hósdagur 3. november 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 127
21
»Hvussu víkir og vendir týsdagin, so fer hetta
valstríðið í søgubøkurnar sum eitt tað løgnasta,
mest óvæntaða og minst virðiliga valstríðið í
amerikanskari søgu«
valumboð, North Carolina, 15
valumboð, Arizona, 11 valumboð,
og Colorado, 9 valumboðum.
Við sínum 88 valumboð fara
hesir statir helst at spæla ein
týðandi leiklut týsdagin.
Hevði beina kós móti
Hvítu húsinum
At tað er so tætt millum valevnini
einans fýra dagar áðrenn valið er
púra óvæntað. Tað er nevniliga
ikki meira enn tvær vikur
síðan, at Hillary Clinton hevði
beina kós móti Hvítu húsinum.
Veljarakanningarnar góvu henni
eina leiðslu á millum fimm og
seks prosent, meðan hon førdi í
valumboðum við eini 150.
So tryggur tyktist sigurin at
verða, at fleiri miðlar ikki bara
staðfestu at hon fór at vinna
valið 8. november, men kjakaðust
í staðin um møguleikan fyri ein
um søguligum stórum sigri á
Donald Trump.
Tí meðan Hillary Clinton greitt
vann tey trý sjónvarpskjakini
móti Donald Trump, og hevði
stórt sæð megnað ikki at gjørt
nakað býtt, síðan hon næstan
small um í einum hátíðarhaldi í
september, kundi mótvalevnið
næstan einki rætt gera.
Eingin endi tykist at vera á
kvinnum, ið traðkaðu fram og
ákærdu republikanska valevnið
fyri óhóskandi og niðrandi atburð
móti kvinnum, og republikanarar
veljarar, politikarar og leiðandi fólk
vendu honum bakið í stórum tali.
Valið tykist at vera avgjørt, og
hóast Donald Trump áður hevði
megnað at hála inn á eina stóra
leiðslu hjá Hillary Clinton, so
skuldi einki minni enn eitt undur
til fyri, at spenningur aftur skuldi
koma í valstríðið.
FBI upp í valstríðið
Eitt undur var júst tað, ið Donald
Trump fekk, tá James Comey,
leiðarin fyri amerikansku sam
veldisløgregluna FBI, fríggja
dagin 28. oktober, minni enn
tvær vikur áðrenn valið, í bræv
ið til amerikansku Kongress
ina kunngjørdi, at FBI aftur
fer í holt við at kanna Hillary
Clinton í samband við hennara
brúk av teldupostum sum uttan
ríkisráðharri.
Avgerðin varð tikin eftir at
FBI hevur lagt hald á telduna
hjá Anthony Weiner, fyrrverandi
demokratiska kongresslimurin
fyri New York, sum í 2011 segði sín
sess í Kongressini frá sær eftir, at
tað kom fram, at hann hevði sent
naknar myndir av sær sjálvum til
kvinnur á Twitter.
Fimm ár seinni endaði hann
aftur í yvirskriftunum hjá ameri
kansku fjølmiðlum eftir, at tað
í september varð avdúkað, at
hann hevði hevur sent seksuel
boð til eina 15 ára gamla gentu.
Tað hevur áhugað í amerikanska
valstríðnum, tí Anthony Weiner
er giftur við Huma Abedin, ið er
ein av nærmastu ráðgevunum
hjá Hillary Clinton.
Tað er í samband við nýggju
gøluna, at FBI hevur lagt hald á
eina teldu hjá Anthony Weiner,
har teir hava funnið teldupostar,
ið eru sendir til Huma Abedin,
ið onkursvegna hava samband
við teldupostmálið hjá Hillary
Clinton.
Broytti valstríðið
Málið er sermerkt millum annað
tí, at tað var júst James Comey
sum í summar kunngjørdi, at
eingin ákæra varð reist móti
Hillary Clinton í samband
við teldupostarnar. Tí verður
tað eisini spekulera um hvat
nýggju upplýsingarnir kunnu
vera, men enn hevur FBI ikki
almannakunngjørt hvat málið
snýr seg um.
At FBI kemur við slíkum
upplýsingum minni enn tvær
vikur áðrenn valið er óhoyrt í
amerikanskum politikki, og er
seinasti tilburðurin í einum heilt
óvanligum valstríði. Kritikkurin
hevur eisini heglað niðuryvir
James Comey og hansara hand
faring av málinum, meðan repu
blikanararnir og Donald Trump
hava megnað at útnytta tíðindi
til sín fyrimuns.
Avdúkingin gjørdist undrið, ið
Donald Trump hevði brúk fyri,
og ein køld áminning til Hillary
Clinton um, at man ikki skal
kanna sær bitan áðrenn hann er
svølgdur.
Hillary Clinton nýtist tó ikki
at fara heilt í panikk enn, tí hon
er enn favorittur at vinna valið.
Men nú er tað bara ikki eins vist
longur, tí rákið tykist nevniliga
at vera við Donald Trump, og
valstríðið, ið tykist at vera avgjørt
fyri tveimum vikum síðan, er nú
víðopið aftur.
Hvussu víkir og vendir týs
dagin, so fer hetta valstríðið
í søgubøkurnar sum eitt tað
løgnasta, mest óvæntaða og
minst virðiliga valstríðið í ameri
kanskari søgu.
HALLUR@SOSIALURIN.FO