hósdagur 3. november 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
9
kjarnu og síggja nakrar konfliktir
fyri mær. Men søgan fær spakuliga
sítt egna lív, meðan eg skrivi. Tað
er eisini tað, sum er so hugtakandi
við skrivingini. Tí tað er tá, at tú
kemur inn undir húðina og ordiliga
fatar alt, sum hendir, sigur hann.
Vónin í myrkrinum
Kaffimaskinan reinsar seg sjálva
og ljóðar mest av øllum sum
ein torusláttur í friðinum, sum
hevur lagt seg um okkum. Tað
er hugnaligt at sita her í fjálgu
skýmingini saman við Steintóri.
Prátið fellur á alt tað, sum er
millum okkum menniskju. Í nýggju
bókini tekur høvundurin nøkur
evni upp, sum kunnu kennast
rættiliga provokerandi. Og sum
listamaður dámar hann eisini væl
at provokera eitt sindur. Viðhvørt.
Men orðini eru væl grundaði.
Ikki óneyðuga stoytandi. Og her
í hugnaligu stovuni, er alt so
róligt og eg siti við eina kenslu
av, at tíðin hevur tikið ein væl
uppibornan steðg frá meldrinum,
sum annars fyllir ein so stóran
part av gerandisdegnum hjá flest
fólkum. Við nýggju bókini hevur
Steintór verið ein lítil Várharra,
tá hann skapaði øll menniskjuni,
sum á ymsar hættir geva bókini
innihald. Tann mest ironiski- og
eisini mest ræðandi – parturin við
tí er, at allir persónarnir á onkran
hátt innihalda partar av honum
sjálvum.
– Og fyri meg sjálvan er tað
altso rættiliga marksetandi.
Sjálvandi er tað lætt at síggja seg
sjálvan í teimum persónunum,
sum eru góðir. Men eisini tey ljótu
í bókini hava smá brotpetti av
høvundanum í sær, sigur hann
hálvflennandi. Øll eru vit skapað
í Guðs mynd, kann mann siga.
Steintór gerst álvarsamur og eg
skilji, hvat hann meinar. Lívið er
dualistiskt og full av andsøgnum.
Tað ljóta kann verða vakurt og tað
vakra kann verða ljótt.
Vit sita enn í karnappinum
við stóra vindeyganum. Livandi
ljósini bleiktra spakuliga aftur og
fram, meðan bakgrundin er tann
altíð livandi heimstaðurin. Heitu
glæmurnar frá húsunum eru
vornar fleiri í tali og onkursvegna
kennast tær sum smá brotpetti
av eini vón um okkurt betri í
myrkrinum.
Samspælið millum
gott og ringt
Heimstaður í nýggju bókini er
býurin Norðvík. Ein íspunnin býur,
sum við sínum 5.000 íbúgvum ikki
er heilt ólíkur Klaksvík. Hví líkjast
hesir báðir býirnir so nógv, spyrji
eg Steintór. Hann svarar, at hann
má verða erligur, tá hann skrivar.
Tí máttu býirnir báðir eisini líkjast.
– Onkur heldur kanska, at
okkurt líkist so mikið nógv, at
tað provokerar. Men ert tú
samfelagsrevsandi, so ert tú
samstundis eisini samfelags
rósandi. Tað er sjáldan, at fólk
verða so órógvaði, at tey banna
yvir okkurt ella sláa nevan í
borðið, uttan so at hetta hevur
eina orsøk. Tá veit man, at okkurt
gott liggur onkra aðra staðni, tí
tað er jú samspælið millum tað
góða og ringa, sum ávirkar okkum
menniskju. Hetta samspælið royni
eg so bara at lýsa so erligt, sum
eg nú einaferð kann, fyri at fáa
eina góða søgu. Hon skal sjálvandi
verða undirhaldandi, men hon má
eisini hava eitt ávíst sannleikavirði,
heldur hann.
Bókin er útgivin og Steintór
hevur slept henni so væl, sum
hann nú einaferð kann. Men
hvat hendir aftaná? Doyðu øll
menniskjuni og søgur teirra saman
við seinasta punktuminum, sum
varð sett? Steintór gevur mær eitt
heldur skeivt smíl.
– Lat meg bara siga tað soleiis, at
eg havi ikki hildið nakra jarðarferð
fyri teimum. So, hvør veit? Eg havi
so tikki tiikið lívið frá teimum. Enn…
Heimafturkomin taki eg jánkasliga
træið, sum liggur og bíðar á
reyðbrúnu terrassuni. Seti tað
varisliga niður í vátu moldina,
meðan eg send vakrar tankar og
vóni, at tað fer at spretta aftur
einaferð. Er lív, so er vón. Eg fari
so ikki í nakran bindiklubb í kvøld.
Okkurt álvarsamt var hent í
býlinginum við Steiná. Húsið
hjá Hallvin varð sperrað av.
Gud viti, hvat var hent? Bjørg
kundi ikki lata vera við at líta
aftur um seg, tá ið hon fór
framvið kirkjugarðinum.
Skuldi hon hava leiklutin
sum tann óhugnaligi boð
berin í bindiklubbanum í
kvøld?
Hon rann tivandi heim
eftir ovara vegi. Sum hevði
hon deyðan í hølunum.
Bror út bókini
»Deyðin fer í bindiklubb«
Tað hevði styrkt hansara
egingirnd og ognarkenslu,
at hann á ungum árum hevði
noytt og neyðtikið hana. Men
eftir hansara høvdi kundi alt
rættvísgerast í Bíbliuni, tí
hann vildi gifta seg við henni.
Brot úr bókini
»Deyðin fer í bindiklubb«
Piss! Hon hevði verið full
og royndi at minnast. Men
so kom lystiliga kvøldið
fram fyri hana, tað langa
og freka forspælið alla
náttina,
tað
ósmædna
fríggjaríið, tann inniligi og
elskhugsligi dansurin, villasti
ástarhugurin og tølandi
kenslurnar á veg heim til
hennara. Hon hevði viljað
tað og ætlað tað leingi. Og
hon hevði nú fingið smakkin
av hesum lekra pettinum.
Ein alt ov góðan bita… Hon
lat hondina varliga glíða
oman eftir tí heita nakna
kroppinum.
Brot úr bókini
»Deyðin fer í bindiklubb«
Summi fólk liva
meiri í núinum.
Duga at taka
dagin og løtuna,
sum hon kemur.
Sagt einfalt, liva
lívið. «
Steintór Rasmussen