Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 TJÓÐHILD PATURSSON - Sjálvsagt skal mentan eisini stuðlast, men stuðulin til list og stuðulin til mentan skal skiljast frá hvør øðrum. Mentan og list er ikki tað sama. Orðini eigur Guðrið Poulsen, for­kvinna í Listafólkafelagi Før­oya (LISA). At skilja stuðul til list frá stuðuli til mentan annars, er eitt av høvuðsynskjunum hjá felagnum, ið er í holt við at orða ein nýggjan listapolitik. - Vit vilja gera eitt Magna Karta, eitt seyðabræv, ella tað vit kunnu kalla eina listagrundlóg, sigur hon. Endamálið er at fáa gjørt ein listapolitik, ið orðar tær broytingar og tey ynski felagið vil bera fram til politiska mynduleikan, millum annað til frama fyri at gera korini hjá listafólki liviligari. Listagrunnur Føroya So tit ynskja eina modernisering av Mentanargrunninum? spyrji eg Maritu Dalsgaard sum eisini er nevndarlimur í LISA. ’NEI!’ sigur hon bestemt. Vit ynskja ikki at broyta Ment­anar­grunnin, vit ynskja at seta á stovn ein nýggjan grunn - Listagrunn Føroya. Orsøkin til ynskið um eina sundurskiljing av stuðuli til list og stuðuli til mentan annars er millum annað, at tey meta at ser­ ligur yrkiskunnleiki skal til, fyri at vera førur fyri at meta um stuðulumsóknir til list; ein yrkis­ før­leiki ið tey sum nú meta um stuð­ulsumsóknir oftast ikki hava. LISA er á einum máli um, at tað mugu vera yrkisfólk, ið meta um um­sóknir frá yrkislistafólki. Tað er ein stórur trupuleiki, at tey, sum sita í grunnunum og skulu meta um stuðulsumsóknirnar ikki hava førleika at meta um tær, sigur Guðrið Poulsen. Tað sita fólk sum skulu meta bæði um umsóknir frá heima­ virk­is­feløgum kring landið og frá mær sum listafólki, sigur Marita Dalsgaard, og tað skulu heilt ymiskt førleikar til. Stuðulin má lagast til liviliga lívið - Tað er ein myta, at góð list verð­ ur skap av svongum og køld­ um listafólki, og í einum rík­um samfelag eiga listafólk ikki at vera fátøk, sigur Marita Dals­ gaard og siterar Moniku Mokre ein av fyrilestahaldarunum á ráðstevnuni hjá LiSA sein­asta vikuskifti. Tað at stuðlaðar verk­ ætlan­ir ikki mugu hava yvirskot, og tað at eitt møguligt yvirskot í ein­ari verkætlan ikki kann førast víðari til næstu verkætlan, ger arb­eiðs­umstøðurnar hjá nógvum lista­fólki ógvuliga truplar. Sum livikorskanningin vísur er fíggj­ar­ liga óvissan stór. - Stuðulsmøguleikarnir mugu lagast til tann veruleika listafólk liva í. Tað ber ikki til at byrja frá null til hvørja verkætlan. Aðrar verkætlanir hava ikki somu treytir um at ikki hava yvirskot, so hví seta vit listini hesa treytina, spyr Guðrið Poulsen. MENTAN OG LIST ER IKKI TAÐ SAMA - OG STUÐULIN MÁ IKKI KOMA ÚR SAMA GRUNNI Guðrið Poulsen og Marita Dalgaard nevndarlimir í LISA