Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 3 TAÐ GONGUR VÆL Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU Hetta munnu tey flestu av okkum vera samd um. Fólkatalið veksur, nógv og fjølbroytt virk- semi er í kommununi og ongantíð áður hevur fíggjarstøðan verið so góð sum hon er í løtuni. Tað eru góðar tíðir í Tórshavnar kommunu. Hetta er at fegnast um. MEN VIT KUNNU GERA TÆR GÓÐU TÌÐIRNAR UPPAFTUR BETRI Komandi valskeið eiga vit at raðfesta eldraøkið og fáa fleiri bústaðir, betra um okkara dagstovna- og skúlatilboð, virka fyri betri kørmum til vinnu - lívið, seta umhvørvið fremst og fáa skil á ferðsl- u na í býnum. Ja, her er ov mikið at tríva í fyri tann býráðslim, sum hevur viljan til at skapa karmar og uppaftur størri framburð og her ber til at lesa um nøkur av mongu málunum, sum Odd Færø metir hava týdning fyri høvuðsstaðin og ynskir at seta á dagsskrá komandi fýra árini. FLEIRI HEITAR HENDUR TIL ELDRAØKIÐ Okkara eldru borgarar hava bygt upp tað sam- felag og tær vælferðartænastur, sum vit yngru í dag njóta gott av. Tí eiga vit sjálvsagt at hjúkla um hesar borgarar okkara og tryggja okkum, at tey eldru fáa ein góðan og virðiligan aldurdóm. Í valskránni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu verða 20 milliónir krónur raðfestar til førleikamenning og fleiri heitar hend- ur á eldraøkinum. Hesi átøk fevna ítøkiliga um eyka náttarvakt til heimahjálpina, fyribyrging og endurvenjing, umlætting, demensumsorgan og dagtilhald – eisini um vikuskiftið. Sum heild eiga vit at raðfesta fleiri heitar hendur - bæði tá ið tað kemur til dagstovnaøkið eins og okkara eldru borgarar í kommununi. Starvs- fólkini, ið varða av hesum samfelagsbólkum, eiga at fáa neyðugu resursirnar, sum skulu til, fyri at røktin av nevndu bólkum verður avgreidd á fullgóðan og nøktandi hátt. BUSSLEIÐIN SKAL MENNAST Ávísir býráðslimir í Tórshavnar kommunu hava seinasta valskeiðið róð framundir at fara aftur til gomlu skipanina við at krevja inn pening frá tei- mum, sum gera nýtslu av bussleið kommunun- nar, men ístaðin eiga vit heldur at hjúkla um og styrkja hesa tænastu, sum eisini framyvir skal vera ókeypis hjá borgarum okkara at brúka. Dømi um ætlaðar tillagingar og betringar við bussleiðini eru, at bussarnir koyra fyrr á morgni og eisini halda longri á um kvøldið, so teir eisini eru lagaðir til skiftisvaktir á arbeiðsplássum. Somuleiðis er tørvur á, at bussleiðin koyrir longri leygardagar eins og sunnudagar, so fólk kunnu fara við bussi í kirkju ella á møti, til ítróttar- og mentanartiltøk ella á vitjan hjá vinum og kenn- ingum. Tað skal verða lætt at lata bilin standa, tí bussleiðin skal koyra allan dagin allar dagar. VINNULÍVIÐ ER GRUNDARLAGIÐ Fortreytin fyri allari vælferð og trivnaði eru arb- eiðs pláss og inntøkur. Her hevur kommunan leiklutin at skapa karmarnar, so vinnurekandi kunnu menna og veksa um sítt virksemi. Tá Skansabryggjan verður liðug, kunnu vit fáa fleiri og størri ferðamannaskip at bryggju og hetta fer at gagna bæði ferða-, hotel-, taxa-, matstovu- og handilsvinnuni. Kommunan skal komandi árini eisini m.a. tryggja, at tað altíð eru tøk vinnu- grundstykkir, betri undirstøðukervi og eisini betri skelting til ferðavinnuna í kommununi. BETRI INNLIT OG MEIRA GJØGNUMSKYGNI Í dag búgva stívliga 21.000 borgarar í landsins størstu kommunu og hesir hava krav upp á størri innlit og meira gjøgnumskygni hvat viðvíkur teimum skattakrónum, sum kommunan umsitur og ger nýtslu av teirra vegna. Tí má landsins størsta kommuna framyvir leggja seg eftir at stroyma sínar býráðsfundir, tí hetta skapar opin- leika og økir um áhugan og tilvitskuna hjá tí einstaka borgaranum um aktuell, politisk mál í býráðnum. Somuleiðis eiga vit at gera okkara málslistar í býráðnum almennar, tí betri innlit í hesi viðurskifti fer ivaleyst at elva til størri álit á býráðsarbeiðið í Tórshavnar kommunu. VIL MENNA KOMMUNUNA Møguleikin fyri at vera við til og hava ávirkan á menningina í kommununi gjørdi, at Odd Færø eftir fleiri áheitanir hesaferð játtaði at stilla upp sum valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Odd er 54 ára gamal, giftur við Hallgerð Viderø og saman eiga tey tvey børn og trý abba- og ommu- børn. Hann býr á Hoyvíkshædd uppi í Hoyvík. Útbúgvin civiløkonom frá Hand ils háskúlanum í Keypmannahavn og innan tryggingarvirksemi. Fyrrverandi rokn skap arleiðari á Bakkafrost og hevur eisini í mong ár verið sjálvstøðugur vinnu- rekandi við fyritøku síni FærøCon, men starvast í dag sum controllari og greinari hjá elfelagnum SEV við Landavegin. Av frítíðarvirksemi kann nevnast, at hann áður m.a. hevur verið fótbóltsven- jari í 11 ár og harumframt eisini tikið aktivan lut í Diabetesfelagnum í styttri og longri tíðarskeið síðani hann gjørdist limur heilt afturi í 1985. LAT OKKUM GERA TÆR GÓÐU TÍÐIRNAR UPPAFTUR BETRI MÁL OG RAÐFESTINGAR • Fíggjarligt skynsemi, opinleiki og gjøgnumskygni • Nýggjur musikkskúli skal byggjast • Kanna møguleikar fyri í samstarvi við FSF at gera fótbóltshøll • Fleiri heitar hendur og betri kor til okkara yngstu og elstu borgarar • Hjúkla um barnafamiljurnar • Fleiri grundstykkir og alternativir bústaðarmøguleikar raðfestast • Menna alskyns ítróttarkarmar og trivnaðartilboð fyri børn og ung • Nýggjan langhyl í Gundadali • Bussleiðin skal mennast • Grundleggjandi kloakkviðurskifti skulu fáast í rættlag sum skjótast • Havnará skal latast upp og miðbýurin blóma Odd Færø