Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 127 8 TANN DRÁPULIGI KÆRLEIKIN Steintór Rasmussen Ein krimisøga snýr seg ofta um ræðuligar kenslur sum hevnd, svik, øvundssjúku og okkurt, sum eksploderar í einum morði. Men fyri at koma til tað ræðuliga, so mást tú uppliva kærleikan, tann vakra gerandisdagin og eina harmoni, har fólk trívast. Tað er hetta samspælið millum tað vakra og ótespiliga sum ger, at flest fólk elska at lesa eina góða krimisøgu. Tað heldur Steintór Rasmussen, sum hesar dagarnar letur úr hondum fyrstu krimisøgu sína, »Deyðin fer í bindiklubb«. Vit hava hitt hann til eitt ælabogaprát um tað nógva og dulda, sum liggur goymt í okkara sálardýpi. KLAKSVÍK RAGNHILD ELLINGSGAARD Tað er gráur seinnapartur. Veðrið er heldur illfýsið og tað regnar rættiliga illa. Spakuliga myrknar himmalin og skýmingin leggur seg varliga omaná stræti og hús, tá eg fari útum. Heystið hevur annars verið frálíkt, hugsi eg. Men nú merkist, at veturin vil sleppa framat. Í garðinum síggi eg, at tað lítla træið, sum eg setti niður í vár, er skrætt upp við rót og liggur so jánkasligt á reyðbrúnu terassuni. Sum hevur tað givið upp alla vón um lív. Á veg út í bilin sparki eg tað eitt sindur longur inn, so vindurin ikki tekur tað og lovi mær sjálvari, at eg skal seta tað niður av nýggjum, tá eg komi heim aftur seinni í kvøld. Úti í Grótinum tekur Steintór ímóti mær í hurðini og bjóðar mær vælkomnari inn í hitan. Kaffi er longu klárt og vit seta okkum niður við stóra vindeygað, sum gevur útsýni yvir allan býin. Eitt klaver stendur framvið vegginum og longur inni í stovuni ein gomul gittar, ið hevur lagt kropp til fleiri vakrar sangir. Tað sæst, at hetta er eitt skapandi heim. Tey flestu kenna eisini Steintór frá Frændur, Kulum Rótum, Summarfestivalinum og øllum hinum, sum hann hevur verið ein partur av seinastu mongu árini. Fyri nøkrum døgum síðani gav hann so út krimiskaldsøguna »Deyðin fer í bindiklubb«. Enn eitt fet út í nýggjan heim, sum kanska ikki er so heilt nýggjur hóast alt. Tí stóri áhugin fyri krimisøgum hevur altíð verið har, sigur hann. Hugtakandi kvinnan Snúningsdepil í skaldsøguni eru seks kvinnur, sum ganga í bindiklubb saman. Og sum lesari fært tú smakkin av flógvum nýbakaðum bollum og góðum vinarlagi, men so sanniliga eisini eina ráma kenslu av sviki, ísakøldum kenslum, átrúnarligum ágangi, ljótum slatri og tvitnum ástarhugi. Eg spyrji Steintór, um tað er tilvitað, at kvinnan hevur fingið so nógv pláss í bókini? – Kvinnan er ótrúliga spennandi og hugtakandi upp á so nógvar mátar. Ikki einans sum skapningur ella objekt, men sanniliga sum ein virkin og týðandi partur í øllum samfelagnum. Ikki einans er hon mamman at børnum, smáum og stórum, men sjálvt hjartað í heiminum, umframt at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðsdegnum. Harafturat eru nógvar kvinnur góðir eygleiðarar og boðberar. Tí kendist tað rættiliga nátúrligt fyri meg at skriva um kvinnuna. Og ikki minst at draga handan serliga miðilin við, sum vanliga bara kvinnur hava atgongd til. Nevniliga bindiklubban. Og hetta duldarfulla frírúmið er nakað, sum flestu kvinnur ganga høgt uppí. Og onkursvegna er hetta jú bannað land fyri okkum menn. Tað skapar ein spenning, sum er rættiliga áhugaverdur at arbeiða við, greiðir Steintór frá, meðan vit saman skoða yvir heimstaðin, sum spakuliga livnar upp aftur, tá heitu ljósglæmurnar verða tendraðar í teim mongu húsunum í Klaksvík, sum næstan kundi verið Norðvík, býurin, har krimisøgan fer fram. At skriva lívið Steintór hevur altíð skrivað nógv. Hann hevur yrkt frá ungum árum av, og gjørt hópin av sangum, har fleiri við árunum eru vorðnir føroysk fólkaogn. Men hann hevur eisini skrivað greinar, samfelagsligar viðmerkingar og søgur. Og ikki minst krimisøgur til børn. Vit tosa tí eitt sindur aftur og fram um skrivaða orðið og um týdningin av at lesa. Sagt verður jú, at við at lesa skaldskap lærur tú at skilja samfelag og menniskju betri. Og oftani fært tú eisini sett orð á tína egnu støðu og kenslur. Sjálvur hevur Steintór altíð havt stóran áhuga fyri sálarfrøði og heimsspeki og tað eru týdningarmikil amboð, tá hann skrivar. - Summi fólk liva meiri í núinum. Duga at taka dagin og løtuna, sum hon kemur. Sagt einfalt, liva lívið. Men tað ber eisini til at skriva lívið, at vera tilstaðar í tínum persónum og í einum spennandi hendingaríkum umhvørvi, sigur nýggi krimihøvundin og skoðar útyvir tann býin, sum fyllir so nógv í hansara sangum og søgum. – Áhugin fyri menniskjum og samfelagnum rundan um okkum hevur altíð verið ein drívmegi í mær. Og tað, ið eg eg skrivi, eri eg eisini í stóran mun. Men tað krevur, at eg fullkomiliga livi meg inn í tað nýggja universið. At eg sjálvur gerist partur av søguni. At fylgja tínum hugskygni er ótrúliga týdningarmikið, tá tú skrivar, sigur Steintór og leggur afturat, at tá hann yvirgevur seg til ein hendingaríkan bý og tess fólk, so kemur søgan mestsum av sær sjálvum. – Eg kann seta saman eina Steintór Ramussen skrivar, sum er hann ein royndur meistari. Brennandi agg og ein raffinerað drápsætlan undir eini dámligari and­ litsgrímu er ein partur. Pallsetingin til drápið, sum eingin gáar um, er so væl skipað, at hárini ývna í nakkanum, so hvørt tú rekir teg inn á kjarnan. Tikið av www.sprotin.fo Hon hevði onga orsøk at hava ringa samvitsku. Ei heldur at óttast. Hon hevði ikki nógvar syndir á síni samvitsku. Hon hevði ikki stolið, falsað, horast, logið, bannað, verið ágangandi, órættvís, følsk ella dømandi. Hennara einasta misgerð var, at hon hevði dripið ein mann. Og at hon mátti taka lívið av einari kvinnu. Tað fór at verða henni fyrigivið. Brot úr bókini »Deyðin fer í bindiklubb MENTAN FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016