hósdagur 3. november 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
19
kommunurnar í oynni saman?
- Nei, tað hevur ongantíð verið
havt á lofti sum nakað mál. Vit
hava umrøtt tað leysliga á fundum,
sum vit hava havt, men ongantíð
nærri enn tað og tað hevur ongan
tíð verið á dagsskrá, sigur Hanus
undir Leitinum.
Tað var eisini torført at hava
eina felags kós í málinum. Hanus
undir Leitinum sigur, at tað hava
altíð verið nakrir bygdaráðslimir í
oynni, sum hava verið fyri málið,
meðan nakrir hava verið hart
ímóti.
Fíggjarligu fortreytirnar
ymiskar
Hanus undir Leitinum sigur, at tá
samanlegging var umrødd seinast,
var tað torført at fara víðari við,
tí fíggjarligu fortreytirnar mill
um kommunurnar vórðu ógv
uliga ymiskar og sjálvt ikki ein
samanlegging hevði bøtt nógv
uppá tað.
- Skopun og Sandur vóðru
ógvuliga skuldartyngdar. Vit í
Húsavíkar kommunu høvdu eitt
sindur av pengum, men ikki nógv.
Til dømis um vit skuldu gera
kloakk í okkara kommunu, sum
umfatar tríggjar kommunur, so
høvdu vit ikki havt pening til tað,
so fíggjarliga roknistykki gekk ikki
ordiliga upp. Heldur ikki við eini
samanlegging, sigur Hanus undir
Leitinum.
Bíligari at umsiti oynna
við samanlegging
Tøl, sum Sosialurin hevur fingið
innlit í vísa, at tað kostar í øllum
førum 1.9 milliónir í umsiting og
lønum at reka kommunurnar í
Sandoy, ið umfatar tilsamans 22
bygdaráðslimir. Talið er hægri
enn 1.9 milliónir, men vit hava
ikki fingið tølini frá Skopunar
kommunu.
Júst tað, at tað eru so nógvir
bygdaráðslimir og lutfalsliga stór
umsiting, til eitt so lítið fólka
grundarlag, er ein orsøk at leggja
saman, metir Hanus undir Leit
inum.
- Ein fyrimunur beinvegin hevði
verið, at tað hevði blivið nógv
bíligari at umsiti kommunurnar.
Tað eru fýra umsitingar, fimm
um tú tekur Skúvoy uppí, til lítið
meir enn 1200 fólk í Sandoynni.
Tað eigur mann at síggja, at tað er
púra óneyðugt, sigur Hanus undir
Leitinum.
Hanus undir Leitinum undir
strikar tó, at hóast ongar komm
unur í oynni hava lagt saman enn,
so er samstarv um nógv, millum
annað skúlar, eldrarøktina, barna
verd og onnur høvuðsøkir, ið eru
mál fyri alla oynna, tí er longu eitt
gott grundarlag lagt.
- Tað eru tó nøkur lokal mál eftir,
ið ikki verða loyst bara við at leggja
saman. Dýrar íløgur í kloakkir skulu
gerast og tað ivist eg í verður betur
ráð til bara við at leggja saman við
hinum kommununum. Tær eru
ikki nóg væl fyri fíggjarliga til at
kunna gera allar neyðugar íløgur
í Húsavík til dømis, sigur Hanus
undir Leitinum.
Fólkið í oynni skal
gera tað sjálvt
Hanus undir Leitinum ivast ikki í, at
ein samanlegging veður veruleiki
við tíðini. Til endans gevur tað
onga meining longur at hava so
nógvar kommunur í Sandoy. Tó
skal landið lata fólkið í oynni
finna mátan sjálvi. Hanus undir
Leitinum sigur, at um grundarlag
ið undir samanleggingini ikki verð
ur funnin í viljanum hjá fólkinum
í Sandoy, so heldur tað ikki. Tann
viljin kemur við tíðini, sigur Hanus
undir Leitinum at enda.
FAKTA UM SANDOY
Fólkatal 1.1.2016:
1220 íbúgvar
Kommunur:
- Skopunar:
444 íbúgvar
- Sands:
527 íbúgvar
- Skálavíkar:
132 íbúgvar
- Húsavíkar:
117 íbúgvar
Um ein samanlegging skal fremj
ast, so skal tað koma frá fólk
inum í oynni og ikki tí landið
hevur eitt ynski um tað
Hanus undir Leitinum
- Eg haldi ikki tað hevði verið rætt hjá okkum at lagt saman við Tórs
havn. Tórshavnar kommuna er blivin ríkiliga stór og til dømis helt eg
ongantíð, at tað heldur var rætt, at Kollafjørður fór uppí Havnina
MYND: BIRGIR KRUSE
Í Húsavíkar kommunu búgva 117 fólk
MYND: ÁLVUR HARALDSEN