Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 14 10 TÆR STØRS 10 tær størstu kommunurnar fólkatal 1 Tórshavnar kommuna 20.788 2 Klaksvíkar kommuna 4.998 3 Runavíkar kommuna 3.898 4 Eystur kommuna 2.042 5 Vága kommuna 2.020 6 Tvøroyrar kommuna 1.710 7 Sunda kommuna 1.709 8 Fuglafjarðar kommuna 1.506 9 Vágs kommuna 1.348 10 Nes kommuna 1.251 10 TÆR MINST Tá nýggju kommunustýrini í Føroyum taka við 1. januar komandi, verða tær ein færri í tali – tá minkar talið av kommunum úr 30 niður í 29, tí tá leggja Klaksvíkar kommuna og Húsa kommuna saman. Tá hvørvur ein av teimum allar minstu kommununum í landinum – tann næst minsta, sum bert hevur 38 íbúgvar, ein fleiri enn Fugloyar kommuna. Tá hava vit tríggjar kommunur eftir, sum hava færri enn 100 íbúgvar. Vit hava fýra kommunur við millum 100 og 200 íbúgvum, 10 hava millum 200 og 1.000 íbúgvar, og sjey hava millum 1.000 og 2.000 íbúgvar. Tríggjar kommunur hava millum 2.000 og 5.000 íbúgvar – og síðani hava vit Klaksvíkar kommunu, sum við samanleggingini á nýggjárinum í øllum førum fer upp um 5.000 borgarar. Tórshavnar kommuna er í serflokk við sínum 20.788 íbúgvum. Tølini, vit hava nýtt frá Hagstovuni eru frá 1. september 2016. 10 tær minstu kommunurnar fólkatal 30 Fugloyar kommuna 37 29 Húsa kommuna 38 28 Skúvoyar kommuna 41 27 Fámjins kommuna 83 26 Hovs kommuna 106 25 Húsavíkar kommuna 116 24 Skálavíkar kommuna 137 23 Kunoyar kommuna 142 22 Porkeris kommuna 303 21 Viðareiðis kommuna 354