Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 4 So stundar veruliga til stóra finaluna í HM Karaoke, sum í ár verður hildin í Vancouver, Kanada. Føroyingar eru heilt væl umboðaðir, tá klaksvíksdaman Sofía Juel Rasmussen og havnamaðurin Dánial Gomez Guðjónsson fríggjadagin trína á pallin í Edgewater Casino. Við í ferðalagnum eru fimm føroyingar aftrat. Í gjár kl 20 (03 um náttina føroysk tíð) var undanveitsla, har lutakast var um nær teir ymisku sangararnir skulu syngja. Kappingin verður annars skipað soleiðis, at allir sangarar syngja tveir sangir í fyrstu rundu. Fyrsta rundan verður fríggjadag og leygardag kl 16 (23 føroysk tíð), og tá fer at vera møguligt at stroyma og fylgja beinleiðis við á leinkju, sum kemur út á Føroyska ferðalagið og sangararnir eru sum heild øgiliga spentir og vónríkir. – Eg hopi bara tað gongur gott, og at eg syngi, sum eg altíð plagi. So kann eg ikki gera meira, sigur Dánial. Sofía er somuleiðis spent – Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, og eg gleði meg at sleppa á pallin at framføra. Hetta er ikki nakað eg eri von við, so eg eri ordiliga spent, sigur hon. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinni snarar í ein norðan. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig. Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Sólglottar, men okkurt æl og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina skýggjað og hitin lækkar móti frostmarkinum Leygardagin Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og í hæddunum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina nærkast hann frostmarkinum. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Man klaverið á Reinsa­rínum spæla reint? Heitið nýtt um Heðin Mortensen í dulnevnda blaðnum, ið varð borið út í Havn. Húsaabbin og betongdreingirnir mugu leita sær eftir onkrum øðrum at spæla við. Í stóran mun vísir blaðið til útreiðslurnar, sum Tórshavnar kommuna hevur havt av bygningum seinasta valskeiðið. Leygardagin fingu Sølvi Vatnhamar úr Víkingi og Rannvá B. Andreassen úr KÍ heiðraði sum ársins leikarar í føroyskum fótbólti. Heiðurslønirnar hjá Norðurlandaráðnum vórðu handaðar týsdagin. Katarina Frostenson fekk norðurlendsku bók­mentav­ irðis­lønina. Føroyar hava fyri fjórðu ferð søkt um fullan limaskap í Norður­ landa­ráðnum. Mándagain fekk Heri Ziska heiðurin sum ársins leiðari av Dansk Atletik Forbund. Mikukvøldið var eitt dulnevnt blað borið út í høvuðsstaðnum. Endamálið við blaðnum var eittans – at oyðileggja valið fyri Heðin Mortensen, borgarstjóra. »Húsaabbi« HM í karaoke: – Eg má syngja sum eg plagi MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt % er rentan á lániavtaluni, um tunnilsfelagið hevur tikið av til arbeiðið at gera Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar. 2,73 MANGT OG HVAT Sæð á Facebook: Ein grindalokkur og ein summarfuglur stillaðu upp til kommunuvalið á sama lista. Bara grindalokkurin kom inn. Hann var fyrr valdur Visti tú? At 883 børn og ung eru undir eftiliti av barnaverndini?