. november. SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 157 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elfram - leiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.