hósdagur 3. november 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
SÓLVIT E. NOLSØ
K
ommunusamanlegging
hevur verið tosa um í
nógv ár. Summa staðni er
tað fari fram, men summa staðni
er einki hent enn. Norðoyggjar eru
blivnar færri kommunur og verða
ein færri aftur á nýggjárinum tá
Húsa kommuna fer saman við
Klaksvíkar kommunu.
Eysturoyggin er eisini blivin
færri og størri kommunur. Vágoy
er nú býtt í tvær kommunur og í
sundalagnum og í Suðurstreymoy
hava kommunur eisini kasta sam
an.
Tað eru tvær oyggjar í landinum,
ið enn ikki hava havt nakrar ein
stakar kommunusamanleggingar:
Suðuroy og Sandoy. Báðar oyggjar
hava havt fallandi fólkatal seinastu
árini og tískil eru kommunurnar
blivnar smærri og smærri, men
eingin hevur tó lagt saman enn
og á tann hátt hava eitt breiðari
fólkagrundarlag.
Kommunusamanlegging er
aftur á breddanum nú. Sjálvandi,
freistast ein at siga, tí kommunuval
er fyri framman og tískil birtist
kjakið uppaftur.
Húsavíkar kommuna umfatar
bygdirnar Húsavík, Dal og Skarva
nes. Hanus undir Leitinum sat í
bygdaráðnum í Húsavíkar komm
unu í 14 ár, harav 10 sum borgar
stjóri. Hann metir, at tíðin er nú
búgvin til, at kommunurnar í
Sandoy av álvara eiga at fara undir
at tosa um samanlegging.
- Verða framvegis lítil
hóast samanlegging
- Mín meingin um kommunusam
anlegging er, at Sandoyggin átti at
verið ein kommuna. Trupulleikin,
ið vit tó hava er, at vit hava ongan
sterkan depil at leggja afturat og
vit verða ikki nakað sterkir av at
leggja saman soleiðis sum støðan
er, sigur Hanus undir Leitinum.
Hanus undir Leitinum atkvøddi
ímóti samanlegging tá fólka
atkvøða var um málið fyri nøkrum
árum síðani, men at hann prinsip
ielt er fyri samanlegging.
- Tað var bara einki skil á fólka
atkvøðuni og hon segði einki.
Eingin visti hvat hon hevði uppá
seg. Um ein samanlegging skal
fremjast, so skal tað koma frá fólk
inum í oynni og ikki tí landið hevur
eitt ynski um tað, sigur Hanus
undir Leitinum.
Hóast Hanus undir Leitinum
vil hava kommunusamanlegging
í oynni, so hevði hann ynskt ein
størri samstarvsfelaga, tí annars
er fólkagrundarlagið ov lítið, til
veruliga at kunna verða ein sterk
kommuna eftir eina samanlegging.
Tað er nærliggjandi at hugsa, at
Sandoy seinni kundi lagt saman við
Tórshavnar kommunu um ynski
er um ein størri samstarvsfelaga,
serliga eftir at Sandoyartunnilin
opnar, men tað er Hanus undir
Leitinum ikki helt samdur í.
- Eg haldi ikki tað hevði verið
rætt hjá okkum at lagt saman við
Tórshavn. Tórshavnar kommuna
er blivin ríkiliga stór og til dømis
helt eg ongantíð, at tað heldur
var rætt, at Kollafjørður fór uppí
Havnina. Tað hevði tó tænt okkum
í oynni, at havt onkran størri at
samstarva við, so vit á tann hátt
kundu havt eitt størri grundarlag,
sigur Hanus undir Leitinum.
Samanlegging ongantíð
verið á dagsskrá
Tá kjakið um samanlegging hevur
koyrt í nógv ár, hevur tað so nak
rantíð verið uppá tal, at leggja
Tað var bara
einki skil á fólka
atkvøðuni og hon
segði einki. Eingin
visti hvat hon
hevði uppá seg
Hanus undir Leitinum
Tað hevði tó tænt okkum í oynni, at havt onkran størri at samstarva við, so vit á tann hátt kundu havt eitt
størri grundarlag, sigur Hanus undir Leitinum
MYND: BIRGIR KRUSE
SAMANLEGGING
SKAL KOMA FRÁ
FÓLKINUM
Hanus undir Leitinum tekur undir kommunusam
anlegging í Sandoy, men landið skal ikki blandað seg
uppí málið. Tað mugu fólk í oynni finna útav sjálvi
SOSIALURIN 127
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
KOMMUNUSAMANLEGGING