Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 11 ivi um tað. Tú mást vera har fyri hesi børnini, Tú kanst ikki vera burtur átta tímar um dagin, siga tær báðar. Men almennu Føroyar vilja ikki raðfesta hetta arbeiðið, sum fosturfamiljurnar gera, tí tað tey fáa er ikki løn – tað eitur sam­sýn­ ing. - Tað kennist onkuntíð sum, at tey helst vilja, at vit gera hetta ókeypis. Men hetta er eitt starv, siga tær báðar. Báðar tvær fóru tær inn í fostur­ foreldraskipanina, tí tær vildu fegnar verða nakað fyri hesi børn­ ini. - Vit vórðu spurd um vit kundi taka børn inn, og vit føldu tað sum, at vit høvdu orku til tað, tí okkara børn vóru vaksin, greiðir Joan Vestergaard Dam frá. Og hjá Oyvør var tað ein líkn­ andi støða. - Tað var fyri 22 árum síðani, og vit hava havt børn síðani,tá sigur Oyvør Sarita Davidsen. Tær báðar ynskja at hjálpa hes­um børnum og hava gjørt tað í mong ár. Men støðan á fostur­for­ eldra­økinum bara versnar, og tí rópa tær nú varskó. Brúk fyri betri samskipan og ráðgeving Tey, sum umsita hetta økið, eru tey, sum eiga at veita ráðgeving, eftir­ lit og líknandi til familjurnar, sum taka børn til fosturs. Men hend­ an støðan er ikki nøktandi. Tað stend­ur í almennu vegleiðingini til fosturforeldur, at skipað verður fyri skeiðum og tiltøkum, har fost­ur­foreldur fáa vegleiðing til, hvussu tey skulu handfara ym­ iskar støður. Men veruleikin er ein annar. - Hetta er ikki fyri at finnast at nøkrum ávísum, tí fólk vilja fegin gera sítt besta, sigur Oyvør Sarita Davidsen. Og Joan tekur undir. - Støðan er bara tann, at tey eru alt ov fá, sum sita við øllum barnaverndarøkinum, sigur Joan Vestergaard Dam. Tær báðar eru á einum máli um, at tað, sum skal til er, at feiri fólk verða sett, so at fosturforeldur og børn teirra fáa javna ráðgeving, sparring og stuðul. - Tað skal vera so, at tey, sum stýra økinum, hava orku og tíð til at seta seg inn í avbjóðingarnar hjá hvørj­ari einstakari fosturfamilju, tí allar eru ymiskar, sigur Joan Vest­ ergaard Dam. Eitt annað, sum okkurt má gerast við er, at tað arbeiði, sum fosturfamiljurnar gera, verð­ur mett sum eitt veruligt arb­eiði av týdningi og at tær verða líka­ still­aðar sum arðir løn­mót­ak­arir og harvið fáa feriu, feriuløn og eftirløn. - Vit hava brúk fyri, at vit fáa umlætting inn ímillum. Til dømis, at man fekk samsýning fyri at betala sær til hjálp eitt vikuskifti um mánaðin, sigur Oyvør Sarita Davidsen. Má seta familjuna á pausu Hóast tær báðar hava fingið óenda­ liga nógv gott burturúr at veita stuðul, tryggleika og umsorgan til fleiri børn gjøgnum seinastu ár­ini, so eru tær eisini samdar um, at tað krevur sín prís á heimafront­inum annars. - Tá eitt fosturbarn kemur inn, sum er illa fyri ella svikið á onkr­ an hátt, so krevur tað nakað av fam­ilj­uni. Familjan annars verður sett á pausu og øll orkan fer til at vera um hetta barnið, sigur Joan Vestergaard Dam. Og Oyvør tekur undir við hesum og leggur aftrat. - Øll familjan má taka tørvin hjá fosturbarninum framum onnur ting, tí tað barnið hevur mest tørv á tí, sigur Oyvør Sarita Davidsen. Tí eru tær samdar um, at tað hevur ótrúliga stóran týdning, at fosturfamiljur fáa hjálp. Tí so hvørt sum ein fosturfamilja knekkar av strongd, so fara fosturbørnini á barnaheim og uppliva svikið enn einaferð. Tað er eitt full­tíð­ arstarv. Tú mást vera har fyri hesi børnini, tú kanst ikki vera burtur átta tímar um dagin Oyvør Sarita Davidsen - Tað kennist onkuntíð sum, at tey helst vilja, at vit gera hetta ókeypis. Men hetta er eitt starv, siga Oyvør Sarita Davidsen og Joan Vestergaard Dam MYND: ÁLVUR HARALDSEN Støðan á fosturforeldra­ økinum er torskilt og fløkt. Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa meira at vita um økið áðrenn blaðið fór til prentingar. Men vit fylgja málinum framyvir