hósdagur 3. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
20
SPENNINGURIN
HELDUR SÆR
LÍKA TIL ENDAN
FORSETAVALIÐ
Heldur óvæntað, so stendur nærum á jøvnum millum Hillary Clinton
og Donald Trump nú einans fýra dagar eru eftir av valstríðnum
HALLUR AV RANA
T
á amerikanara fara
á val týsdagin 8. no
vember verður tað
endin á eini longum
valstríði, ið ikki hevur havt sín
líka í amerikanskum politikki
áður. Sjáldan áður hevur eitt
valstríð verið so merkt av persón
ligum álopum, væntandi virðing
og gølum.
Eingin kundi fyri tveimum
árum ímynda sær eitt slíkt val
stríð millum tvey valevnir við so
nógvum feilum og manglum. Um
Hillary Clinton, demokratiska
valevnið, ella Donald Trump,
republikanska valevnið, høvdu
stillað upp móti nøkrum øðrum
valevni í søguni í amerikanskum
politikki, høvdu tey helst tapt so
syngjandi.
Hesaferð er tó talan um tvey
valevnir, ið hava lítla og onga
undirtøka millum stórar partar
av amerikanska fólkinum, og
tykist tað vera orsøkin til, at
hvørgin megnar at halda fast um
eina greiða leiðslu.
Seinastu tølini frá Real Clear
Politics, ið er miðaltalið av átta
veljarakanningum seinastu
tvær vikurnar, vísa, at 43,9 pro
sent av veljarunum er jaliga
sinnað mótvegis Hillary Clinton,
meðan 53,6 prosent eru neilig
sinnað mótvegis demokratiska
valevninum.
Hjá Donald Trump er tølini
uppaftur verri. 38,1 prosent eru
jalig sinnað mótvegis Donald
Trump, meðan 58,9 prosent eru
neilig sinnað mótvegis repu
blikanska valevninum.
Tí er talan vorði um eitt val
millum pest og kolera. Eitt val,
har amerikanski veljarin má
taka støðu til tvey valevnir, har
tey ynskja hvørgan.
Tætt millum valevnini
Sum støðan er nú, so kann
alt henda týsdagin. Seinastu
útrokningarnar hjá Real Clear
Politics, ein samandráttur av
seks veljarakanningum frá 22.
oktober til 1. november, vísa,
at tað einans er 1,7 prosentstig
millum valevnini.
Hillary Clinton hevur verið
á odda meginpartin av valstríð
num, og fær hon sambært Real
Clear Politics 47,0 prosent av
atkvøðunum, meðan Donald
Trump fær 45,3 prosent av at
kvøðunum.
Støðan verður uppaftur tætt
ari, tá hugt verður eftir valum
boðum. Í teimum statum har
veljarakanningar geva eina
valevnunum eina so mikið
greiða leiðslu, at lítil ivi er
um hvør vinnur týsdagin, er
Hillary Clinton á odda við 66
valumboðum. Demokratiska
valevnið hevur 246 valumboð í
mun til tey 180 valumboðini hjá
Donald Trump.
Veljarakanningarnar eru enn
so mikið tættar í tíggju statum
við tilsamans 112 valumboðum,
at mett verður at bæði valevnini
kunnu vinna teir, men tá teir
tíggju statirnir verða tiknir við
í útrokningarnar hjá Real Clear
Politics minkar leiðslan hjá
Hillary Clinton niður í einans
átta valumboð. Demokratiska
valevnið fær nevniliga 273 val
umboð, meðan Donald Trump
fær 265 valumboð.
Kunnu vinna og tapa
Eitt av sereyðkennum við ameri
kansku valskipanini er, at hóast
eitt valevni vinnur flestar at
kvøður yvir alt landið, so merkir
tað ikki, at viðkomandi vinnur
valdið. Í staðin kappast valevnini
um at vinna flest valumboð.
Talan er um eina skipan, ið
kann líknast við gomlu føroysku
valskipanina, har størstu flokk
urin í atkvøðum ikki altíð fekk
flestar løgtingsmenn, tí landið
varð býtt upp í sjey valdømir, og
atlit harvið bleiv tikið til lokal
áhugamál.
Í USA hendi hetta seinast í
2000, tá George W. Bush gjørdist
forseti, hóast Al Gore hevði flestar
atkvøður, meðan tað seinast
hendi í Føroyum til løgtingsvalið
2004, tá Tjóðveldisflokkurin
fekk flestar tingmenn, hóast
Sambandsflokkurin var størsti
flokkur í atkvøðutali.
Øll eygu á swing states
Tí er tað eisini eitt hart stríð um
at vinna teir ymiskum statirnar,
og tætta valstríðið hevur eisini
veruliga sett sjóneyka á teir
sokallaðu swing states. Talan er
um teir statirnar, har tað er so
tætt millum valevnini, at tað er
torført at meta um hvønn veg
teir koppa.
Kanningar vísa eisini, at tað
er ein stórur partur av veljarum
í hesum statunum, ið enn ikki
hava tikið eina avgerð um
hvønn tey velja týsdagin. Um
hesin bólkurin fer á val, kunnu
tey fáa avgerandi týdning fyri
endaliga valúrslit í statinum, tí
tað frammanundan er so tætt
millum valevnini í teirra statum.
Tað er torført at meta um
hvørjir statir kunnu kallast
swing states áðrenn valdagin,
men tað tykist, at stríðið hesaferð
verður um Florida, 29 valumboð,
Ohio, 18 valumboð, Nevada, 6