Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 127 10 – OKKARA BØRN GLOYMD Í SKIPANINI - Okkara børn eru fullkomiliga gloymd í skipanini. Vit fáa ikki nøktandi hjálp frá skipanini, sum hevur sett okkum í starv, og tað gongur útyvir bæði okkum og børnini, siga Oyvør Sarita Davidsen og Joan Vestergaard Dam, sum báðar hava havt børn til fosturs í mong ár Oyvør og Joan, fosturmammur: BARBARA HOLM - Sum tað er gott at hoyra, at Barna­ heimsbørnini fáa meira pengar til góðar uplivingar. Eg hevði ynskt, at okkara børn eisini fingu so mikið av umsorgan frá tí almenna, sigur Oyvør Sarita Dav­idsen sum tað fyrsta, nú tær skulu seta orð á, hvussu tað er, at vera fosturfamilja í dagsins Føroyum. Tær eru komnar á gátt í Miðla­ húsinum hendan góðveðurs­dag. Tað var trupult at finna ein dag, sum riggaði hjá teimum báðum. Hví? Tí at fara frá fosturbørnun­ um eina løtu er ikki bara sum at siga tað. Seinastu 22 árini hevur Oy­vør verið fosturmamma. Hon hev­ur havt 12 børn hjá sær frá ný­føð­ ing­um og upp til 18 ár. Joan hevur ver­ið fosturmamma í 8 ár og hevur hon tvey børn hjá sær. Onkuntíð gongur tað øgiliga væl. Børnini fella bara til í fostur­ heiminum og tey stórtrívast. Tey blíva eitt við fosturfamiljuna. Aðratíðir er tað tó ikki so einfalt. Børnini kunnu hava upplivað eitt hvørt, sum ger, at tey ikki eru væl­ fungerandi. Tey kunnu eisini hava onkrar diagnosur – sum eisini ávirkar sinni. Tað er ógvuliga ymist. Men eitt er givið. Tá eitt barn er sett til fosturs so er tað tíð at tørvur er á tí. Verða einsamøll við børnunum Joan og Oyvør eru báðar á einum máli um, at sum forsturfamilja kann man blíva øguliga einsa­ mall­ur. - Vinfólk halda seg burtur, og ofta hevur tú ikki møguleika sjálvur at luttakað til serlig tiltøk, Tað er so tann eini trupulleikin. Hann fyllir í veruleikanum ikki so nógv hjá teimum báðum. Tað er bara ein partur av lívinum nú. Ein annar trupulleiki, sum kanska er meira átroðkandi er, at fostur­ familjur fáa at kalla ongantíð feriu ella ein frídag. Barnaverndarøkið varð lagt út til kommunurnar í 2006 og síðani tá hava sparingar verið gjørdar á hesum øki. Hettar má raðfestast hægri, tí trupulleikin er vaksandi í samfelaginum, halda tær báðar. Strongd sendir børn á barnaheim Síðsta ár fekk Oyvør Sarita Dav­ id­sen ein blóðpropp í hjarta. Fyri Oyvør er eingin ivi. Tað var strongd­in í starvinum, sum gav blóð­proppin. - Eg hevði tá bønað og biðið um at fáa játtað umlætting til okkara børn eitt vikuskiftið um mánaðin, men eg fekk tað ikki. Tað endaði við, at eg mátti siga eitt barn frá mær fyrr í ár, tí eg orkaði ikki meira, sigur Oyvør Sarita Davidsen. Og soleiðis er tað hjá fleiri fost­ur­familjum, halda tær báðar Oyvør og Joan. Tá orkan er uppi og hjálparloysi fullkomið, so enda børnini hjá fosturfamiljum á Barnaheiminum. Tey verða upp­ giv­in einaferð aftrat og skulu flyta heiman fyri aðruferð. - Tað er so ótrúliga synd í børn­ unum, sum enda í hesari støðuni. Tey føla svikið, einaferð enn, greiða tær báðar frá. Útnytta hjartarúmið hjá fólki Tey, sum eru fosturforeldur, gera tað neyvan fyri pengarnar. Tí van­ liga samsýningin fyri at vera fost­ ur­foreldur, er áleið 120 krónur um døgni. Tá er støðan so tann, at tess tingri uppgávan er, tess størri er sam­sýningin. Hendan upphædd­ in á 120 krónur kann maksimalt fald­ast við sjey. Men tað hendir ikki ofta. Men hvørki Joan ella Oyvør hava arbeitt, meðan tær hava havt børn til fostur. - Tað er eitt fulltíðarstarv, eing­in Tá eitt fosturbarn kemur inn, sum er illa fyri ella svikið á onkr­an hátt, so verður familjan sett á pausu og øll orkan fer til at vera um hetta barnið Joan Vestergaard Dam TEMA Fosturfamiljur FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016