hósdagur 3. november 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
13
TJÓÐHILD PATURSSON
- Listafólk eru niðurslitin bæði likamliga og sálarliga.
Hevði Ingeborg Winther vita um livikorðini hjá listafólki,
so hevði hon ikki funnið seg í tí. Guðrið Poulsen forkvinna
í LISA (Listafólkasambandi Føroya) er greið. Felagið hevur
gjørt livikorskanning millum føroysk listafólk. Kanningin
vísir á lágar inntøkur og stóra óvissu um arbeiðstøðuna í
framtíðini. - So leingi man er einsamallur, so gongur tað
kanska. Men tað eru tey fægstu sum bert hava seg sjálvi at
hugsa um, sigur Guðrið Poulsen.
Lágar inntøkur
Tvey av trimum fulltíðarlistafólkum í Føroyum meta seg
hava eina ársinntøku á minni enn 200.000 kr. Nærum
23 % meta seg vinna minni enn 100.000 kr um árið.
Fulltíðarlistafólk er í kanningini sæð sum øll tey, ið ikki hava
annað fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Summi hava leys
arbeiði viðsíðunar av, men onga fasta setan.
- Afturat lágu inntøkunum er ein annars trupuleiki at
lønirnar eru so skiftandi. Miðalinntøkan hjá fulltíðarlista
fólki fyri ár 2014 og 2015 er næstan hin sama, men lønin
hjá tí einstaka listafólkinum er ógvuliga skiftandi. Fyri
eina ársinntøku ið liggur á minni enn 200.000 kr, so er eitt
útsving á 50.000 kr eitt stórt útsving, sigur Marita Dalsgaard,
nevndarlimur í LISA og hon ið hevur gjørt kanningina.
Óvissa og stúran
2 av 5 fulltíðarlistafólkum siga, at dagligdagurin er
merktur av óvissu um framtíðar arbeiðsstøðuna. Nær
um ein triðingur stúrir fyri fíggjarviðurskiftunum kom
andi árið. Bert ein triðjapartur av teimum spurdu siga
seg ikki stúra fyri framtíðini. Minni enn fimta hvørt av
fulltíðarlistafólki í kanningini vænta seg hava eina liviliga
eftirlønaruppsparing, tá ið tey fara um pensjónsaldur. Meira
enn helvtin av teimum spurdu eru listafólk yvir 40 ár.
Umframt lágu lønina, stúranina og óvissuna vísir
kanningin eisini, at listafólk meta seg hava sálarlig og
kropslig árin av listarliga arbeiðslívinum. Meira enn triðja
hvørt fulltíðarlistafólk í kanningini hevur kroppsligt slit
orsaka av listarliga arbeiðslívinum og meira enn helvtin
hevur ella hevur havt sálarlig árin.
‘Tað er logiskt, tá ið tú ikki veist hvussu fíggjarliga støðan
sær út bara eina løtu fram, so skapar tað sálarligt slit’ sigur
Marita Dalsgaard. ‘Sjálvsagt er eisini annað ið spælir inn,
t.d. tað tvíeggjaða svørið í arbeiðinum, at títt arbeiði verður
alla tíð dømt og vurderað av øðrum. Tað er møguligt. Tað er
møguligt tað trýstir listafólk meira enn í øðrum yrkjum. Tað
veit eg ikki. Men óvissan og stúranin eigur heilt vist sín part.’
Men hví skal eg leggja nakað í tað? Kunnu hesi lista
fólkini ikki bara fáa sær eitt annað arbeiði? Er møguliga
onkur ið spyr. Í samrøðu við in.fo sigur Marita Dalsgaard
millum annað, at tað at hava eina fría list er ein partur av
demokratisku avtaluni vit hava gjørt okkara millum, og
heldur vit sum samfelag tí hava ábyrgd fyri at skapa karmar
ið tað ber til at skapa fría list undir. Samrøðuna við Maritu
Dalsgaard ber til at síggja á in.fo seinni í kvøld.
NIÐURSLITIN BÆÐI LIKAMLIGA OG SÁLARLIGA:
- 2 AV 3 FULLTÍÐAR LISTAFÓLKUM Í
FØROYUM HAVA EINA ÁRSINNTØKU
Á UNDIR
200.000